Sigling
Tað er komið fyri av og á, tá Norrøna kemur úr útlandinum til Føroya, at skipið kemur fyrr enn ásettu tíðina. Í slíkum føri er orsøkin hon, at Norrøna hevur siglt eftir framskundaðari ferðaætlan vegna veður.
Endamálið við hesum er, at ferðafólk skulu fáa eina so behagiliga ferð sum gjørligt.
Hetta hendi á seinastu ferðini hjá Norrønu úr Hanstholm um Bergen til Føroya.
Norrøna kom á Havnina stutt eftir midnátt síðstu nátt, men hvørki ferðafólk ella farmur sluppu í land fyrr enn klokkan 06 í morgun.
Nógvum dámar væl hesa skipan, kanska serliga teimum, sum kortini skulu út á bygd. Sambært ferðaætlanini skuldu tey kortini ikki verið á Havnini fyrr enn klokkan 06.
Men tað eru eisini tey, sum halda tað vera eitt sindur undarligt at skula leggja seg at sova umborð á Norrønu við havnarkai, tá tey síggja niðan á húsini hjá sær uppi í býnum.
Ikki Tollvaldið
Mong halda ivaleyst, at tað er prísurin fyri tollavgreiðslu, sum reiðaríið noyðist at rinda, ið skilir partarnar og leggur eykaútreiðslur á felagið, um skipið verður tollavgreitt í úrtíð og náttartíð.
Men soleiðis er tað ikki.
Kjartan D. Joensen, yvirtollari, sigur, at valið hjá Smyril Line at lata ferðafólkini sova umborð til næsta morgun einki hevur við tollvaldið, ei heldur prísin fyri avgreiðslu, at gera.
- Tað er soleiðis, at reiðaríir gjalda fyri tollavgreiðslur uttanfyri vanliga arbeiðstíð, sum er yrkadagar millum klokkan 8 og 16.30 eins og fyri avgreiðslur leygardag og sunnudag.
Hann vísir á, at eingin munur á kostnaðinum, um skipið verður avgreitt klokkan 01 mánanátt ella mánamorgun klokkan 06.
- Í báðum førum er hetta uttanfyri okkara vanligu arbeiðstíð, og tí noyðist reiðaríið at rinda kostnaðin fyri avgreiðsluna.
Kjartan M. Joensen vísir á, at skipanin við tollavgreiðslu er ásett í kunngerð, og prísurin er hin sami, antin tænastan fer fram beint eftir vanliga arbeiðstíð – ella á nátt.
- Vit hava eitt fast gjald fyri hesa avgreiðslu, og tí hevur tað ongan týdning fyri kostnaðin, hvør tíð á samdøgninum tænastan fer fram, leggur hann aftrat.
Tykist skilagott
Yvirtollarin sigur, at í morgun vóru trý fólk til arbeiðis á bryggjuni, men vanliga eru upp í eini seks fólk tøk til avgreiðsluna, tá Nørruna kemur.
- Tá eitt slíkt skip skal avgreiðast, er talan bæði um ferðafólk, sum koma av skipinum og inn í móttøkuhøllina og um farm og bilar, sum fara út á dekkinum.
Kjartan D. Joensen sigur, at Tollvaldið eisini var til reiðar at avgreiða Norrønu á midnátt í gjárkvøldið, um Smyril Line hevði ynski um tað.
- Hetta hevur tí einki við tollpartin at gera. Vit eru til reiðar, tá vit skulu verða á staðnum, sigur yvirtollarin, sum annars heldur, at skipanin við, at fólk í slíkum føri liggja náttina yvir umborð á Norrønu, í mangar mátar tykist skilagóð.









