FÓTBÓLTUR
Ikki var spælandi nógvastaðni í landinum, men í veðurgóða Gundadali var við góðum vilja spælandi. B36 hevði eina trupla uppgávu leygardagin. Hvørki leikarar, dómarar ella áskoðarar lótu veðrið vinna á sær, og spælandi fótbólt lótu øll veður vera veður.
B36 skuldi verja bronsuplássið, og skuldi tað gingið galið, lá NSÍ og lúrdi beint aftanfyri. Og hetta skuldi ikki gerast nøkur løtt uppgáva hjá B36, sum var menn sum Jákup á Borg, Herbert í Lon Jacobsen, Dimitrije Jankovic og Meinhard Joensen fyri uttan. Samstundis stóðu teir yvir av Føroya besta liði á útivølli, har B68 nevniliga undan dystinum hevði vunnið heili 22 út av teirra 36 stigum á útivølli.
Vindurin spældi við
Eins og í restini av landinum var vindurin nógvur, hóast hann helst ikki var eins nógvur, sum nógva aðarastaðni. Hetta, umframt nógvi kuldin, gjørdi ikki umstøðurnar til fótbólt serliga góðar, og í fyrra hálvleiki vóru tað gestirnir úr B68, sum fingu fyrimun av nógva viðvindinum.
Og tað vóru ikki farnir fleiri enn átta minuttir, tá ið B68 heldur óvæntað hevði lagt seg á odda. B68 hevði vunnið sær hornaspark í høgru síðu, og frísparksskotið hjá Jann Inga Petersen sigldi allan vegin í málið til 1-0 til B68.
B36 hevði stórar trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman, og tá ið nærkaðist málinum, bardust teir ímóti nógva mótvindinum. B68 hevði betri tamarhald á støðuni, og uttan nevniverdar málmøguleikar kundu liðini fara til hálvleiks við støðuni 1-0 til B68.
Róaldur og Róaldur
Í seinna hálvleiki var trýstið á B36, tí teir høvdu møguleikan at avgera bronsuna sjálvir. Hugt at fyrra hálvleiki, skuldi veruliga vend koma í, um teir skuldu gera sær nakað far um at vinna dystin. Nú høvdu teir tó undanvindin við sær, og hetta kundi nýtast sum eitt amboð.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk B36 eisini bóltin í netið, men málið varð kolldømt vegna rangstøðu. Hetta bar boð um, at B36 veruliga vildu vinna. Teir høvdu nú takið á dystinum, og fingu nógv hornaspørk, sum kundu gerast vandamikil orsaka av vindinum.
Tað var tó eitt væl spælt álop, sum fekk B36 inn aftur í dystin um miðjan seinna hálvleik. Alex dos Santos rak fram í vinstru síðu, haðani hann legði bóltin inn til Róald Jacobsen, sum trygt førdi bóltin í málið til 1-1.
Stór gleði á B36-arunum, men teir vildu hava meir. Og tá ið teir hoyrdu í hátalarunum, at NSÍ var á odda 2-0 og lá til at fáa bronsuna, gjørdust teir ikki minni grammir. Hetta merkti tó ikki, at B68 ikki var við í dystinum. Teir høvdu bóltin nakað á miðjum vølli, men høvdu trupult við at spæla seg aftur um B36-verjuna.
Tað var líkt til at B36 mátti taka til takkar við 4. plássinum, men í sjálvari yvirtíðini varð bara 17 ára gamli Róaldur Jacobsen stóri bjargingarmaðurin, tá ið hann við sínum næsta máli skoraði til 2-1 og tryggjaði B36 bronsuna. Róaldur átti seinasta fótin á einum leysum bólti í feltinum, sum kom higar eftir hornaspark.
Gleðin var stór millum bæði leikarar og viðhaldsfólk hjá B36, tí bronsan, sum leingi sá út til at vera farin í vaskið, kortini kom til felagið – og hetta í allarseinasta minutti.