Í politiska kjakinum hevur í nógv ár verið sagt, at blokkurin gav "kunstiga vælferð". Um hugt verður at føroysku bruttotjóðarúrtøkuni uttan blokkstuðul og avleiddu inntøkurnar harifrá, so er føroyska bruttotjóðarúrtøkan nógv minni enn hjá td. Danmark og Svøríki. Hóast hetta, so hava vit seinastu árini havt ein almennan sektor við einum almennum tænastustøði, ið næstan er komið upp á hædd við hini norðurlondini. Ein orsøk hevur verið til hetta, nevniliga blokkstuðulin.
Hjá teimum flokkum, ið ikki hava arbeitt fyri at avskaffa blokkstuðulin, hevur tað verið heilt nattúrligt, at hesin stuðul fór til at tryggja eitt alment tænastustøði, ið sømir seg einum norðurlandi. Tann "kunstiga vælferðin", ið tosað hevur verið um, hevur ma. verið ein størri almennur tænastusektorur, enn føroyingar annars høvdu havt ráð til uttan blokk.
Hugtakið "kunstig vælferð" hevur oyðilagt nógv fyri føroyingar, tí vælferð er ikki kunstig hjá tí, ið móttekur hesa vælferð, líka so lítið, sum tey almennu størvini, ið nú verða niðurløgd, eru kunstig, hjá teimum løntakarnum, tað gongur útyvir.
Nú standa vit við einum minkaðum blokki og mugu laga okkum til hetta. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er somikið nógv minn enn tann danska og svenska, at tað er løgið, tá starvsfólk í miðfyrisitingini uttan atlit til nýggja búskaparliga veruleikan, samanbera føroysku umsitingina við ta donsku ella svensku. Hetta er ikki so, tí at núverandi samgonga hevur ynskt tað so, men tí at undanfarna samgonga hóast ávaringar frá andstøðu og øðrum, í einum høggi skar blokkin við hesari einu milliónini um dagin. Løgið nokk tóktist eingin í almennu umsitingini at kveklast við tá, hóast tað reint búskaparliga ikki var ringt at síggja, hvat kom at henda í føroyska búskapinum.
Mátin fólk og fakfeløg hava reagerað upp á, váttar bert, at tá tað kemur til avleiðingar av politikkinum hjá undanfarnu samgongu, so er eingin villigur til at ofra egnu vælferð fyri ein blokkniðurskurð. Hetta átti heldur ikki at verið so, um kunnað varð ordiliga um avleiðingarnar frammanundan, men hetta var ikki gjørt, og nú situr hendan samgongan við tungu avgerðunum.
Hvørjar avleiðingarnar vera reint tænastuliga eigur ikki bert at verða upp til eitt nú BLF at avgera, men hetta verður fyrst og fremst ein avbjóðing til tey, ið leiða og fordeila arbeiðið. Vit mugu hava álit á, at hesi fólk duga at gera tær justeringar og t.d. desentraliseringar til stovnar longri niðri í skipanini, ið skulu til fyri, at borgarin merkir sum minst. Eisini eru eksternar tænastur nakað, ið ikki kann sleppast undan, og tað er ein grov undirmeting av politikarum at indikera, at hesar tænastur eru óneyðugar ella beinleiðis vánaligar. Tað vilja altíð verða einstøk mál, har ekspertisan úti í samfelagnum er størri, enn í miðfyrisitingini, óansæð stødd av hesi miðfyrisiting.
Sosialurin