Sunnudagin kom Ralph van Dorren til Toftir, har hann ætlandi skal styrkja um miðvøllin í ár
Á heimasíðuni sigur B68, at talan er um miðvallara við sterkum verjudygdum. 24 ára gamli van Dorren er ætllaður úr Maastricht. Hann hevur eisni spælt við felagnum, sum ber býarnavnið, eins og hann hevur spælt við FC Eindhoven í næst bestu hollendsku deildini.
Til stuttleikar kann nevnast, at hetta er fyrsti hollendingurin, sum er í føroyskum fótbólti, síðani HB á sinni gjørdi sáttmála við Abraham Mendez. Tann søgan gjørdist tó ikki nakað eydnusamt ævintýr, men vónandi hava toftamenn betri vónir um van Dorren.