ov møtumikið at broyta tilveruna so nógv, sum vit hava gjørt, sigur Diana. Finn gevur konuni viðhald. Tað var ikki løtuverk at ríva seg leyan úr gamla umhvørvinum. Tey byrjaðu at tosa um at flyta fyri eini [...] spurningin um at flyta upp, men semjast um, at tað var ein avgerð, sum tey bæði tóku undir við beinanvegin. Tey gjørdu av at keypa sær íbúðina, sum tá bert var á tekniborðinum. Síðani byrjaðu tey at arbeiða [...] børnunum. Vit eru kortini sera takksom, at tað er gingið okkum so væl, og at vit eru fallin so væl til her, sigur Diana. Hon vónar bert, at tey frameftir fara at hava góða heilsu. Liva upp á gleði og takksemi
Løgmaður heldur tað eisini vera uppá tíðina, at vit taka upp sjálvan vinnubygnaðin í Føroyum til viðgerðar. ?Er tað rætt, at vit eru so fokuserað uppá kappingarførið, at vit gloyma at dyrka tær styrkirnar, [...] hesi ætlan er, at Føroyar í 2015 skulu vera millum fremstu londini í heiminum. Og hvat merkir so tað? Jú tað kann merkja, at vit seta okkum sum mál, at 40% av okkara útflutningi skal vera annað enn fiskur [...] samfelagið, at man veit, hvønn veg man rekur. Og tí er tað gleðiligt, at andstøðan eisini er við. M.a. hevur formaður Tjóðveldisfloksins meldað út, at hann heldur hetta vera skilagott, og at hann vil taka
ráðharranum, fer at hóva Tórbirni Jacobsen. Teir í tinginum, sum siga seg vera vinstravendar, plagdu at kasta Torbirni fyri, at hann var ultra høgravendur, og teir í hinum borðinum plagdu at siga, at hann var [...] mett gransking at vera tað, at originalar sita undir onkrari vaðing og fáast við gomul og gulna pappír, men har havi eg verið púra skeivur. Tað er alneyðugt at granska, og tað almenna eigur at stuðla tí. Alt [...] jalið sigur, at møguleiki skal vera fyri frí? og eftirskúlum? ? Lógin um eftirskúlar er longu samtykt. Frískúlarnar prioriteri eg ikki høgt. Samfelagið er so litið, at tað illa tolir, at børnini kanska
Hugsjónin er, at tað gerst vest við at brúka bátarnar. ? Vit halda, at skal tann gamla siglingarmentanin varðveitast, er tað neyðugt, at bátarnir verða brúktir og at tey yngru læra at brúka teir og at sigla við [...] halda, at fyri at røkka endamálinum hjá felagnum, hevur tað størsta týdning, at felagið er virkið og at bátarnir verða brúktir so ofta, sum høvið býðst. Teir halda, at hetta er í evstu løtu, at stig verða [...] hann. Fyri at skipa viðurskiftini betri, stovnaðu tvøramenn bátsfelagið Tjaldrið. Men síðani hevur felagið broytt navn til Nadodd og samstundis broytti tað navn frá at vera bátsfelag til at vera bátafelag
hetta skal upplivast fyri at trúgva, at tað er satt. Hevði onkur fortalt mær, at slíkt kundi henda, hevði eg næstan sagt, at tað var kolasvørt lygn. Men eg havi fingið annað at síggja, sigur Anfinn Kallsberg [...] minnist, at teir spurdu, um eg hevði fingið skaða – og eg segði ja. Sjálvur haldi eg ikki, at eg nakrantíð var uttan vit, men alt hendi bara so ógvuliga knappliga og óvæntað, at eg fekk ikki stundir at fylgja [...] Vit hildu ikki, at eg hevði nakrar innaru bløðingar, men ein ávísur ivi var sum nevnt um heilaskjálvta. Tí varð hildið vera rættast ikki at fara til songar ov stutt eftir skaðan fyri at síggja, hvussu hetta
tá tú gjørdi av, at fáa blóðpylsurnar frá hondini. Eisini er stuttligt at nevna, at til fostulávint í ár fór Elisabeth oman til tín við føstulávintsbollum at geva tær, men tá hon kom oman stóð tú sjálvur [...] Tú dugir at vera pensonist. Tú hevur altíð nógv at gera við hønum, dunnum, gæs og seyði, so ein kann ikki siga at tú liggur á løtu síðini, tvørturímóti. Tú hevur seyð, gæs og dunnir, bert til at geva til [...] familjuna. Vit vita at hetta kemst av, at tú longu frá ungum árum av ikki vildi at vit bert skuldu fáa eitt hálvt riv í part til jóla, so sum tú var vanur við sum smádrongur. Tú vildi ikki at kjøt skuldi tróta
frá hesi tíð, at fólk fóru at velta nógv meira epli enn fyrr. Tað kom eisini var við í teimum ringu tíðunum í tríatiárunum. Fyrimunurin við reimaveltini var tann, at tað bar eisini til at velta epli, har [...] sum moldin er grunn. Tað er skjótt at loysa, skjótt at seta niður og skjótt at taka upp. Og um lagt verður væl aftur, so er bøurin góðir aftur eftir tveimum árum. At onkur spoyskliga hevur skýrt hesa veltuna [...] ryggjaveltuna at líta á, vóru tað ikki øll, sum áttu nýggj epli til nýggj epli komu aftur, men so skjótt slokkarnir í august vóru vorðnir so stórir at epli vóru komin undir, fóru tey at leita eftir eplum
Tað er ikki bara sum at siga tað at koma fram at almennum støðum í Jerusalem. Sama eftirlitið er at fara ígjøgnum, sum tá ein skal umborð á eitt flogfar. Tað verið seg, um tú ætlar at vitja Vesturmúrin, [...] vinna pening úr ferðamanninum, siga tey vera.Tí Jerusalem varð spátt, at her skuldi ikki liggja steinur eftir á steini. Og tað gjørdi tað so at siga heldur ikki, eftir at rómverjar toku býin í árinum 70. soleiðis [...] beltispenni eru hervilig at slatra, og so kemur trygdarvørðurin við stavin at kína tær um allan kroppin fyri at vita, hvar tað brummar í. Men slikar eru treytirna, og einki er at siga til tað, sum støðan
skilja partarnar, tó at GÍ hevur spælt ein dyst færri, og eftir dystinum sunnudagin at døma, er lítið at ivast í, at B36 er favorittur at vinna FM-heitið. Í øllum førum er sera ilt at síggja, hvat lið skal [...] vøllinum, heldur enn at royna at spæla seg burtur úr verjustøðuni. Tað tóktist, sum um dysturin hevði tørv á einum máli, fyri at loysa eitt sindur upp fyri nervunum, men hinvegin var ilt at fáa eyga á, hvaðani [...] Gøtumenn vóru sjálvandi alt annað enn nøgdir um at vera aftanfyri, og royndu tí at trýsta spælið longur niðan, meðan hetta hinvegin gav betri rúmd hjá B36 at spæla kvika álopsspælið, sum teir hava megnað
arbeiðsørindum, at vitja umborð á hesum snotiliga skipi. Og á vegnum oman, staðfesti eg, at skipið uttan iva var størri enn Norrøna, men hvussu nógv størri dugdi eg ikki at siga, soleiðis uttan at hava hugt [...] kensluna av at vera í einum operahúsi, ella onkrum líknandi. ? Tað má verða stuttligt at fáa loyvi til at framføra á hesum pallinum, hugsaði eg, men tankarnir fóru aftur til ferðafólki, og at tey uttan iva [...] fær miðaldrandi og eldri ferðandi at stórtrívast umborð. Tí tað er einki at dylja yvir, at reiðaríið hevur tá skipið er bygt fyri einum góðum ári síðani lagt dent á, at hetta skipið skal brúkast til ríkfólk