Tepur meiriluti fyri at avtaka døgurðatíman

Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari, sigur, at tilsamans 60 fólk atkvøddu; 32 vóru fyri at broyta døgurðatíman til matarsteðg, meðan 27 vóru ímóti. Ein atkvøða var blonk

Mánadagin atkvøddi arbeiðsfólkið á saltfiskavirkinum hjá Fiskavirking á Toftum um at broyta døgurðatíman til matarsteðg. Atkvøtt varð um eitt ítøkiligt uppskot, sum leiðslan á virkinum saman við álitisfólkunum hevur gjørt. Skotið er upp at hava ein matarsteðg í 20 minuttir millum kl. 12 og 13 og síðan ein kaffisteðg fyrrapart og ein seinnapart uppá 15 minuttir hvør. Við hesi skipan hevði vanligi arbeiðsdagurin verið liðugur kl. 16.10. Um arbeitt verður longri, verður yvirtíð goldin eftir kl. 16.10.
Tepur meiriluti
Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari, sigur, at tilsamans 60 fólk atkvøddu um uppskotið; 32 vóru fyri at broyta døgurðatíman til matarsteðg, meðan 27 vóru ímóti. Ein atkvøða var blonk.
Spurdur, hvat leiðslan fer at gera, nú meirilutin er so tepur, sigur virkisleiðarin, at leiðslan fer at skriva Arbeiðsmannafelagnum á Toftum eitt bræv, har greitt verður frá úrslitinum. Spurt fer eisini at verða, um felagið góðtekur uppskotið, sum meirilutin hevur samtykt.
Birgir er ikki so sannførdur um, at arbeiðsmannafelagið fer at taka undir við hesum, men hetta fæst ikki at vita, fyrr enn felagið hevur sagt sína hugsan um málið.
- Eg stúri fyri, at tað verða hasir seinastu 10 minuttirnir, sum togast verður um, hóast teir eru fyri at "kompensera" lønina hjá arbeiðsfólkinum, tí kaffisteðgirnir í uppskotinum eru 15 minuttir í staðin fyri 10 minuttir hvør.
Virkisleiðarin heldur tað vera órealistiskt, um kaffisteðgirnir fyrrapart og seinnapart bert verða 10 minuttir, tí tá fáa fólk ikki stundir at koma úr og í klæðini aftur.
- Tí halda leiðsla og álitisfólk tað vera skilabetri at hava kaffisteðgir, sum kunnu haldast, sigur hann.
Eina roynd vert
Birgir sigur, at fer arbeiðsmannafelagið at geva uppskotinum sítt viðmæli, verður skipanin sett í verk í einar 2-3 tríggjar mánaðir sum eina roynd.
- So, kann málið við matarsteðgi ella døgurðatíma takastuppaftur. Halda fólk tá, at gamla skipanin var betri, er einki til hindurs fyri at venda aftur til vanligan døgurðatíma.
Birgir er ikki í iva um, at tað, sum arbeiðsfólkið hevur tikið støðu til, er, um tey vilja hava døgurðatíma, soleiðis sum hann er í dag ella ein matarsteðg og harvið sleppa fyrri til hús.
- Eg trúgvi ikki, at hasir 10 minuttirnir, sum arbeitt verður eftir kl. 16, hava vigað tungt í avgerðini. Hetta snýr seg um døgurðatíma ella matarsteðg, sigur hann.
Onkur av pakkarunum, sum vanliga arbeiða eitt sindur longri enn hini fólkini, halda, at dagurin gerst og strævin, um døgurðatímin verður tikin av, men her vísir Birgir á, at eisini hesi fólkini sleppa ein tíma fyrr til hús, enn tey annars høvdu gjørt.
- Vit umhugsa eisini at gera eina skipan, har pakkararnir fáa ?styrk?, tá ið tað er neyðugt, so øll verða fyrri liðug, sigur Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari.