kappingarár. B68 varð undan kappingini rópt sum stórfavorittur, og tó at teir enn hava møguleikan at avgera alt sjálvir, so hava teir so ruddiliga fingið - óvæntaða? - harða kapping frá B71 í hesum. Betri suðuroyarferð [...] og tí varð dysturin, sum teir skulu spæla móti HB í Gundadali útsettur til týsdagin. Tað gav B68 møguleikan at leggja seg á oddasessin - í øllum førum í nakrar dagar. Og hesum møguleikanum tóku teir so [...] mugu teir í B36 góðtaka, at teir eru eitt stig aftan- og ikki frammanfyri Royn í stríðnum um at sleppa undan dystum um upp- og niðurflyting. Úrslitini AB-Royn3-1 (1-1) Sumba-B680-6 (0-5) LÍF-B362-2 (0-0)
USA hevði maximum longu í 1970, víst undir A. Sovjetsamveldið og seinni Rusland og onnur SNG-lond komu í hæddina í 1980-unum, undir B. Bretland og Norge, sum framleiða mestu oljuna í Norðsjónum fara at fáa [...] eftirfarandi. Í dag eru leitingaramboðini og vitanin um oljugeologi nógv betri enn fyrr. Framskrivingarnar eru meira eftirfarandi. Amerikanska "Department of Energy" metir at oljuframleiðslan kemur í hæddina [...] eru í framleiðslu. So keldur sum eru kendar, men enn ikki eru í framleiðslu. At enda ætlaðar, men enn ikki kendar keldur. Tær størstu keldurnar kallast "super giants", og fleiri av hesum liggja í Miðeystri
vandu teir mánakvøldið í silvitni. Í gjár var veðrið gott at spæla fótbólt í, og teir vóna, at tað fer at bera til í dag, hóast veðurvánirnar í gjár ikki søgdu frá besta veðri. Í EB/Streymi rokna teir við [...] siga, at TB spælararnir skulu norður í seinasta lagið í morgun, men tá ið boðini vóru komin suður fyrrapartin í gjár varð roknað við, at teir flestu skuldu fara norður í gjárkvøldið. - Útspælið var, at dysturin [...] klokkan 16. So sleppa vit suður aftur mikukvøldið, siga teir í TB. Á Tvøroyri liva teir framvegis í vónini um, at tað skal eydnast at bjarga lívinum í bestu deildini, hóast tað ikki sær nakað serligt út. - Vit
sigurin á B68, so helt liðskiparin hjá B71, Bergleif Sólsker, eftir dystin, at javnleikurin var eitt úrslit, sum teir væl og virðiliga kunnu liva við. - Tað kunnu vit saktans. Og vit kunnu í øllum førum [...] førum betri liva við hesum, enn B68 kann. Vit vóru - serliga móti endanum - hart kroystir, men vit høvdu tað hepnið, sum skuldi til, og tað rakk. Næsta leygardag hava tit aftur tein truplan dyst, tá tit vitja [...] Tað er einki sum helst avgjørt enn, men tað er ein fyrimunur fyri okkum, at vit fingu javnleik her í dag, tí nú kunnu vit avgera alt sjálvir. Men tann uppgávan verður altso eins trupul sum hendan, um hon
øðrvísi. Kanska hevði B68 havt yvirvág í spæli, men eftir at Birgir Joensen hevði lagt FS Vágar á odda 2-1, var tað B71, sum var á uppflytingarkós. Og í veruleikanum sá ikki út til, at B68 hevði so øgiliga [...] Sævarsson í tofta-málinum púrasta prísgivin. Tann støðan helt sær so, til tað restaðu 11 minuttir, men við málinum syrgdu Øssur Jacbsen fyri, at B68 nú hevur allar møguleikar at ogna sær gullmerkini í deildini [...] stigið, sum B68 fekk við sær úr Sandavági, vunnu teir ikki aftur kortini. Í botninum hevur B36 enn møguleikan at taka Royn aftur, men sannlíkindini tykjast tó ikki góð hjá árstalsfelagnum. Royn var aftur
Arge. Í ávikavíst 1995 og í 1997 skoraðu teir 24 mál fyri ávikavíst B68 og HB. Í 1994 skoraði John Petersen 21 ferðir fyri GÍ, og í 1996 og í 1998 vóru ávikavíst Kurt Mørkøre, KÍ, og Jákup á Borg, B36, [...] Christian Høgni Jacobsen tvey mál í 6-5 NSÍ sigrinum í Klaksvík. Harvið gjørdist NSÍ álopsspælarin, sum hevur strembað seg alt nærri føstum plássi á landsliðnum, toppskjútti í fyrstu landskappingini, sum hevur [...] at tað í ár hevur borið honum til at spæla, uttan at hann hevur verið stórvegis plágaður av skaðum. - Eg havi ofta hildið, at graslíkisvallirnir hava farið illa við knøunum. Í ár havi eg spælt í graslíkisskóm
kanska fyri heilt kappingarár. Tú kanst til dømis taka hálvfinaluna í steypakappingini millum ÍF og B68. Har gjørdi eg eitt stórt mistak, tá B68 átti brotsspark. Sjálvandi er tað ræðuligt fyri toftamenn, men [...] væl í avgerandi dystunum móti kappingarenda. Men tú skalt eisini minnast til, at eg havi ein fyrimun í so máta. Eg eri einasti dómarin í Formula-deildini, sum umboði eitt felag, sum ikki hevur lið í deildini [...] at lagt verður uppfyri, hvat kann henda í einstøku tvídystunum. Eg dugi betri enn spælararnir Eitt, sum hevur eyðkent dømingina hjá Peturi, er, at hann oftya sæst í verbalum hornatøkum við spælarar. Men
Sunnudagin kom Ralph van Dorren til Toftir, har hann ætlandi skal styrkja um miðvøllin í ár Á heimasíðuni sigur B68, at talan er um miðvallara við sterkum verjudygdum. 24 ára gamli van Dorren er ætllaður [...] býarnavnið, eins og hann hevur spælt við FC Eindhoven í næst bestu hollendsku deildini. Til stuttleikar kann nevnast, at hetta er fyrsti hollendingurin, sum er í føroyskum fótbólti, síðani HB á sinni gjørdi sáttmála [...] við Abraham Mendez. Tann søgan gjørdist tó ikki nakað eydnusamt ævintýr, men vónandi hava toftamenn betri vónir um van Dorren.
ár síðani, at hann fyrstu ferð hevði undir hond. Hann hevur verið venjari í EB/Streymi og B68, og í fjør vóru hann og NSÍ við í toppstríðnum. Tá ið avtornaði endaðu teir gulu og svørt stríputu á fjórða [...] rokkið, var í 2002, tá ið teir vunnu steypakappingina og silvur í landskappingini. Um tað skal verða uppaftur betri, so skal NSÍ vinna bæði FM og steypakappingina. Men tað er ikki óhugsandi, at tey í Runavík [...] einki dulsmál. Í Runavík droyma tey um og vóna tey, at NSÍ í ár vinnur fyrsta meistaraheitið nakrantíð til felagið. Tað verður mett ikki at vera nóg gott og hóskandi, at trý onnur feløg í størstu fótbóltsoynni
frá í Føroyum leggja alla orku í. Alt hetta ber við sær, at vit næstan ikki hava tol at bíða eftir avbjóðingunum. Í steypakappingini taptu vit longu í 2. umfari í fjør 1-0 á heimavølli móti B68. Í ár ætla [...] kappast í toppinum hevur seinastu árini verið orsøk til, at feløg í fleiri økjum kring landið eru farin í samstarv um besta liðið eitt nú í Vágum og í Suðuroy hevur verið tosað um fusiónir. Formaðurin í EB/Streymi [...] bronsu. Og í fjør? - Tá endaðu vit eitt pláss hægri enn í fyrraárið, men í stigum vóru vit longri frá bronsuplássinum. Í fjør hilnaðist tað langt frá so væl hjá teimum báðum fremstu, sum tað gjørdi í fyrraárið