føroyskum embætisfólkum fyri ymiskt, sum er farið fram í teimum ymisku ráðunum. Eg haldi, at viðgerðin sum fór fram av nýggju nevndarlimunum í Vísindaligu Siðsemisnevndini, var undir alt lágmark. Hví Bill [...] Einki verður nevnt um teirra arbeiðsroyndir og útbúgvingar í hesum høpi. Høvdu tey hoyrt til fólkakirkjuna, og høvdu tey somu arbeiðsroyndir og útbúgvingar, sum tey hava nú, ja, so vóru tey góðkend uttan [...] Dimmalætting: ?»tann fjóðri limurin í nevndini umboðar uttasta høgravongin í fólkakirkjuni, um talan yvirhøvur er um fólkakirkjuna, tí viðkomandi hevur ella er í ferð við at ríva seg leysan hagani«. Eg má
verða javnur um alt landið. Ein undanførsla so jánkaslig, at hon best prógvar, hvussu lágt vitið hjá út-róðrarmanninum verður mett. Og tað er ikki bert her vit berjast móti yvirvágini. Tá so Lønjavninga [...] rgrunnurin gjøgnum Føroya Fiskimannafelag heitir á bátaeigarar um at nýta ávísan sáttmála, ja, so mugu vit ásanna gamla orðatakið: »Øll eru líka fyri lógini, men summi eru meira líka yvirfyri henni enn [...] stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum. Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað, og ætlanin var
at skipanin verður so brúkaravinarlig sum gjørligt og at trygdin, eisini tá um trúnaðin ræður, er í lagi. Hetta er alt nakað ið kann gerast í skipanini, sum keypt er. So kann kjakast um, hvussu hetta skal [...] nakað einsíðugt um trúnaðarspurningin og kommunulæknaskipan. Ikki tí hetta eru eisini týdningarmikil viðurskifti, men her skal eg nema við tað, sum eg meti hava stórst týdning tá tosað verður um talgildia [...] tykki er tað tó ikki ein spurningur um tvørorganisatoriska/integreraða skipan ella ei, eg meini at tað almenna skyldar sjúklinginum eina optimala loysn. Ført hevur verið fram, at eitt nú kommunulæknarnir í
Bilar, bussar o.a. Eg skal ikki leingja nógv um hesaferð. Tó lat meg siga, at tað undrar mangan, tá vit síggja bilar, bussar og postbilar í kapping koyra um landið ? fleiri tómir ella hálvtómir ? og at [...] alt so ótrygt. Lat meg eisini siga, at Norðoyggjar var helst einasta økið, sum ongantíð mótmælti hækkaðu ferðaseðlaprísunum, men bert kravdu regularitet, fleksibilitet og at farðleiðin virkaði, so vinnulív [...] við nøkrum rættleiðingum og viðmerkingum til hetta prátið, sum var sera einstáttað, og málið er ikki so einfalt, sum tað verður gjørt til. Tað er rætt, at eftir at løgtingsfíggjarlógin fyri 2003 hevði fingið
910 túsund krónur í skatti. Ikki so galin renta kortini av einum rentufríum láni. Mánakvøldið 6. oktober var ikki so nógv luft eftir í ballónini. Nú hevði tú funnið fram til, at vit í roknskapinum høvdu [...] vegin, nú eitt reiðarí hyggur út um landoddarnar, er mær óskiljandi. Kári Højgaard stúrdi fyri avleiðingunum, um nú allur rækjuflotin fór undir fremmant flagg. Nei Kári, so einfalt er tað ikki. Fiskiloyvir [...] høvdu søkt mynduleikarnar um loyvi at leiguskráseta Arctic Viking í Litava. Mánadagin 29. september játtaði undirritaði sum form. í Felagnum Rækjuskip at koma í SVF at tosa um støðuna hjá rækjuflotanum
at vaksa um samfelagskøkuna, skulu vit gera enn meira fyri at økja um útboði av arbeiðsmegi. Umráðandi er, at fáa tey, sum onkursvegna eru dottin uttanfyri, innaftur á arbeiðsmarknaðin. Lógin um arbeiðsfremjandi [...] byrjað, og vit síggja fram til eitt spennandi tingár, ið er tað seinasta heila tingárið í hesum valskeiðnum. Tað er líkt til, at fíggjarliga rásarúmið nú umsíður verður soleiðis, at málið um javnvág í 2016 ikki [...] íløgunum samstundis sum vinnuliga virksemi veksur og soleiðis ikki halda fram við at fíggja almennar íløgur við lántøku og vaksa um lánskuldina undir hákonjunkturum. Búskapur er fyri ein stóran part psykologi
heldur fram við sínum fyrireikingum at stovna hetta nýggja tilboðið í Eysturskúlanum. Tí tykist ætlanin um at leggja fútabann ímóti Kommunuskúlanum sera løgin, her eingin broyting er farin fram, her verður [...] Skúlastýrið í Kommunuskúlanum ------- Skúlastýrið hevur bert hoyrt um ætlaða fútaforboðið í fjølmiðlunum. So hóast vit av góðum grundum ikki vita annað enn tað, sagt verður í fjølmiðlunum, loyva vit okkum [...] ár, við sera góðum úrsliti. Tá avgerðin er sett úr gildi fyribils, so eru vit aftur í útgangspunktinum, og eingin broyting er farin fram í Kommunuskúlanum, sum tessvegna hevur rætt til at halda fast við
viðgjørd. Gransking og hægri útbúgvingar í Føroyum Vit hava eina skyldu at fara væl um okkara tilfeingi, óansæð um tað snýr seg um reina umhvørvið, stóra havríkidømið ella fólksins viðføddu evni. Fleiri útbúgvingar [...] skulu tí hava so góðar undirvísarar og so góðar útbúgvingarstovnar sum gjørligt. Eftirmetingarskipanir kunnu vera við til at tryggja hetta. Kvalifiseraðar og óheftar eftirmetingar kunnu um somu tíð styrkja [...] tekur undir við uppskotinum um hvussu ein læknafrøðisligur granskingardepil og læknaútbúgving kann skipast í Føroyum (lýst í ÚBPN-álitinum, 2. bind, kap. 6.3.1.1). MFS fegnast um, at landsstýrismaðurin hevur
vegin tvær vikur um árið, og við barna- og ungdómspsykiatara, ið er her 5 vikur um árið. Harumframt hava vit tætt og gott samstarv við Sernámsdepilin, Almanna-stovuna, barnaverndirnar runt um í landinum og [...] konsulentar, ið vitjaðu hendan vegin 3 vikur um árið. So at siga, at kvalifiserað diagnostisering ikke finst í Føroyum, er ikki rætt, heldur ikki tá við tosa um MBD/DAMP. Børn við umfatandi atferðartrupulleikum [...] er neyðugt at hava." Tað og ymiskt annað verður nevnt í greinini, ið, sum heild, ber prógv um væntandi vitan um tað arbeiðið, ið serútbúgvin fólk: sálarlæknar, sálarfrøðingar, pedagogar, lærarar og onnur
er vorðin ov lítil, so hevur gamla og framvegis stásiliga høllin frá 1982 rúmligar umstøður bæði tá tað ræður um forhøll og móttøku, um vesir, skiftirúm, skáp og brúsur. Tað kemur so at siga ikki fyri, [...] arbeiðið er nú tikið upp aftur og sær út til at halda fram ótarnað. Projektið skal fullførast, og tað er nú einaferð tað, ið er mest umráðandi. So vit fegnast enn einaferð! Men í kjalarvørrinum av hesum [...] Longu tá fóru hesi at mutla og tutla um byggigøluna í Gundadali. Og kemur hon ikki av sær sjálvum, byggigølan, tað gera tær jú fyri tað mesta her í kommununi, so skal hon partú tosast í gongd. Sannleikin