Flogvøllur
Dávur Reinert Hansen, ið tók við starvinum sum forstjóri í P/F Vága Floghavn 1. oktober í ár, sigur, at hann er væl móttikin av starvsfólkunum og fallin væl til, hóast tíðin í starvinum enn hevur verið stutt.
Næsti maður hansara er Finnbogi Niclasen, sum hevur verið flogvallaovasti og fremsti maður í Vága Floghavn í mong ár. Teir báðir hava kenst leingi, og eingin ivi er um, at samstarvið teirra millum verður gróðrarríkt – til frama fyri tænastuna í Vága Floghavn og tey út við 40 starvsfólkini, sum dagliga starvast har.
Almennu Føroyar eiga Vága Floghavn, sum gjørdist alment partafelag í 2007, og í summar er so alt virksemi formelt lagt yvir í partafelagið.
Tað er soleiðis vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, sum umsitir ognirnar á flogvøllinum fyri landsstýrið.
Avbjóðandi útbygging
Dávur Reinert Hansen er verkfrøðingur og hevur áður verið stjóri í báðum undirsjóvartunlunum, Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, eins og hann eisini hevur verið stjóri í privata partafelagnum, P/F Skálafjarðartunnilin.
Nú stendur so avbjóðingin hjá honum í Vága Floghavn, har stórar og spennandi útbyggingar standa fyri framan.
- Landsstýrið hevur gjørt av at brúka tær 365 miljónir krónurnar, sum eru í Íleggingargrunninum, til leingjan av flogvøllinum og útbygging av terminalinum. Forstjórin heldur avgjørt, at hetta eru ógvuliga spennandi verkætlanir.
- Málið er at leingja flogvøllin úr 1250 metrum upp í 1600 metrar, samstundis sum terminalurin skal víðkast, soleiðis at vit kunnu veita viðskiftafólki eina uppaftur betri tænastu.
Dávur Reinert Hansen sigur, at enn er ógjørligt at siga, hvussu langt hesin peningurin fer at røkka, og nevnd og leiðsla fara sjálvsagt at arbeiða sambært politiska viljanum, sum fer at vísa seg so hvørt, sum útbyggingarætlaninar gerast meira ítøkiligar og kostnaðarmetingar fara at fyriliggja.
- Tað fyrsta, sum vit nú fara at fyrireika, er grundarlagið undir projekteringum, sum skal leggjast. Hetta arbeiði fer helst at strekkja seg yvir komandi vár.
Byggja paralelt
Forstjórin sigur, at ætlanin hjá nevnd og leiðslu er, at leingjanin av sjálvum flogvøllunum og víðkanin av terminalinum ætlandi skulu fara fram um somu tíð – ella paralelt, sum hann tekur til.
- Tað er tó ikki óhugsandi, at onnur verkætlanin politiskt kann fara at taka longri tíð enn hin, men vit miðja sum nevnt eftir, at báðar verkætlaninar verða framdar í senn.
Hann leggur aftrat, at Vága Floghavn helst ikki skal koma at brúka ov nógva tíð upp á at bíða eftir nøkrum myndugleika.
- Gongst, sum vit ætla og miðja eftir, er hugsandi, at leingjan av flogvøllinum og víðkanin av terminalinum er komin í gongd um eitt ella hálvt annað ár, sigur Dávur Reinert Hansen.
Ein avviging
Forstjórin sigur, at sum frálíður, og projekteringsarbeiði fer í gongd, samstundis sum felagið fer at síggja kostnaðarmetingar, fæst eisini ein betri og týðiligari mynd av, hvussu langt tær 365 miljónir krónurnar fara at røkka.
- Samlaða verkætlanin verður ivaleyst ein avviging, sum byggir á, at jú longri vøllurin verður, tess minni peningur verður til víðkan av terminalinum – og øvut.
Dávur Reinert Hansen sigur seg í løtuni ikki vilja geva eitt boð upp á, hvussu stórur partur av samlaðu íløguni verður vøllur, og hvussu hvussu stórur partur verður terminalur.
- Vit ynskja okkum ein longri vøll, og vit hava ein ov trongan terminal, sum má útbyggjast. Í útbybggingini er ætlanin at hava fleiri fráfaringarstøð, soleiðis at avgreiðslan av ferðafólkum verða lættari.
Forstjórin sigur, at við útbyggingini kemur Vága Floghavn at kunna veita viðskiftafólki eina uppaftur betri tænastu, og hetta er høvuðsmálið við at útbyggja terminalin.










