okkara egna skyld, at vit ikki liggja betri fyri. Bæði móti Fleyr og ÍF restaði bert ein boltur í, men vit mistu kortini. Spurdur, um hetta er orsøkin til, at teir nú hava heitt á seg, er Annfinn eitt sindur [...] sera væl fyri, men sum nevnt omanfyri, so er nú líkt til, at gullið kortini fer til Fleyr, og hetta vísir Annfinn eisini á, tá tosað verður um tað trýst, sum er á leikarum í einum finaludysti. - Tað hevur [...] leikarum er tó eingin ivi um, at spenningurin er stórur. Tað er meira ella minni kleyvarskapur, at vit nú eru úti av gullstríðnum í landskappingini, so hetta er okkara møguleiki at fáa nakað burtur úr árinum
hesa vælferð, líka so lítið, sum tey almennu størvini, ið nú verða niðurløgd, eru kunstig, hjá teimum løntakarnum, tað gongur útyvir. Nú standa vit við einum minkaðum blokki og mugu laga okkum til hetta. [...] arbeiðið. Vit mugu hava álit á, at hesi fólk duga at gera tær justeringar og t.d. desentraliseringar til stovnar longri niðri í skipanini, ið skulu til fyri, at borgarin merkir sum minst. Eisini eru eksternar [...] hjá td. Danmark og Svøríki. Hóast hetta, so hava vit seinastu árini havt ein almennan sektor við einum almennum tænastustøði, ið næstan er komið upp á hædd við hini norðurlondini. Ein orsøk hevur verið
tað sosiala økið. Vit skulu ikki kunna siga, at tað eru tey í Nuuk, ið hava ábyrgdina. Vit skulu sjálv taka hond um trupulleikarnar, sigur Hjørdis, sum sipar til, at í Eysturgrønlandi eru stórir trupulleikar [...] Viberg og báðum synunum í seks ár. Har hevur hon øll árini verið leiðari á frímerkjadeildini hjá grønlendska postverkinum, og nú er hon sett í starv sum kommunustjóri við ábyrgd av øllum kommunalum starvsfólkum [...] um, hvørjar avgerðir kunnu verða tiknar her, og nær tørvur er á at brúka fakkunnleikan í Nuuk, sigur Hjørdis Viberg. - Mín visión er, at vit í felag fáa býin at virka sum eina eind, og at ognarskapurin
øll at steðga á og minnast tey, vit mistu í ferðsluni. Tá onkur doyr í ferðsluvanlukku eru onnur offur enn tann sum doyr, nevniliga familja, vinfólk og onnur við. Minningardagin eiga vit eisini at minnast [...] Nú nærkast til Minningardag teirra deyðu í ferðsluni. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 275 fólk deyð. Síðani Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni varð hildin [...] Gunnarsson úr Havn, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari
var hann venjari hjá KÍF. – Vit eru sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa avtalu í lag við Sonni og Jeppe, sum uttan iva eru millum dugnaligastu venjarar, sum vit hava í Føroyum í dag, sigur [...] hjá H71 á øðrum ári. Hann vann greipuna við H71 farna kappingarár. Sonni var eisini venjari hjá U21-landsliðnum, sum í summar skrivaði søgu til HM-endaspælið í Algeria. Jeppe Borch stendur nú á odda fyri [...] Sonni Larsen og Jeppe Borch skulu standa á odda fyri A-landsliðnum hjá monnum. Teir báðir skrivaðu í gjár undir avtalu fram til 30. juni 2019. Sonni Larsen verður høvuðsvenjari og Jeppe Borch hjálparvenjari
liður í ætlanunum. - Tað hevur verið frammi fyrr, at vit arbeiða m.a. við ætlanum innan brint og tað eru aðrar verkætlanir, ið eru í gerð, men sum ikki eru búnar enn at leggja fram alment, sigur Hendrik Egholm [...] seg meira yvir á orkukeldur, ið koma frá varandi orkukeldum. Tí er tað eitt ávíst signalvirði í, at Magn nú hevur fingið rakstrarleiðarn hjá SEV í starv hjá sær. Hendrik Egholm, stjóri á Magn, váttar eisini [...] Vit skrivaðu fyrr í dag, at Finn Jakobsen, rakstrarleiðari hjá SEV, hevði valt skifta starv á nýggjárinum. Hann fer úr SEV og í nýtt starv sum tekniskur stjóri hjá Magn. Finn Jakobsen hevur verið ein av
síðan seinasta Fólkafundin, og áhugi er fyri, og fleiri áheitanir eru komnar, um at taka Fólkafundin uppaftur, og ætla vit at ganga hesum á møti. Endamálið við Fólkafundinum er framvegis hitt sama. Tað snýr [...] hartil ein týðandi leikari í fyrireikingini. Vit eru ómetaliga glað fyri at Fólkafundin aftur verður fyriskipaður. Føroyar hava til eina og hvørja tíð tørv á, at fólkaræðið verður styrkt við slíkum átaki [...] tiið. Sum sagt hava feløg longu sýnt áhuga fyri at luttaka, og longu nú er ein fyrilestur um kommunala bygnaðin í Føroyum settur á skrá, sigur Ólavur í Geil fyriskipari. Runavíkar kommuna verður karmur
sambandi við deyðbóltsstøður ímóti Víkingi. Lagið og hugflogið eru stór, kappingin um plássini eru øgilig, og teir vísa aftur og aftur, at teir eru sinnaðir at arbeiða fyri hvørjum øðrum. Eg vóni og rokni við [...] soleiðis, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Skaðalistin er langur, men teir, sum hava fingið møguleikan, hava ikki staðið aftanfyri hinar. Teir, sum ikki eru tøkir, eru Róaldur Jakobsen, Jónas þór Næs, Christian [...] nøgdir við liðavrikið, tá ið vit vunnu 5-0 í Sørvági. Nú fæst at síggja, um tað býr mannfólkið í okkum, sum skal til, um vit skulu vera við í kappingini í toppinum, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze. Tað
Nú jólini nærkast, brúkar Gigni hettahøvi til at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit hugsa um tey børn, sum eru fyri harðskapi. Jólini eru ein hátíð, sum tey flestu gleða seg til, men ið summi [...] tí tey eru vitni til harðskap í familjuni, sigur Gigni. Stovnurin minnir eisini á, at harðskapur ímóti børnum, er ólógligur í Føroyum. Í sínum dagliga arbeiði eru heilsufrøðingarnir í Gigni eru við til [...] summi tíverri eisini stúra fyri, tí tey eru merkt at harðskapi. - Hóast harðskapur hevur stórar avleiðingarnar fyri tað einstaka barnið, eru tað tíverri fleiri børn og ung, sum javnan uppliva harðskap
Tørvurin á einum nýggjum Hvalbiartunli er ómetaliga stórur og nærmast ótolandi. Í Hvalba hava vit fleiri skip og virkir - ikki minst TG Seafood - sum hava tørv á tungum flutningi. Umstøðurnar eru serstakliga [...] skip og virki, sum vit hava her í Hvalba, selja fyri væl meira enn 200 miljónir krónur um árið. Hetta er nógv meira enn ein nýggjur tunnil kostar. Borgarstjórin vísir á, at alivinnan nú eisini nærkast kommununi [...] serstakliga vánaligar í mun til tann tørv, vit hava. Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sum vísir á, at vinnulívið í Hvalba skapar rættiliga stór virðir, bæði til tey fólk, sum