- Hugsi ikki um meg. Hugsi um míni sjey børn!
Maðurin úr Kongo, sum hevur staðið ákærdur í Føroya Rætti, har hann er skuldsettur fyri umfatandi skjalafalsan og svik, bleiv ikki sørt rørdur, tá ið hann fekk seinasta orðið, áðrenn dómurin skuldi fellast.
Maðurin, sum eisini heldur til í Belgia, bað bæði Guð og starvsfólkið í Eik um fyrigeving og hann fortaldi, at hann hevði konu og sjey børn, sum hann mátti sleppa aftur til at forsyrgja.
Umfatandi svik og fals
Tað var ein stór fløkja av følskum nøvnum, stolnum og falsaðum passum, stolnum og falsaðum gjaldskortum og stolnum følskum kekkum, sum varð lagt á borðið í Føroya Rætti hesar dagarnar, rættarmálið hevur verið.
Maðurin er ákærdur fyri at hava svikað seg til 600.000 krónur úr Eik Banka og 600.000 krónur afturat úr Suðuroyar Sparikassa.
Eik fekk pengarnar aftur, táið eitt árvakið starvsfólk óraði ilt og meldaði mannin so at hann varð handtikin áðrenn hann slapp av aftur landinum.
Suðuroyar Sparikassi fekk ikki eitt oyra aftur.
Maðurin var í Føroyum einar seks ferðir seinasta summar í sambandi við svikið, men tað mesta hann steðgaði, var ein dag. Ofta kom og fór hann sama dag.
Hann ferðaðist undir følskum nøvnum, við stolnum og følskum passum og við ferðaseðlum, sum hann hevði goldið við stolnum og falsaðum gjaldskortum.
Í Eik og Suðuroyar Sparikassa setti hann tveir stolnar og falsaðar kekkar inn upp á 600.000 krónur í part, tí hann segði, at hann var komin til Føroyar at keypa og selja fisk.
Seinni kom hann aftur í Suðuroyar Sparikassa og tók pengarnar út aftur. Hann tók eisini pengarnar úr Eik, men tá óraði eitt starvsfólk ilt og meldaði hann. Tá varð hann tikin áðrenn hann slapp av aftur landinum og Eik fekk pengarnar aftur.
Síðani hevur løgreglan í Føroyum havt umfatandi kanningar av virkseminum hjá manninum í fleiri londum í Evropa. Og nú málið varð lagt fyri, hevði ákærin kortlagt alt hansara virksemi seinastu árini, niður í smálutir. Eitt nú varð greiða fingin á teldubrøvum, hann hevði sent og fingið, hóast tað var farið umvegis fleiri teldur Ákærin kundi enntá ávísa, akkurát hvørjari antennu í Belgiska høvuðsstaðnum, Brússel, teldubrøvini vóru send til.
Somuleiðis vóru flogferðaseðlar, ferðaseðlar til jarnbreytina í Danmark, brævaskiftið og annað tilfar lagt fyri rættin.
Professionellur brotsmaður
Ákærin gav ikki nógv fyri, at maðurin nú biðjur um fyrigeving.
- Hann er ein professionellur brotsmaður, sum livir av hesum slagi av kriminaliteti, førdi ákærin fram.
Ákærin førdi eisini fram, at maðurin var ikki einsamallur. Serliga hevur verið leitað eftir einum manni, sum ákærdi hevði navngivið, men tað hevur verið sum at leita eftir einum spøkilsi, tí hann hevur ikki verið til at finna. Annars vísti ákærin á, at bæði kona tann ákærda og ein dóttir høvdu skrivað tí honum brøv – í hansara falska navni.
Eisini versonurin – sum var prestur- hevur skrivað honum brøv undir hansara falska navni.
Ákærin vísti eisini á, at bæði í Íslandi, í Týsklandi og nú seinast, í Kekkia, er hann dømdur fyri akkurát sama slag lógarbrot.
Í Kekkia varð hann dømdur at sita í fýra ár fyri at hava svikað seg til einar 35.000 krónur. Hann var akkurát leyslatin í februar í fjør, hóast hann manglaði tvey ár av dóminum og tá fór hann beinanvegin undir at fyrireika svikið í Føroyum.
Alt skal telja við
Ákærin tvíhelt um, at revsingarnar uttanlands eiga at telja við, tá ið revsingin í Føroyum skal ásetast og serliga tyngjandi er tað, at hann byrjar upp á nýtt, beint, sum hann er royndarleyslatin úr Kekkia.
Ákærin vísti eisini á, at tað er siðvenja, at revsingar í øðrum londum fylgja við.
- Sjálvandi skal tað telja við, tí altjóða brotsverk tvørtur um landamørk, skal ikki loysa seg og tað er ikki eitt signal, sum føroyingar eiga at senda umheiminum, segði ákærin.
Ákærin helt tí, at ein hóskandi revsing var trý og eitt hálvt ár, men í øllum førum ikki minni enn trý ári tí og at hann verður útvístur úr Føroyum fyri lívið.
Seinni skal so málið takast upp við danskar myndugleikar, so at hann eisini verður útvístur í Danmark fyri lívið.
Ósekur
Ákærdi noktaði seg annars sekan, tí hann segði, at ein maður hevði biðið hann fara til Føroya við kekkinum til Eik upp á 600.000 krónur og so skuldi hann fáa 10% afturfyri og tað var tað einasta, hann hevði gjørt. Hann visti onki um, at kekkurin var falskur og verjin helt heldur ikki, at tað varð prógvað, at maðurin hevði verið uppi í at falsa gjaldskort og pass.
Men varð hann kortini dømdur, kann talan í mesta lagi vera um hálvtannað árs fongsul.
Verjin helt ikki, at revsingarnar uttanlands kundi telja við.
Tá ið maðurin bað starvsfólkið í Eik um umbering, nevndi hann ikki starvsfólkið í Suðuroyar Sparikassa.
Tað gjørdi hann ikki, tí hann noktar hann blankt fyri at hava sett sín fót inn har. Og tað tvíhelt hann um, hóast starvsfólk í Suðuroyar Sparikassa kendi hann aftur og hóast eitt hevði latið starvsfólkunum eitt kort við hansara fingramerkjum á.
Hann segði, at kortið hevði ligið á eini kafé, har hann arbeiddi, í Brússell og haðani er onkur tikið kortið og er farin í Suðuroyar Sparikassa við tí.
Hann hevði eisini eina hóming av, hvør tað kundi vera og í nøvnunum á børnum hansara segði hann, at hann nokk skuldi fáa viðkomandi til Danmarkar.
Síðani var tað so latið upp í hendurnar á dómaranum at meta um, hvussu sannlíkar forkláringarnar og prógvini vóru, sum vórðu løgd fyri rættin.
Dómurin
Á miðdegi í dag fall so dómurin og har var maðurin dømdur at sita í tvey og eitt hálvt ár. sostatt liggur dómarin nokk so nær tí, sum ákærin vildi hava.
Dómarin legði dent á, at maðurin er dømdur fleiri ferðir og hann var fyri tað mesta dømdur sekur í tí, hann varð ákærdur fyri.
Tó var hann fríkendur fyri at hava falsað okkurt pass.