uppliva, hvussu tann nýggi skúlin í Runavík kundi virka við fullari styrki og verða fyri øll, og sum skilst lá hansara partur ikki eftir at fáa skúlan til tað sum hann er í dag. Samfelda hugsanin hjá øllum pørtum [...] nýggja skúlan og eitt nýtt mentanarhús í einum og sama bygningi. Sum sagt so gjørt. Avgerð varð tikin um hetta: Børnini í kommununi fáa ein góðan og so avgjørt nýmótans skúla uppá 5000 fermetrar. Og tey men [...] dagrøktini, og annars at menna og dagføra hinar skúlarnar í kommununi. - Okkara hægsta ynski hevur verið, og skal framvegis vera, at okkara kommuna skal vera eitt stað, har bæði familjan og vinnulívið trívast
endamálið. Uttan játtan bar ikki til at gera nakað, og tí lá alt stilt eina tíð. Veturin 2006/2007 – stívliga eitt ár eftir, at Landsverk hevði fingið uppgávuna – eydnaðist loksins stovninum at finna eina loysn [...] sum hava ligið og bíðað, og tað er trupult at finna aðrar. Sum dømi um, hvussu trupul støðan var, kann nevnast, at í februar 2007 fór múrarin frá arbeiðinum, og ikki fyrr enn í februar 2008 – eitt heilt ár [...] til tann stóra skálkin í søguni og hevur tilluta stovninum tann ivasama heiður at eiga heimsmetið í dráli. Rætt er tað, at Landsverk varðar av almennum byggiuppgávum og hevur tað ítøkiliga málið um hendi
tollavgreiðslur uttanfyri vanliga arbeiðstíð, sum er yrkadagar millum klokkan 8 og 16.30 eins og fyri avgreiðslur leygardag og sunnudag. Hann vísir á, at eingin munur á kostnaðinum, um skipið verður avgreitt [...] antin tænastan fer fram beint eftir vanliga arbeiðstíð – ella á nátt. - Vit hava eitt fast gjald fyri hesa avgreiðslu, og tí hevur tað ongan týdning fyri kostnaðin, hvør tíð á samdøgninum tænastan fer fram [...] eitt slíkt skip skal avgreiðast, er talan bæði um ferðafólk, sum koma av skipinum og inn í móttøkuhøllina og um farm og bilar, sum fara út á dekkinum. Kjartan D. Joensen sigur, at Tollvaldið eisini var
áskoðarar lótu veðrið vinna á sær, og spælandi fótbólt lótu øll veður vera veður. B36 skuldi verja bronsuplássið, og skuldi tað gingið galið, lá NSÍ og lúrdi beint aftanfyri. Og hetta skuldi ikki gerast nøkur [...] í málið til 1-1. Stór gleði á B36-arunum, men teir vildu hava meir. Og tá ið teir hoyrdu í hátalarunum, at NSÍ var á odda 2-0 og lá til at fáa bronsuna, gjørdust teir ikki minni grammir. Hetta merkti tó [...] máli skoraði til 2-1 og tryggjaði B36 bronsuna. Róaldur átti seinasta fótin á einum leysum bólti í feltinum, sum kom higar eftir hornaspark. Gleðin var stór millum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá B36
á rættan hátt og í tøkum tíma. Og familjan flutti niður til Lemvig. Frá Lemvig kommune fekk familjan tilboð um júst ta hjálp, tørvur var á. Og á allan hátt hevur familjan kent seg væl, og fingið stuðul [...] kannað væl og virðiliga, og so fær man eitt greitt aftursvar. Magni vísti á tvørrandi hjálp og generellar manglar í almannaskipanini í Føroyum. Tað er í alt ov lítlan mun menniskjað, ið er í fokus, og í alt [...] fyrst«, og at enda »Meir eg síggi, meir eg undrist«. Síðan fekk Elsi orðið. Hon greiddi frá tíðini tá Hákun, ið er elsti sonur Elsi og Magna, bleiv føddur. Elsi hevði havt fosturvatnsforgiftning, og varð
teir. Avgjaldið á ráfilmi var 100 prosent. – Tað var eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði at gera ein film – at taka upp, klippa sundur og spleysa saman – og so kostaði tað nógvar pengar. Eg søkti ofta [...] mátti flyta. – Eg veit ikki, um hon bleiv uppsøgd, men hon flutti í skundi við tí úrsliti, at tað lá ein rúgva av tingum eftir. Tá alt skuldi ruddast, lá eitt sovorðið myndatól millum tingini, og tað fekk [...] – So pápi tín er av Nesi. Nes og Toftir hava ein framúrskarandi sólargang – ein tann besta í landinum, staðfestir Jákup Andreas Arge, meðan hann fer á føtur og gongur yvir til køksgluggan í húsinum
sindur meiri eftir málinum. - Ah bon, - eg havi lært meg onkur orð – ja og nei. Men tað hevði verið stuttligt at kunnað tosað eitt meiri føroyskt enn bara tað, sigur hon við einum stórum brosi. Og fyri at runda [...] soleiðis er komin aftur og aftur higar, hevur nógvar orsøkir. Ein av týðandi orsøkunum til hetta er í øllum førum stóri áhugi hennara fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum – og nøkrum so sjáldsomum sum [...] trolaran Brestir, og mín sann um tað ikki eisini eydnaðist henni at sleppa umborð á verjuskipið Brimil, ið lá við bryggju í Havn. - Onkur av manningini helt skemtandi fyri, at eingin fremmandur – og serliga ikki
væl móttikin av starvsfólkunum og fallin væl til, hóast tíðin í starvinum enn hevur verið stutt. Næsti maður hansara er Finnbogi Niclasen, sum hevur verið flogvallaovasti og fremsti maður í Vága Floghavn [...] Floghavn í mong ár. Teir báðir hava kenst leingi, og eingin ivi er um, at samstarvið teirra millum verður gróðrarríkt – til frama fyri tænastuna í Vága Floghavn og tey út við 40 starvsfólkini, sum dagliga starvast [...] Avbjóðandi útbygging Dávur Reinert Hansen er verkfrøðingur og hevur áður verið stjóri í báðum undirsjóvartunlunum, Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og hann eisini hevur verið stjóri í privata partafelagnum
verður sáað, verður einki at heysta. Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men táið hann sá [...] grasið og kom uppá turt. Nú rann eg móti vegnum og stillaði meg mitt á vegin. Eg veittraði og bað hann stegða, men hann floytaði bara og koyrdi framvið. Í skýmingini sá eg nú ein mann við byrsu og nøkur [...] áfram eftir vegnum, og vinur mín helt inn í skógin. Í hølunum á hvørjum okkara var ein maður við byrsu og ein við knívi. Eg rann so skjótt, eg var mentur. Í tí annar lyfti armin við knívinum og skuldi
Innleiðandi lá Eirikur í Jákupsstovu fremstur, Annika Vang lá fimm stig aftanfyri og Jógvan M. Andreasen (Eggaba) lá á triðja plássinum. Finalur Í finalunum sótu trý tey fremstu yvir, og einasti dysturin [...] kjallaranum í høllini í Runavík, og talan var um eina spennandi og áhugaverda kapping. Kappingin var ikki bara jøvn og spennandi. Vinnararnir vóru eisini sera ungir, og serliga annar var sera óvæntaður [...] møta Eiriki í finaluni, samstundis sum Annika og Jastrid skuldu skjóta um triðja plássið. Finalan gjørdist – sum altíð – sera hørð fyri nervarnar á skjúttunum og endaði við, at 20 ára gamli Eirikur vann dystin