Nólsoy opin fyri møguleikum

Nú í morgun varð seinasta hondin løgd á fyrireikingarnar til Ovastevnuna 2011, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur eisini lagt seinastu hondina á setanarrøðuna, sum hann skal halda undir Mikkjalsveggi klokkan 14 í morgin.

Í dag byrjar Ovastevna so smátt.
Jubileumsár er við tað at í ár eru liðin 25 ár, síðani Ove Joensen einsamallur umborð á Dianu Victoriu róði úr Nólsoy til Langelinje.
Hetta er samstundis 19. ferðin, at skipað verður fyri Ovastevnu, og hesaferð ber hon eisini brá av, at talan er um jubileumsár.
Tað verður borgarstjórin í kommununi, Heðin Mortensen, ið fer at seta setvnuna í morgin klokkan 14 undir Mikkjalsveggi. Men hvat ætlar borgarstjórin at leggja dent á í síðari setanarrøðu.
- Eg var jú sjálvur til staðar fyri 25 árum síðani, tá Ove Joensen kom á land á Langelinje. Eg fari at nevna nakað av tí, ið eg tá sum ÍSF-forseti upplivdi í samband við bragdið, sum Ove Joensen framdi, sigur Heðin Mortensen.
Ovasteva er eisini endabresturin á summarstevnunum, og er fyri so vítt meiri enn ein vanlig bygdarstevna, tí hon verður hildin í minninum á einari føroyskari hetju. Harav eisini navnið.
- Ovastevnan er eisini ein tann stevnan, ið savnar lutfalsliga mest fólk, og mær er sagt, at til tíðir vóru 20 ferðir so nógv fólk í Nólsoy í senn, sum tað eru íbúgvar, og tað hevði svarað til, at 400.000 fólk vóru á ólavsøku, sigur Heðin Mortensen.

Traditiónir
Hann vil sjálvandi ikki avdúkað ov nógv av tí, hann fer at siga í setanarrøðuni, men sigur tó, at hann fer at nema við ríka mentanarlívið, sum Nólsoy er kent fyri. Bæði tá tað kemur til tónleik, sang og sjónleik.
Nólsoy hevur jú eisini ríkar møguleikar, tá um vinnulívið ræður. Kommunalpolitikar hava víst seg at hava ein serliga forkærleika, tá tað ræður um at lívga um oynna.
- Tað er uppgávan hjá okkum politikarum at skapa karmarnar, og so er tað upp til nólsoyingar at fylla karmarnar. Men einki er at ivast í, at møguleikarnir eru vorðnir munandi betri, eftir at Ternan er farin at røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin nevnir eisini mongu traditiónirnar, sum hava tikið seg upp í sambandi við Ovastevnuna. Ein, sum er næstan líka gomul sum stevnan sjálv, er kabarettin, sum í ár hevur 18 ár á baki. Eisini verður nomið við svimjingina, sum verður fyriskipað fyri 15. ferð og nú er ein onnur traditión við at taka seg upp, nevniliga renningin niðan á Oyggjarmúla.
Tað fer eisini at verða 10-11 ár síðani, at Hósvíkar Róðrarfelag í samráð við nevndina fyri Ovastevnu gjørdu av, at regattain skuldi enda í Nólsoy, og hendan er vorðin fastur táttur av stevnuni.
- Nólsoyingar eru kendir fyri sín góða vertskap, og hann vænti eg ikki fer at fornokta seg í ár heldur, sigur Heðin Mortensen.
Sum nevnt verður Ovastevnan sett leygardagin klokkan 14 undir Mikkjalsveggi – har sum minnisplátan um Ova stendur, og har sum Ærisportrið er.