2. deild
Tað eru framvegis bara tvey lið, sum tosað verður um, tá tosað verður um nýggjar kandidatar til Formula-fótbólt komandi kappingarár.
B68 varð undan kappingini rópt sum stórfavorittur, og tó at teir enn hava møguleikan at avgera alt sjálvir, so hava teir so ruddiliga fingið - óvæntaða? - harða kapping frá B71 í hesum.
Betri suðuroyarferð
Somikið óvæntað hevur kappingin frá sandoyingunum verið, at B68 undan vikuskiftinum »bara« var á øðrum plássi á stigatalvuni. Men fyribils er tann veruleikin so broyttur nakað.
Sandoyingar hava nevnliga nýtt vikuskiftið til at halda sín 35 ára føðingardag, og tí varð dysturin, sum teir skulu spæla móti HB í Gundadali útsettur til týsdagin.
Tað gav B68 møguleikan at leggja seg á oddasessin - í øllum førum í nakrar dagar. Og hesum møguleikanum tóku teir so ruddiliga av.
Suðuroyarferðir tóktust annars ikki vera lívrætturin hjá B68, sum púrasta óvæntað misti stig móti Royn herfyri, men hesa ferð var tó eingin sum helst ivi um úrslitið. Longu undan steðginum høvdu gestirnir í Sumba lagt seg á odda 5-0, og so vóru seinastu trý korterini bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga.
B36 misti í evstu løtu
Tey bæði næstu liðini, sum altso kappast um bronsuna, eru AB og FSV04, og tey vunnu hvør í sínum lagi sínar dystir leygardagin.
Argjamenn fingu annars ein lítlan hvøkk, tá Royn legði seg á odda í dystinum á Argjum. Ein skelkur, sum argjamenninir tó megnaðu at vinna á. Hóast spælið ikki var so øgiliga sannførandi, so megnaðu teir at koma upp á javnt fyri steðgin, og so kundu teir báðir rutineraðu áleypararnir hjá liðnum seta tingini upp á pláss eftir steðgin.
Vágamenn settu hinvegin tingini upp á pláss fyri steðgin, tá teir vitjaðu í Gøtu. GÍ sær út til at stevna beina kós niður aftur í triðju deild, og heldur ikki hesa ferð spurdist nakað stig burturúr.
Tað tóktist tað annars gera hjá B36, tá teir vitjaðu í Leirvík. Fleiri av slagnum vóru enntá í væntu, eftir at árstalsfelagið við tveimum tøttum málum tóktist hava vunnið trý sera týðandi stig í botnstríðnum, men seinastu løtuna kiksaði fullkomuliga. LÍF fekk innan fimm minuttir skotið seg upp á javnt, og so mugu teir í B36 góðtaka, at teir eru eitt stig aftan- og ikki frammanfyri Royn í stríðnum um at sleppa undan dystum um upp- og niðurflyting.
Úrslitini
AB-Royn3-1 (1-1)
Sumba-B680-6 (0-5)
LÍF-B362-2 (0-0)
GÍ-FSV041-3 (0-3)