ÍF megnaði akkurát at halda fast

Flogbóltur, menn: Tá Mjølnirleikararnir komu um fjørðin til Fuglafjarðar at leika móti ÍF væntaðu tey flestu, at talan var um eina »ekspeditiónssak«, men tey fingu annað at síggja

Tað var um reppið, at ÍF tapti fyrsta dystin á árinum á Kambsdali leygardagin.

Teir spældu móti Mjølnir úr Klaksvík og høvdu eftir økllum at døma lagt stríðsviljan eftir í Fuglafirði, tí tað máttu fimm sett til at avgreiða dystin og seinasta settið endaði við 16-14 sigri til ÍF.

Tað var annars soleiðis undan dystinum, at ÍF hevði vunnið allar sínar dystir, meðan Mjølnir hevði tapt móti Fram, Fleyr og eisini móti ÍF.

Men hóast tað, so vístu klaksvíkingarnir, at teir avgjørt ikki skulu avskrivast sum eitt av liðunum í ovaru helvtini av kappingini.


Mjølnir legði hart út

Fyrsta sett byrjaði við, at Mjølnir legði seg á odda. Teir løgdu hart út og fingu forðað fuglfirðingum í teirra spæli.

Eina løtu vóru klaksvíkingar frammanfyri 6-3, men so kom av álvara stígur í.

Fuglfirðingar fingu glið á sítt spæl og teir lagt Mjølnir undir trýst.

Restina av settinum áttu fuglfirðingar og teir vunnið 15-7. Tað vil siga, at Mjølnir bert fekk eitt stig afturat eftir støðuna 6-3, meðan fuglfirðingar fingu 12.

Í øðrum setti fingu klaksvíkingar skipað sítt spæl betur.

Álopsspælið virkaði nógv betri enn tað gjørdi í fyrsta settinum og tað var serliga John Syderbø, sum er ein sera góður spælari, sum fekk glið á sítt spæl.

John slær ógvuliga hart og fær hann fyrst glið á spælið hjá sær, so kann hann verða torførur at steðga til tíðir.

Annað sett var munandi javnari enn fyrsta og klaksvíkingar hildu tørn við fuglfirðingum, sum høvdu sera trupult at steðga góðu servunum frá klaksvíkingum.

Tá so er, er torført at fáa eitt skipað álopsspæl umframt at mótstøðuliðið hevur munandi lættari við at seta eina effektiva blokadu.

Annað sett endaði við at Mjølnir vann settið 15-12.

Mjølnir leikararnir hildu fram við góða spælinum í triðja settinum.

Blokadan og verjuspælið hjá ÍF var ikki so gott sum tað plagar at vera, og tað er nakað, sum ber á tað borðið at hugburðurin hjá ÍF var skeivur.

Hinvegin høvdu klaksvíkingarnir nakað at vísa aftaná veika dystin móti Fleyr nakrar dagar frammanundan.

Og ikki kann sigast annað enn, at teir fingu víst, at ein framvegis skal rokna við Mjølnir sum eitt av liðunum, sum kann fara at gera seg galdandi tá endaumfarið fer í gongd.

Liðið er samansett við royndum og minni royndum leikarum í einum góðum »miksi« og tað sær út til at teir eru í holt við at fáa ferð á spælið, sum til tíðir hevur verið heldur stirvið.

Mjølnir vann triðja sett við settmuninum 15-9 og vóru nú bert eittans sett frá eini hálvari »sensatión«.


Við neyð og deyð

Men fuglfirðingar vildu ikki hava sitandi á sær, at teir skuldu tapa fyrsta dystin á heimavølli og tí tóku teir seg rættiliga saman, tá mesti

tørvur var á tí.

Hetta er eitt gott tekin og ein sera góður eginleiki at hava, at kunna taka seg saman tá á stendur.

Teir fingu í hesum settinum víst hvør dugur er í teimum, og teir syrgdu fyri alla tíðina at halda nøsina frammanfyri Mjølnir, sum ikki fekk somu gongd á spælið hjá sær, sum í teimum báðum undanfarnu settunum.

ÍF vann settið 15-13 og sum úrslitið sigur, so var kortini eitt sindur av spenningi um hvør fór at toga sigurin í land kortini.

Síðani fóru liðini undir fimta og seinasta settið, sum jú verður spælt við serligum reglum.

Har er tað so, at liðini fáa stig fyri hvønn bólt. Tí verður hetta settið nógv styttri og nógv meira intenst.

Samstundis krevur tað nógv meir av leikarunum. Hvør servifeilur kostar eitt stig og tí krevst størri konsentratión í fimta settið, so tað slepst undan villum.

Bæði liðini bardust manniliga um seinasta settið. Hvørki av liðunum vildi víkja fyri hinum nú komið var so tætt upp á sigurin.

Men tá avtornaði var tað ÍF, sum við neyð og deyð tryggjaði sær sigurin.

Seinasta settið endaði við 16-14 sigrið til ÍF.


Framvegis

ósigrað oddalið

Úrslitið hevði sum sagt við sær, at ÍF framvegis er ósigrað oddalið í meistaradeildini hjá monnum við 12 stigum.

Teir hava spælt 6 dystir og vunnið teir allar.

Settmunurin hjá fuglfirðingum er eisini rættiliga góður. Teir hava vunnið 18 sett og tapt 4.

Á øðrum plássi koma Fleyr og Fram.

Liðini hava bæði tapt tveir dystir, men Fleyr er frammanfyri av tí at teir hava spælt ein dyst meir enn Fram og hava ein væl betri settmun.

Mjølnir er á fjórða plássi við fýra stigum. Teir hava higartil bert vunnið tveir av seks dystum, men dysturin í Fuglafirði ber boð um, at

teir eru á veg frameftir.

Niðastu liðini í meistaradeildini hjá monnum eru SÍ við tveimum stigum og ÍF við ongum stigi.


Góð tekin

Hóast tapið, so liðførarin og ein av teimum mest royndu leikarunum hjá Mjølni, Trúgvi Poulsen, ikki illa nøgdur við úrslitið.

? Tað er sjálvandi keðiligt at tapa, men gongdin í dystinum ber boð um at tað gongur rættan veg hjá okkum, sigur hann.

Hann fegnast um, at ein spælari sum John Syderbø rættuliga fær glið á sítt spæl, men staðfestir at tað enn er munur á Mjølnir og ÍF.

? Skulu vit gera okkum galdandi í løtuni, so krevst at vit alla tíðina gera okkara besta, samstundis sum hini liðini ikki skulu spæla upp til sítt besta.

? Men eg haldi at dysturin gav okkum nøkur góð tekin um at tað er gott í væntu við hesum liði, sigur Trúgvi Poulsen at enda.