føroyska ger, at ein ongantíð er anonymur. Fert tú ein túr um kvøldið, so kanst tú fara inn allastaðni. ? Sjálvandi hevur tú eisini óvinir. Tað ber ikki til annars. Eg minnist ein fyrrverandi skúlastjóri [...] setast í mun til orkuna. ? Í heyst ætla vit okkum at hava opið hús, kanska skipa fyri føroyskum kvøldum, m. a. við føroyskum mati. Ein seniorklubbur hevur tilknýti til kirkjuna og har hevur Bøgesvang millum [...] i hjá mær einaferð segði, at tann sum bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining. ? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur, og so skal man bara vera ósamdur
teimum, sum áður hava verið við til at manna nevndina og sum tískil hava royndirnar og vita, hvat og hvussu hetta ymsika skal skipast, vísa áhuga fyri felagnum og hjálpa til. Róðrarsambandið kemur við sínum [...] yngstu manningunum nú eru mannaðir: ? Tað hevur verið oyðasørt til kappróður í Klaksvík í nógv ár. Í áttati árunum vunnu genturnar við Páll Fanga, og onkuntíð hevur Fípan Fagra á onkrari stevnu verið millum [...] Hesin seinast nevndi hevur áður verið formaður í felagnum. Tá vit høvdu samband við formannin hóskvøldið, vóru teir komnir heilt væl áleiðis við at fyrireika tað, sum teimum hoyrir til í fyrsta FM róðrinum
hækka støðið innan allan sjónleik. Tá ið tú spælir amatørleik, tráar tú alla tíðina eftir meir, eftir íblástri, tí spælir tú bara amatørleik, hevur tú lyndi til at standa í stað. Tí kunnu amatørleikarar [...] ir ikki altíð so lættir at spæla, sum ein kanska heldur, tí hevur tú ikki tað í tær, sum krevst, so ber illa til at spæla stuttligur. Men tú búnast meir sum sjónleikari av at spæla leikir, ið stinga djypri [...] Føroyum. Hon hevur verið við í ørgrynnu av leikum bæði í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hon var við til at endurstovna í 1977, í Grímu, í sjónleikarfelagnum Eydnuni á Oyrabakka og so hevur hon eisini verið
ein solofløga hjá Lenu. Duettin eitur heilt einfalt ?Lena?, og hon hevur skrivað allar tekstirnar sjálv. ?Niclas hevur skrivað løgini til mín, tí hetta er tónleikur, sum eg elski at syngja?, segði Lena hósdagin [...] av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran, tá tú kemur heim um kvøldið, og bara vil hoyra okkurt lekkurt. Lenu við sínu deiligu rødd og Niclas við sínum fantastiska evni til at spæla gittar, so hann [...] ikki rættiliga, hvat man kann kalla hendan tónleikin. Tað er poppur, men... Eitt sindur britpop onkustaðni... Tað er í øllum førum eg!«, sló Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man
vilji er til tess, heldur Sámal Bláhamar. Ferðaráðið eigur at seta ein journalist í starv, sum hevur til uppgávu at siga frá øllum, sum hendir innan føroyska ferðamannavinnu og senda tað út til øll, sum [...] Tourist. Eg seti als ikki spurnartekin við, hvat Ferðaráðið annars ger, til samskiftið hjá teimum við útheimin og annað. Men samskiftið við okkum hevur ikki verið og er ikki nóg gott. Vit hoyra javnan [...] tiltøkum av einslistum og tað hevur givið úrslit, tríggir bólkar við um 100 fólkum tilsamans hevur verið í Føroyum higartil. Eg seti spurnartekin við, hví gestirnir ella fremmandi ferðamaðurin skilir
Hann hevur ongantíð fingið ákoyringar, hesi seinastu árini, av tí at sambandið millum Danmark og Føroyar hevur verið vánaligt. Danir vita meir um Føroyar nú ? Tá ið starvsfelagar hava spurt, hvat tað er [...] pensionerað um eini 25 ár, hava tey ikki reiðiliga tikið støðu til, tó at tankin um at flyta hevur verið frammi og vent. Hvussu metir tú um framtíð Føroya, nú broytingar helst fara fram í ríkisfelagsskapinum [...] bert við til at ørkymla og øsa danir. Prátið fellur á viðurskiftini hjá føroyingum í Danmark í hesi sera strævnu tíðini seinastu árini, har tað ikki altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur. Hvat er ein
vatnskorpuna, tá tú hoppaði. Tað var tað ov grunt til. Tá tú langt um langi steðgaði við at sveiggja, vart tú spakuliga fangaður av einum báti í ánni, og sleptur upp á áarbakkan. Síðani mátti tú stríða teg niðan [...] fíggingarfyritøkur størri partur á BTÚ ella GDP sum tey kalla tað. Landbúnaðurin í New Zealandi fær ongan almennan stuðul yvirhøvur, og hetta hevur verið við til at lækka prísirnar á landbúnaðarvørum munandi [...] er gyrðislop, ella bungy jumping, men eisini kanst tú fara jet boating eftir áunum, river rafting, sum vit jú høvdu roynt, paragliding, skydiving, hanggliding, trekking í fjøllunum ella á gletsjaranum
»og nógv fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl. »Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær um somu tíð. Nógv verður sagt um klæðini hjá børnunum, hvat tey eta og hvussu tey sova [...] familjuna hjá orkunum, tá ið teir stríddust fyri lívinum ímóti búrkroppunum. Hjá Tolkien skalt tú eisini ansa tær, tá ið tú kemur í samband við vald og óndskap, at hetta ikki máar støðið undan tær, men hjá enska [...] slagnum skrivað á føroyskum. Sonja Schneider letur søguna leggja mitt í vaðið uttan inngang. Kortini hevur lesarin eftir fáum reglum fingið at vita, at Miriam og Arvil í kavaveðrinum leita eftir einum bergholið
Sjáldan hevur vónbrotið verið so stórt sum hóskvøldið, tá føroyska landsliðið tapti 5-0 móti Estlandi í Tallinn. Vónirnar vóru góðar undan dystinum, og tað vóru eisini fleiri orsøkir til tað. Føroyar vunnu [...] nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði [...] Estlendski áleyparin gjørdi eisini sítt til, at dómarin skuldi síggja, at hann bleiv feldur, men brotssparkið kundi ikki diskuterast, og tað kundi reyða kortið til Jens Martin heldur ikki. Føroyingar skuldu
um vit ikki fáa besta startin. Tá tú ert fremstur, er tað nógv lættari, tí sinniliga yvirskotið veksur, og tú hevur sjálvsálit at leggja til rættis, soleiðis sum tú ætlar tær. Vit vóru títtir fyrstu løtuna [...] ikki heilt tey somu, men tað hevur ikki so nógv at siga. Hvar hevur tú fingið mátini frá? ? Áðrenn eg fór undir Kjøl, kannaði eg og tók mát av bátum, sum Niklas í Koltri hevur smíðað. Serliga var eg áhugaður [...] Skálafjarðarstevnu. Mest sjálvlærdur Bátasmiðurin, sum hevur smíðað nýgja Eysturoyingin og sum var við til at vinna fyrsta FM róðurin við honum leygardagin, hevur ikki staðið í læru at smíða bátar: ? Eg havi havt