veitsluhøli burturav. Hetta nýggja mentanarhúsið skal kunna brúkast bæði til konsertir og dans, eins og fyrilestrar og barnaansing. Serliga verður hugsað um ungdómin, sigur Kenneth Rasmussen. Í dag er tað [...] til pensionistarnar. ?Eitt hús, sum skal brúkast og vera livandi, sigur Kennth Rasmussen. Ein arbeiðsbólkur skal setast at fyrireika eina byggiætlan, eins og kostnaðarmeting skal gerast, sigur hann. Enn er [...] vinnuna í Runavík at stuðla hesum húsinum, eins og fók kunnu tekna seg sum lim í felagnum. Til ber at tekna seg sum einstaklingur, sum familja, eins og tað ber til hjá fyritøkum at tekna seg sum lim í
tann 26. juni hava Beinta og Páll Michelsen, Froðba, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima við vælkomst sunnudagin 25. juni frá kl. 12.00-18.00. 10. juli hava Dania og Jens Erik Magnussen, Miðvági [...] okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10. juli á tlf. nr. 371637 og 284037. Mánadagin 31. juli hava Henny og Óli Karl Olsen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum [...] ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 20. juli á tlf. 456719 ella 227322. 1. august hava Ann og Poul Jákup Mohr, Fuglafjørður, verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin
oktober, og føroyskar bøkur verða væl umboðaðar. Eitt lið av rithøvundum, forløgum og lyklapersónum fer at gera sítt til at skapa áhuga fyri og kunnleika til føroyskar bókmentir, og vónin er, at týsku og útlendsku [...] nú eru komnar undir land, og at klárt er at fara til Frankfurt. - Bókamessan í Frankfurt er árligt afturvendandi tiltak, og vit eiga at røkja hetta og tílík sambond væl og virðiliga til tess at røkka [...] heim, heldur landsstýriskvinnan. Umleið 20 fólk úr Føroyum ætla sær at vitja bókastevnuna. Fleiri av høvundunum umframt forløgini verða við og haraftrat fyriskiparar og LISA. Nevnast kunnu Bárður Oskarsson
kring landið, og nú var leiðin sett. Triðja- og fjórða talvið endaði við javnleiki, og Anand sostatt víðari við úrslitinum 2,5-1,5. Adams fekk í hesum talvum ongantíð veruliga hótt Anand, og kanst tú ikki [...] bleiv ein skjótur javnleikur, og einasta avgerandi talv í hesari hálvfinalu var annað talvi. Anand hevði hvítt og fekk fyrimun eftir at Adams hevði lukkað seg sjálvan fastan, og vann trygt. Stór frøi á indarum [...] javnleikin, og hendan plan hjá Grischuk varð somikið væl gjøgnumførd at sjálvur Kasparov hámetti henni. Men tíverri fyri Grischuk flutti hann skeiva leik í kritisku støðuni og Shirov var skjótur og vann. Grischuk
huganum og at brúka nógva orku uppá at varðveita eitt gott og reint umhvørvi. Eisini við at stuðla og menna lokala vinnu, gransking og útbúgving. Og so sjálvandi at vera við til at finna olju og gass, sum [...] oljufelagið Chevron, sum er størsta og mest virkna oljufelag á Atlantsmótinum. Og gesturin var eingin minni enn oddamaðurin hjá Chevron í Danmark, Trond Unneland. Og tað varð eisini lagt upp til eina heldur [...] torførum umstøðum, eitt nú í Afrika og Suðuramerika, tí felagið tekur hædd fyri lokalum viðurskiftum á staðnum. Teir byggja skúlar og stuðla lokala ídnaðinum. Vilja stuðla og menna -Men hvussu kann Chevron
hædd. Høvuðsarbeiðstakari var Timbur- og Snikkaratænastan v/Hjartvard Kjærbæk, Vestmanna, og Pauli Dam Joensen og onnur frá Árna Winther Arkitektum hava teknað og prosjekterað. Nógvar nýggjar deildir eru [...] sving. Tey fyrstu árini var tað í kommunuhølunum, og Hans Nolsøe, kommunuskrivari, og frk. Maria Olsen, sýslufulltrúi, vóru sett sum ávikavist deildarstjóri og kassameistari á deildini, sum tá bert hevði opið [...] Sparikassanum og hon var fyri sløkum 20 árum síðani sett sum leiðari á deildini. Ásla hevði sostatt 30 ára starvsdag hjá okkum herfyri. Tá Ásla hevði arbeitt í 25 ár gavst hon sum leiðari á deildini og Jóni Mohr
álitisfólkunum hevur gjørt. Skotið er upp at hava ein matarsteðg í 20 minuttir millum kl. 12 og 13 og síðan ein kaffisteðg fyrrapart og ein seinnapart uppá 15 minuttir hvør. Við hesi skipan hevði vanligi [...] órealistiskt, um kaffisteðgirnir fyrrapart og seinnapart bert verða 10 minuttir, tí tá fáa fólk ikki stundir at koma úr og í klæðini aftur. - Tí halda leiðsla og álitisfólk tað vera skilabetri at hava k [...] tikið støðu til, er, um tey vilja hava døgurðatíma, soleiðis sum hann er í dag ella ein matarsteðg og harvið sleppa fyrri til hús. - Eg trúgvi ikki, at hasir 10 minuttirnir, sum arbeitt verður eftir kl
ein tann stevnan, ið savnar lutfalsliga mest fólk, og mær er sagt, at til tíðir vóru 20 ferðir so nógv fólk í Nólsoy í senn, sum tað eru íbúgvar, og tað hevði svarað til, at 400.000 fólk vóru á ólavsøku [...] Ovastevnu gjørdu av, at regattain skuldi enda í Nólsoy, og hendan er vorðin fastur táttur av stevnuni. - Nólsoyingar eru kendir fyri sín góða vertskap, og hann vænti eg ikki fer at fornokta seg í ár heldur [...] Victoriu róði úr Nólsoy til Langelinje. Hetta er samstundis 19. ferðin, at skipað verður fyri Ovastevnu, og hesaferð ber hon eisini brá av, at talan er um jubileumsár. Tað verður borgarstjórin í kommununi, Heðin
Vivi Lind Jóannesarsson, Runavík og Marita Olsen. Gestavitjan Anne Gretha sigur, at á seinasta aðalfundi møttu 20-25 fólk, men onkuntíð hava eini 50 fólk verið á fundi, og tað er serliga, tá ið onkur útlendingur [...] av sjúkuni, og sjúkan kann altíð bróta útaftur, sigur Anne Gretha. Sjálv gjørdist hon sjúk í 1969; tá var hon 25 ára gomul og hevði átti fyrsta barnið. - Eg visti ikki, at eg hevði cøliaki, og ofta er tað [...] hevur verið boðin við. Og soleiðis er hesaferð; tí væntar hon væl av fólki til aðalfundin. - Til ávis høvi plaga vit at bjóða læknum ella professarum, sum granska í sjúkuni, og tað hevur mangan verið áhugavert
Leirvík, men búleikaðist seinastu 20 árini í Esbjerg. Hóast hann hevði búð burturi leingi, var hann líka heimkærur til Leirvíkar og Føroyar yvirhøvur. Hann var sonur Sannu og Ásbjørn Hansen úr Leirvík. Pápan [...] Væl lá fyri hjá honum at syngja og spæla. Ikki so fá løg og yrktir sangir eru komnir frá hansara hond. Av bondum, ið útkomin eru, kunnu nevnast, “Skulu møtast í himli” og “Mítt barnaheim”, har eisini [...] kundi hann koma á vitjan – og hava eitt listarverk við til gávus. Hans Andreas giftist við Evu Højgaard, dóttir Fríðbjørg og Andreas Højgaard í Rituvík. Tey fingu børnini Ásbjørn og Fríðbjørg, ið bæði búgva