Stongunum, so teir høvdu vit eitt serliga vakið eyga við. Tað eydnaðist eisini væl at steðga teirra spæli, og sum heild var eg væl nøgdur við innsatsin sunnudagin, sigur Klæmint, sum annars ikki spældi við [...] eydnast ÍF a at styrkt enn meira um sína oddastøðu, men eisini tí at dysturin móti SÍ er ein av hesum dystunum, sum »skal vinnast«. Og tað eydnaðist eisini Fleyr at vinna 3-0. Settúrslitini vóru 15-8, 15-8 og [...] bert eina løtu, og tað var eisini bert í hesum settinum, at eitt sindur av iva var um endaliga úrslitið. Servurnar hjá havnarliðnum vóru góðar, og móttøkurnar riggaðu eisini væl. Tummas Óli Mortensen vísti
alla tíðina at halda nøsina frammanfyri Mjølnir, sum ikki fekk somu gongd á spælið hjá sær, sum í teimum báðum undanfarnu settunum. ÍF vann settið 15-13 og sum úrslitið sigur, so var kortini eitt sindur av [...] fegnast um, at ein spælari sum John Syderbø rættuliga fær glið á sítt spæl, men staðfestir at tað enn er munur á Mjølnir og ÍF. ? Skulu vit gera okkum galdandi í løtuni, so krevst at vit alla tíðina gera okkara [...] dystir, meðan Mjølnir hevði tapt móti Fram, Fleyr og eisini móti ÍF. Men hóast tað, so vístu klaksvíkingarnir, at teir avgjørt ikki skulu avskrivast sum eitt av liðunum í ovaru helvtini av kappingini. Mjølnir
ferðavinnuna í Eysturoynni, leggja vit okkum eftir at marknaðarføra Eysturoynna sum heild. Vit ætla okkum at virka sum vinnuskrivstova, samstundis sum vit virka sum kunningarstova, sigur Annleyg Lamhauge [...] framyvir. -Hetta krevur, at vit leggja arbeiðið væl til rættis, og eisini at vit samskipa ferðirnar væl; men við góðum ídni eigur hetta at ganga. Sjálvandi krevur hetta eisini, at vit hava ferðaleiðarar og bussar [...] Kunningarstovu. -Hendan ætlan, um at fara at virka sum vinnuskrivstova, kemur helst at geva eitt ískoyti til peningaliga raksturin av kunningarstovuni. Sum er, hevur kunningarstovan ikki serliga nógvan pening
? Í løtuni útflyta vit fyri yvir 100 milliónir um árið. ? Og vit betala yvir 20 milliónir í lønum. ? Men vit standa ikki í stað, og um tvey, trý ár eru vit komin uppaftur longri. Bakkafrost á Glyvrum er [...] á smoltum og at spara so nógv fóður sum gjørligt, fyri at fáa so stóran vinning sum gjørligt. ? Á okkara smoltstøð kunnu vit loyva okkum at fáa smoltini so stór sum gjørligt, tí so eru tey væl fyri, tá [...] alivinnuna kann sostatt verða sum hjá hinum, ið pissaði í buks: Tað vermdi eina løtu. Hann ivast eisini í, um útlendingar eru førir fyri at geva okkum nakra serliga vitan, sum vit ikki høvdu frammanundan.
byrjaði sum øll onnur, tá eg var lítil drongur. Sum við øllum øðrum dreingjum, so vóru tað skip, vit teknaðu. Munurin á hinum og mær var bara, at tá teir góvust, helt eg fram. Eitt tað fyrsta, sum eg minnist [...] typan, sum er altíð glaður. Hóast Óli Petersen dagliga undirheldur fjøldina við sínum tekningum, so er fakið sum skemtiteknari eitt rættiliga einsligt fak í Føroyum. Óli er tann einasti í landinum, sum livir [...] Hetta merkir tó ikki tað sama sum, at eg altíð skal gera okkurt og vera undirhildin. Mær dámar eisini óføra væl onki at gera, at hugna mær. Bara eg veit, at tað er tað, sum er á skránni. Nær er ein tekning
fíggjarheiminum. Eisini hevur hann megnað, at skapað Føroya Banka stórt álit, bæði her á landi og allarhelst uttanlands eisini. Og álit er væl ein stórur partur av øllum samskifti í bankaverðini sum aðrastaðni [...] óneyðugt at nevna, tá ið tað er almenn vitan. Stórt sæð eru vit báðir Astrup bara ósamdir um hesi vanlukkuligu prosentini. Og tað skula vit helst eisini vera, tá ið tað sjálvandi eru tveir sjónarvinklar í júst [...] krónum og flýggja hana yvir um skivuna ímóti eini kvittan, sum í framleiðsluvirði kostar 5 oyru, sigur ikki so lítið um hesi viðurskifti. Astrup, sum føroyingar so familiert eru farnir at rópa bankastjóran
Tað er alneyðugt, at vit fáa greiðari reglar í viðurskiftinum ímillum Føroyar og Danmark. ? Hetta er neyðugt tí vit føroyingar noyðast at hugsa okkum betri um, hvat vit gera, enn vit eru vanir. Bergur Berg [...] hann í starvinum sum fulltrúði í fullveldismálum í Tinganesi. Hann kemur sostatt at vera ein av næstu monnum hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni í fullveldismálum, nú framtíð Føroya sum sjálvstøðugt land [...] Føroyar og Danmark eru so ógreið, sum tey i veruleikanum eru, og at ábyrgdin fyri mongum førum liggur í báðum londunum. ?Avleiðingin av tí er, at tað eru so mong øki, sum hvørgin parturin følir seg hava
Tað, sum tú sært, er ikki bert grundað á tað sædda, men vit kunnu leggja afturat, tað sum liggur aftan fyri tekningarnar hjá Óla, kanst tú brúka orðini: hvussuleiðis og hví. Tær tekningarnar, sum ofta [...] kanska eitt lætt offur. Teir umboða meg og teg. Vit hava valt teir at standa fyri tí hugsjónini, sum vit sjálvi hava, og hevur Óli P. fangað okkurt, sum tín maður/kvinna hevur gjørt, og ein skemtiligur [...] teimum, sum Óli avmyndar. Tú ert líka skyldigur og óskyldigur, sum tey, ið Óli P. teknar. Tað hevði verið ov drúgt hjá honum, at farið í holt við allar føroyingarnar, men vit kenna okkum øll aftur. Vit eru
kunna bæði, sum ger, at Óli er tað,sum hann er. Eg lesi fyrst Óla, áðrenn eg lesi Sosialin. Tá eg sat sum løgmaður minnist eg nógvar løtur, har Óli var langt framman fyri sína tíð. Eitt nú tá vit høvdu sa [...] hvat Óli teknar. Tað, sum er sermerkt við Óla, er, at hann við fáum strikum kann fanga eina støðu ella okkurt, sum er sagt og lýsir viðurskiftini í Føroyum. Hann vísir væl eisini sína egnu støðu í tekningunum [...] strikur. Viðmerkingarnar eru eisini ógvuliga góðar. Ongantíð óreinur Pauli Ellefsen, fyrrv. løgmaður: -Tað er altíð ein fragd at lesa og hyggja at tí, sum Óli kemur við. Tað var eisini ein fragd tann tíð tað
í økjum, sum helst líkjast nógv tí, sum finst her hjá okkum. Okkum kunnugt hava oljufeløgini Conoco og Arco boring í gongd í Hvíta økinum,har bretska stjórnin fjør gjørdi av at designera sum sítt øki. [...] áhugavert at vita, hvat feløgini fara at finna, nú tey ætlandi skulu til at bora enn nærri markinum. Eisini vita vit, at oljufelagið Mobil er í ferð við eina sera áhugaverda boring úti á sera djúpum vatni, eitt [...] gjár nettup stóra álvaran í tí, sum er við at henda nær okkara marki. BAKSÍÐAN á medaljuni er so tann sannroynd, at tað enn ikki hevur eydnast at fáa eitt landgrunnsmark, sum aftur kann lata upp dyrnar fyri