Ábyrgdin hjá øllum at steðga harðskapi

Nú jólini nærkast, brúkar Gigni hettahøvi til at minna á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit hugsa um tey børn, sum eru fyri harðskapi.

Jólini eru ein hátíð, sum tey flestu gleða seg til, men ið summi tíverri eisini stúra fyri, tí tey eru merkt at harðskapi.

- Hóast harðskapur hevur stórar avleiðingarnar fyri tað einstaka barnið, eru tað tíverri fleiri børn og ung, sum javnan uppliva harðskap, antin móti sær sjálvum, ella tí tey eru vitni til harðskap í familjuni, sigur Gigni.

Stovnurin minnir eisini á, at harðskapur ímóti børnum, er ólógligur í Føroyum.

Í sínum dagliga arbeiði eru heilsufrøðingarnir í Gigni eru við til at avdúka og fyribyrgja harðskapi.

Hetta er bæði við upplýsing, men serliga í dagliga samskiftinum og heimavitjanunum í smábarnafamiljunum, umframt í dagliga samskiftinum við børn og ung í skúlunum.

- Ert tú fyri harðskapi, ella tørvar tær ráð og vegleiðing, ella onkran at tosa við, ert tú vælkomin at venda tær til Gigni, siga tey.

Tey staðfesta, at tað er ábyrgdin hjá øllum at steðga harðskapi.

- Sum heilsufrøðingar hava vit fráboðanarskyldu, tá ið vit fáa frænir av harðskapi, tað veri seg likamligur, sálarligur, kynsligur ella materiellur harðskapur.

Í summum førum kann talan vera um fleiri sløg av harðskapi mótvegis sama barni.

- Men sum borgari hevur tú eisini persónliga fráboðanarskyldu tá ið tú varnast, at eitt barn veksur upp undir viðuskiftum, ið kunna skaða tess heilsu og menning.

- Tískil eigur tú at boða løgregluni og Barnaverndartænastuni frá, um tú varnast harðskap, ella hevur grund til at halda, at eitt barn er fyri harðskapi.

Harðskapur hevur stórar likamligar, sálarligar og sosialar avleiðingar fyri børnini og tey ungu.

- Tískil er sera týdningarmikið, at fyribyrgja og steðga harðskapi, so týðliga og skjótt sum møguligt, sigur Gigni í dag.