Jóan Pauli Joensen
----
Vit eru farin um tíðina á árinum, har fólk seta epli niður, og nógvar eplaveltur eru á síggja á bønum um alt landið. Epli eru ein týðandi táttur í matarhaldinum hjá okkum øllum, og nógv fólk hava enn eina stóra gleði at seta epli niður í eina flagveltu, sum er ein uppfinning, sum Hans Jakku við Eirikstoft í Miðvági ríkaði Føroyar við í 1925
Eplasøgan
Eplini eru komin úr Amerika. Til Danmark komu tey fyrstu ferð í 1719, og til Føroyar komu eplini seinast í 1700-árunum. Í 1775 komu í øllum førum fýra tunnur av seteplum til einahandilin, og í 1799 fingu soldátarnir í Havn 10 tunnur við seteplum at seta niður. Sagt verður, at tey fyrstu eplini komu til Gjáar í 1835, og til Sands í 1840.
Tað tók kortini sína tíð, áðrenn føroyingar tóku henda ávøkstur til sín, og teir vistu ikki rættiliga, hvat teir skuldu við hesum nýggja at byrja við. Teir høvdu velt korn og røtur og vistu heldur ikki, hvussu teir skuldu velta eplini, men brúktu tær royndir, teir høvdu, men so við og við kom ryggjaveltan, ella hyppiveltan, sum vit søgdu í Sørvági, at verða tað vanliga. Eplaveltingin øktist ár eftir ári, frá 5137 tunnum í 1857 til 38.000 tunnur í 1947, men tá var eisini flagveltan komin.
Ryggjaveltan
Heilt fram til umleið 1925 vóru epli bert velt í ryggjaveltum, men so kom reimaveltan, sum lætti mikið um. Fólk hildu ikki uppat at velta epli í ryggjaveltum fyri tað, tí vóru pláss í Føroyum við góðari sandjørð oman móti sjóvarmálanum, eitt nú heima á Sandi og í Sørvági. Í Sørvági vóru nógv epli velt á Oyruni. Áðrenn útstykkingin fór fram vóru tað nógv fólk, sum, høvdu eina eplaveltu har. Eg minnist væl, at vit veltu epli á Oyruni, frá tí tøðini vóru koyrd úr køstinum úr á oyruna og til eplini vóru tikin upp og goymd í einum holi, sum var grivið niður stykki til eplini, so tey vóru sum nýggj mestsum alt árið. Tað setti sín serliga dám á summarið at síggja fólk lúka og hyppa eplavelturnar úti á Oyruni. Oyran liggur har enn, men eftir at hon varð útskift, so nú eru tað bert tey fáu, sum hava jarðarstykki har, men tað eru nú eisini fleiri sum velta nógv annað her enn bert epli. á hvørjum vári. Tá fólk bert høvdu ryggjaveltuna at líta á, vóru tað ikki øll, sum áttu nýggj epli til nýggj epli komu aftur, men so skjótt slokkarnir í august vóru vorðnir so stórir at epli vóru komin undir, fóru tey at leita eftir eplum undir slokkunum.
Dávur í Tjørnuvík, sum er føddur 1911 minnist, at tað vóru nógv epli brúkt í teirra húsi:
»Vit høvdu 34 leypar, tá vit høvdu mest. Men tað var javnan, at tað rakk ikki, tá ið leið út á várið. Tá skar mamma reyvina undan seteplunum at hava afturat. Tað gjørdu tey fyrr. Tað mátti ansast eftir ikki at skera nálina. Seteplið var líka gott fyri tað. Tað var enntá lættari at seta, tá ið botnurin var slættur. Og hann minnist eisini, at Ì abbasa tíð vóru eingi epli. Tað hevur verið grúiliga smáligt hjá teimum í so máta. Tá var farið í bøin at grava eftir sløkjum. Tá ið ongar sløkjur vóru í bønum, fóru teir út í Skor, sum er skorin heiman fyri Stakkin, at grava eftir sløkjum. Har fingu teir væl av sløkjum. Teir kókaðu tær at hava afturvið døgurðamati ístaðin fyri epli. Eg havi smakkða sløkjur. Tað bleiv brúkt, táið eg var heilt ungur. Tá ið epli manglaðu um várið, ótu vit sløkjur. Eg helt at tað smakkaðu bara væl. Tað líktist mest gularót í smakki, men eitt sindur sterkari, haldi eg.«
Á Sandoynni veltu teir tíðliga í tíðini nógv epli og teir veltu so nógv epli at teir kundu senda fleiri eplasekkir til Havnar at selja, og í summum førum gjørdu teir gerðabýti við fólk á góðum nótaplássi, so teir fingu ein sekk av seiði fyri ein sekk av eplum. Sandoyingar velta enn nógv epli og selja eisini.
Sjálvt um ryggjaveltan var meira arbeiðskrevjandi, so var hon framhaldandi brúkt, og er tað enn, og eg helt altíð at oyrueplini smakkaðu best.
Flagvelten ella reimaveltan
Ryggjavelturnar ella hyppivelturnar kravdu nógv tøð og væl av arbeiði, og tað var ofta torført at fáa nóg mikið av neytatøðum, serliga ta tíðina, tá kornið kappaðist um tøðini við eplini. Munandi lættari var tað at velta epli, tá flagveltan kom í nýtslu.
Flagveltan ella reimaveltan hevur sína serligu søgu, tí hon er ein av teimum fáu uppfinningum, sum føroyingar hava ríkað heimin við. Reimaveltan var uppfunnin í Miðvági í umleið 1925. Umframt reimavelta – ikki at forveksla við reinaveltu, sum var ein kornvelta – sum er tað vanliga navnið í Vágum, ber flagveltan eisini nøvnini vágavelta og onkustaðni eisini hestvelta, eitt nú í Nólsoy, tí nólsoyingar hildu, at hon var komin úr Hesti, men so er ikki. Flagveltan, reimaveltan ella vágaveltan hevur sín uppruna í Vágum. Fyrsti maður sum velti reimaveltu, var Hans Jacob Hansen, Hans Jakku við Eiristoft í Miðvági. Um 1980 vóru tað enn fleiri fólk, sum mintust ta fyrstu veltuna av hesum slag hjá Hans Jakku, onkur teirra skuldi hava hoyrt hann siga:
»Eg havi hoyrt, at epli vaksa so væl gras móti grasi«. Og so royndi hann tað og uppfann reimaveltuna. Hans Jakku brúkti fiskaryggir, fiskagarnar og land sum tøð. Ein kona úr Miðvági minnist væl um heystið »hvussu tað rivnaði fyri fløgunum, so nógv epli vóru undir. Reimaveltan var so nosslig,eplini lógu sum eitt reiður«.
Ein uppfinning fer um landið
Fólk í Miðvági tóku skjótt undir við at velta epli á henda hátt. Tað komu eisini menn úr øðrum bygdum til Miðvágs at kunna seg við hetta nýggja veltingarlagið, og tað var tí heilt skjótt, at hesin nýggi veltingarháttur breiddi seg um allar Føroyar. Tað sæst eisini á hagtølunum frá hesi tíð, at fólk fóru at velta nógv meira epli enn fyrr. Tað kom eisini var við í teimum ringu tíðunum í tríatiárunum.
Fyrimunurin við reimaveltini var tann, at tað bar eisini til at velta epli, har sum moldin er grunn. Tað er skjótt at loysa, skjótt at seta niður og skjótt at taka upp. Og um lagt verður væl aftur, so er bøurin góðir aftur eftir tveimum árum. At onkur spoyskliga hevur skýrt hesa veltuna við navninum letivelta er prógv um, at hon hevur verið lættari at hava við at gera enn ryggjaveltan.
Tey fyrstu árini var loyst við vanligum handamboðum so sum haka og forskera, men seinni eru serligar plógvir uppfunnar, sum loysa fløgini í eini handavend, so tað er bert at kvetta tey við haka ella spaka. Eg minnist at Karmal á Presttrøðni var ein tann fyrsti sum kom við hesi plógv til Sørvágs. Hann loysti fyri fólk.
»tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt«
Flagveltan er ein sera nosslig velta. Eplini vera sett á rað á lítlaflag, og kunsttøð verða koyrd við skeið í passandi nøgd millum eplini, og so verður stóraflag langt oman á, so eplini liggja gras móti grasi.
Tær flagvelturnar sum vit síggja í hesi tíð av árinum og fram til heystið kemur er ein serligur formur fyri land art ella repetitiónsestetikki, sum prýðir bøin um summarið. Fyrst moldlitt og síðani grønt og blomstrandi, til slokkarnir fella av um heystið og eplini verða tikin upp. Og vit kunnu syngja saman við Kára P, at »tú skalt eta tey epli, tú sjálv hevur velt.«
Tá nú menn loysa og velta av makt, haldi eg at tað ikki er heilt av leið, at vit í huganum leita aftur til Hans Jakku við Eirikstoft og minnast hann sum ein av teimum nýskapandi føroyingunum, sum gjørdi tað lættari at velta epli.
Hann uppfann reimaveltuna sum eina nýskapan sum enn hevur sín týðandi tátt í føroyskum undirstøðubúskapi. Hvønn týdning hesin veltingarformur hevur fyri veltingarmentanina í heiminum í sínum heild, dugi eg ikki at siga, men man ikki onkur hava tikið eftir. Tað er kortini ikki eftirkannað, men er tað marknaðarført av umboðunum fyri okkara public diplomacy?