Ja, hvussu gongur tað á heimsins vakrastu oyggjum ?
Øll valevnini til Fólkatingsvalið tosaðu um “altjóðagerð” – hetta deiliga orð, sum skal seta okkum á heimskortið. Tað ljóðar sum, at vit ongantíð hava verið uttan fyri molan, og at nú skulu danir hjálpa okkum út í heim.
Jú sanniliga hava føroyingar verið altjóðagjørdir líka frá tí útflytarar av fiski fingu heiðurstekin í 1890 í Barcelona, føroyski útflutningurin av fiski undir seinna heimsbardaga við lívinum sum innsats, Faroe Seafood, fiskiskapur í Grønlandi, Global Chemical Tankers, Júst í Túni, John Dam, Eiler Jacobsen, bara fyri at nevna eitt sindur. Vit hava altíð havt vinnulívsfólk og hendinga politikara, Atla Dam, sum hava fótað sær á altjóða pallum. Hava slóðað fyri veiðimøguleikum og politiskari viðurkenning.
Ongin tekur uppá tunguna, at allur okkara rækjufloti er burtur. Henda vinnan, sum gav landinum risaupphæddir. Øll okkara søguligu rættindi í Canada og New Foundlandi eru farin fyri bakka. Øll okkara rættindi í Grønlandi somuleiðs. Vit hoyra um alt arbeiðið hjá Norðuratlantiska Bólkinum, ikki hoyrist, at hesin bólkur ger nakað fyri føroyskt vinnulív í Grønlandi ?
Ein av okkara hollastu samstarvsfeløgum í mong Harrans ár er Rusland. Okkara avtalur við fiskiskapi í Barentshavinum hava framvegis risastóran týdning. Men gera vit nakað fyri at røkja sambandið við henda okkara holla partnara. Nær hava vit mentanarvitjan úr Ruslandi, nær eru russiskar sendinevndir her, og nær hoyrir tú, at nakar “altjóðagjørdur” føroyskur politikari er í Ruslandi ? Hví roynir føroyska innflutningsvinnan ikki at keypa vørur úr Sovjet? Hví er ongin føroysk umboðsstova í Moskva? Tað er allan heiður vert, at føroyskar kvinnur bera jólagávur umborð á russisku skipini í Nólsoyarfirði. Hesar kvinnur gera meira fyri okkara samband við Rusland enn meðal føroyski politikarin ger.
Fá lond í heiminum eru so bundin av innflutningi av olju sum Føroyar og er tað eindømi, at tvey privat feløg standa fyri øllum innflutningi av olju. Tað er ikki óvist, at við hegni kundi borið til eisini at fingið sømdir frá Ruslandi við innflutningi av oljuúrdráttum. At so almennu Føroyar ikki hava eina oljugoymslu, sum kan virka stabiliserandi, tá prís-sveiggini verða ov stór líkist ongum. Vit innflyta bilar sum ongantíð áður – torir ongin av hækka avgjøld á bilar og benzin og hava ein bilfrían sunnudag um mánaðin. Ì seinastu tólv árini hava vit havt yvirskot á okkara handilsjavnað. Í ár verður tað eitt hall uppá yvir 1 mia. kr! Ringir ongin klokka ?
Bill Clinton var i Føroyum. Eitt sera gott tiltak, men heldur ikki her nøkur politisk ella vinnulig uppfylging. Bill segði, at vit eru “a nice country” og so vóru vit øll glað. Eins og við Ruslandi kunnu vit eisini hava sera stórt gagn av øktum sambandi við USA bæði á handilsliga- og útbúgvingarøkinum og hvør veit – tann tíð kann koma aftur, at USA fer at hava áhuga fyri einum samstarvi á militera økinum við einum basa í Føroyum. Ein føroysk sendistova í Washington er eisini sjálvsøgd.
Ja, hvussu gongur annars? Fíggjarliga úrslitið hjá feskfiskaskipunum verður ikki av tí besta í ár, og okkara fiskavirki hava stórar trupulleikar við lønsemi. Har eru ikki kreftir til kreativa marknaðarhugsan og altjóðagerð. Fyri ikki at tosa um arbeiðsmegi.
Hví sær man ikki føroyskar ministarar á odda fyri føroyskum vinnuligum sendinevndum, og hví sær man ongantíð føroyskar politikarar skriva greinar í útlendskum bløðum og gera vart við føroysk viðurskifti! Tá man tosar um altjóðagerð í Føroyum meinar man við Danmark og Norðurlanda Ráðið.
Alivinnan hevur ment seg aftur, men ikki hevur nøkur føroysk matstova laks á matarskránni. Vit eru so errin av Atlantic Airways. Heldur ikki har finst nakað umborð til matna, sum kann kallast føroyskt ella nakað, sum kann kveikja áhugan hjá útlendska gestinum fyri okkara framleiðslum. Føroyingar eru fremmandagjørdir yvirfyri føroyskari vinnu, og úrslitið er hareftir. Vit kunna læra nógv av okkara íslendsku brøðrum um at stuðla egnar framleiðslur.
Og so er tað mytan um KT vinnuna og mytan um ferðamannavinnuna. Vit eru so fegin um, at National Geographic rósti okkum – fínt, og hvat so? Veruleikin í dag er, at færri og færri fólk gista á hotellunum, og at Føroyar als ikki eru fyrireikaðar til eina ferðamannavinnu – hygg bert at lítla budgettinum hjá SamVit – tað røkkur ikki langt – idealisma er ófør, men tað skal cash til at gera dreymarnar til veruleika.
Øll tosa um alternativ til fiskivinnuna; gaman í, heldur skuldu vit roynt at ment okkum enn meira á hesum økinum líka frá burðardyggari veiðu til marketing. Vit hava frá skaparans hond fingið eina rávøru sum nógvar tjóðir øvunda okkum. Einaferð var Faroe Seafood eitt vælkent og høgt virt navn. Branding av Føroyum í heimsklassa. Í dag kennir ongin Føroyar á hesum øki. Degeneratión við lít.
Mær tykist, at hóast man tosar um upphitaðan búskap, so stendur yvirhøvur illa til í primervinnuni, vinnan, sum skal skapa inntøkur og vælferð frá útflutningi. Vit liva í dag í stóran mun av avgjøldum av einum luxusforbrúki, sum onki samband hevur við fíggjarliga veruleikan. Minkar okkara útflutningur enn meira ella kemur stígur í forbrúkið, ja, so hava vit aftur eina fíggjarkreppu
Vit tosa ov lítið saman um, hvussu vit kunnu menna hetta okkara lítla samfelag. Eg sakni, at okkara ungdómur tekur orðið. Hvar er kollveltingarandin úr Hoydølum? Hin atfinningarsami studenturin? Er tann føroyski ungdómurin í dag apatiskur og andaliga deyður, tá tosan er um at byggja land?
Vit koma at halta nøkur ár afturat í Ríkisfelagsskapinum og mugu fáa sum frægast burturúr. Edmund Joensen er komin í eina lyklastøðu á Christiansborg. Hví verður hann ikki danskur ministari fyri Føroyar og Grønland? Edmund er vinnulívsmaður og kundi uttan iva verið ein stór hjálp í eini slíkari positión og hjalpt føroyskum vinnulivi í Grønlandi.
Løgtingsval er fyri framman. Tað er mín vón, at vit fara at fáa eitt nýtt ættarlið av politikarum, sum fara at geva okkara vinnulivi rásarúm á altjóðastøði. Ungir politikarar, sum veruliga fara út í heim og berjast fyri Føroyum og sum fáa ein dialog í lag við politikarar úr Ruslandi, USA, EU, Nato osfr.
Hvussu gongur? Ájú, men klokkurnar ringja – fyri hvørjum spyr tú – tær ringja fyri okkara Tjóð !