erkið á hesum plássinum hevur áður verið nógv frammi í umhvørvistjakinum bæði í Bretlandi og her heima hjá okkum. Tá var ætlanin at goyma geislavirkið brennievni í havbotninum umframt at ætlanin var at [...] bannið er sett í verk fyri at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. SAMBART felagsskapinum KIMO, sum er ein felagsskapur við kommunum og stovnum úr fleiri londum, eitt nú Føroyum, er málið rættiliga [...] Dounreay er stongt fyri veiðu er í sær sjálvum ein álvarslig ávaring. Hvør sigur, at ikki fiskur, sum hevur verið í hesum umhvørvinum hevur leitað sær henda vegin og er veiddur av okkara skipum! TAÐ er
upp, fyrst og fremst vitan, sum so eisini kann vera neyðugi ígongdsetarin fyri teir, sum vilja seta pengar í hetta. Nú hoyra vit, at føroyingar vilja ikki seta pengar í nakað sum helst, tí eingi lønandi projekt [...] langt burtur í fjarskotin høv at fiska uttan at vit geva okkum far um allar teir møguleikar, sum eru her heima hjá okkum sjálvum. Hetta er so ikki nakað nýtt. Tí soleiðis hava vit altíð gjørt, og kanska [...] tí sum vit hava fingið upplýst, so hava teir báðir bátarnir fiskað fyri einar 40 mill. kr. í umleið hálvan annan mánað. Hetta má sigast at vera framúr gott. Hetta kann vónandi fáa onkran her heima at rakna
er hetta, sum Sosialurin nú fer miðvíst undir. Saman við evnaríkum og dugnaligum fólki, sum arbeiða við teldum og telduloysnum, er ein skipanbygt upp - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - sum ger tað møguligt [...] møguligt hjá føroyingum og øllum øðrum úti sum heima at lesa blaðið alt á internetinum. HETTA byrjaði annars í tí smáa, har blaðið gjørdi avtalu við føroying, sum fekk sær útbúgving í Danmark. Síðani hevur [...] at í øðrum londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um
Internetið koma vit sum blað longur út, og vit fáa tættari samband við lesarar, sum tann vegin eisini kunnu samskifta við okkum. Ein nýggj avbjóðing - ið bæði skal gagna okkum sum blað, men ikki minst [...] sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var tað teldan, ið var loysnin. Soleiðis gekk eisini á, at Sosialurin seinast í áttatiárunum keypti telduútgerð, sum tá var nýtímans [...] nýtímans, men sum í dag fyri tann teldukøna verður mett sum steinaldarútgerð. Og menningin heldur á. - Meðan teldan ikki longur er nakað at tosa um, men ein sjálvfylgja, so eitur nýggjasti samskiftishátturin:
prestatión. Her var eitt lið, sum spældi saman og sum spældi fyri sínum felag, fyri sínum heimplássi, sum spældi fyri Føroyum. AT tað so júst skuldu vera vestmenningar, sum framdu hetta bragd, er so sjálvsagt [...] fótbóltsdagur, sum skal byggja føroyskum fótbólti brýr langt inn í framtíðina. LEINGI hevur verið saknur á einum líknandi ?heilagum? degi innan føroyskan hondbólt. Henda ítróttargreinin, sum seinastu árini [...] detta heilt niður ímillum, tá hugsað verður um at dystast á altjóða stigi - og lutvíst eisini her heima - hevur nú bráddliga fingið ein møguleika at fáa vind í seglini. Føroyskur hondbóltur hevur fingið
vinum heima sum burturi. Og spurningurin er, um ikki sami løgmaður sum hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja [...] hava hetta sum starv burturav. TEY flestu fólk, sum Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki úttala seg alment, men tað gongur aftur sum ein reyður tráður [...] byggja upp tær kontaktir og ta innlit, sum Árni Olafsson hevur fingið gjøgnum øll hesi árini. Skoðsmálið hann fær frá bæði starvsfeløgum og eisini øllum teimum, sum hann hevur havt tilknýti til, er sera
úr blaðnum Lýsingartorgið, sum annars er fastur partur av blaðnum allar fimm útgávudagarnar, um framt annað tilfar, sum so verður í blaðnum komandi dagarnar. Men fyri tey, sum ikki eru von at síggja blaðið [...] í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta mál, sum vit á Sosialinum hava sett okkum. VIT eru longu komnir nakað áleiðis. Sum fyrsta føroyska blaðið hava vit eina [...] Setið tykkum í samband við okkum í dag sum ein annan dag, og vit tosa um hetta. NÝGGJASTA tiltak okkara er INTERNETBLAÐIÐ. Har fáa allir føroyingar úti sum heima møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt
Sivertsen í. Javnstøðulógin er í okkara hugaheimi ein fyribils lóg, sum skal framskunda eina hugburðsbroyting - eina hugburðsbroyting, sum - eins og Rúna Sivertsen sigur - hevði komið av sær sjálvum. Trupulleikin [...] skal maðurin ikki eins væl sleppa at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina? Stjórnin í Danmark hevur júst samtykt at leggja fyri Fólkatingið broytingaruppskot, sum leingir barnburðarfarloyvi hjá monnum 100% [...] - frá tveimum til fýra vikur! Rúna Sivertsen kann tosa so háandi um »reyðsokkar, sum múlabinda og tvinga kvinnur«, sum hon vil. Eftir stendur, at fyri at styrkja demokratiið, so er tað av týdningi at allir
okkara landsmonnum í fremmandum londum og á skipaflotanum somu møguleikar sum borgarin heima hevur at lesa eina avís sama dag, sum hon kemur út. Vit vita væl, at útvarpið ber tíðindi til hesar somu bólkar [...] heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals. Heimurin er vorðin ein KT marknaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika [...] hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi.
nógva tíð og orku, sum annars kundi verið brúkt til onnur týðandi mál. Men hetta er ein sannleiki við motifikatiónum. Tí vit eru noydd til at fylgja hesum máli ?to the bitter end?, sum tikið verður til. [...] tingmenn, landsstýrið og umboð fyri Fíggingargrunnin, sum vitjar í Føroyum, hava í kvittanum. Tað má so vera okkara vón, at formaðurin í Fíggingargrunninum, sum annars er slektaður úr Bø og higartil hevur víst [...] og bankafólki. Tað er so eisini ein sannroynd, at tað, sum tørvur er á í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er nettup ein persónur, sum við tí røttu vitanini og innlitinum, kann byggja brýr aftur