TOPPSKJÚTTIN
Leygardagin skoraði Christian Høgni Jacobsen tvey mál í 6-5 NSÍ sigrinum í Klaksvík. Harvið gjørdist NSÍ álopsspælarin, sum hevur strembað seg alt nærri føstum plássi á landsliðnum, toppskjútti í fyrstu landskappingini, sum hevur fevnt um 27 umfør. Christian Høgni var við í øllum umførunum uttan tveimum, og tað hevur eydnast honum at skjóta átjan mál.
Málini eru ikki so mong, sum tey onkur ár hava verið hjá toppskjúttanum, tá ið talan bara hevur verið um átjan umfør. Bestu málskjúttarnir higartil hava verið Súni Fríði Johannesen og Uni Arge. Í ávikavíst 1995 og í 1997 skoraðu teir 24 mál fyri ávikavíst B68 og HB. Í 1994 skoraði John Petersen 21 ferðir fyri GÍ, og í 1996 og í 1998 vóru ávikavíst Kurt Mørkøre, KÍ, og Jákup á Borg, B36, toppskjúttar við 20 málum.
Christian Høgni Jacobsen er serliga væl nøgdur við, at tað í ár hevur borið honum til at spæla, uttan at hann hevur verið stórvegis plágaður av skaðum.
- Eg havi ofta hildið, at graslíkisvallirnir hava farið illa við knøunum. Í ár havi eg spælt í graslíkisskóm og ikki í fótbóltsskóm, sum hava verið ætlaðir til vanligt grasundirlag. Tað kann væl vera, at hetta hevur gjørt mun, og tað er heldur einki at ivast í, at nýggja slagið av graslíkisvallum er betri fyri liðbondini, enn teir gomlu graslíkisvallirnir vóru tað, heldur Christian Høgni Jacobsen.
NSÍ álopsspælarin harmast um, at teir ikki fingu eitt stig afturat og harvið rukku silvurmerkjunum.
- Vit hava vunnið nógv stig móti oddaliðunum, meðan vit fleiri ferðir hava klossað óneyðug stig burtur móti teimum lægru støddu feløgunum. Tað iðra vit okkum nógv um.
Tá ið hann verður spurdur um, hvat av teimum átjan málunum, hann minnist best afturá, svarar Christian Høgni Jacobsen, sum eisini í 2006 fer at spæla við NSÍ, soleiðis:
-Kanska var tað seinna málið móti HB í Runavík. Uppleggið til tað málið minnist eg serliga væl, tá ið eg tók bóltin afturum og nýtti skotfintu, áðrenn bólturin varð sendur í málið.
Christian Høgni skoraði bæði málini í 2-1 heimasigrinum á HB. Tilsaman hevur Christian Høgni skorað í trettan av teimum 25 umførunum, sum hann hevur verið á vøllinum. Eina ferð hevur hann gjørt trý mál, tríggjar ferðir hevur hann skorað tvey mál, og í níggju dystum hevur hann fingið eitt mál.