Viðmerkingar til álitið frá útbúgvingarpolitikknevndini

Tíðindaskriv frá Meginfelag Føroyskra Studenta

Síðani álitið frá útbúgvingarpolitikknevndini (ÚBPN) varð almannakunngjørt hava verið reaksjónir frá fleiri síðum. Serliga ávísar av hesum reaksjónum hava fingið Meginfelag føroyskra studenta at gera hesar viðmerkingar.

MFS metir álitið sum eitt týðandi stig á leiðini fram ímóti at skipa føroyska útbúgvingarverkið eftir føroyskum fortreytum. Henda umskipan hevur verið tiltrongd leingi.

MFS hevur funnið mong skilagóð tilmæli og fleiri beinraknar lýsingar í álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini.

MFS tekur undir við at seta á stovn eftirmetingarskipanir innan fyri útbúgvingarverkið.

MFS fegnast um, at landsstýrismaðurin harumframt hevur sett sær sum mál at seta á stovn gransking og hægri útbúgvingar innan fleiri øki.

MFS vónar, át álitið frá ÚBPN fær eina positiva viðgerð, og at tilmælini verða konstruktivt viðgjørd.


Gransking og hægri útbúgvingar í Føroyum

Vit hava eina skyldu at fara væl um okkara tilfeingi, óansæð um tað snýr seg um reina umhvørvið, stóra havríkidømið ella fólksins viðføddu evni.

Fleiri útbúgvingar á hægri stigi í Føroyum vilja leggja meira gransking eftir seg. Við meira gransking fæst nýggj vitan. Við samstarvi við vinnuna og við tilknýttu útbúgvingunum kann vitanin gagnnýtast í vinnu og fyrisiting sum nýggj háttaløg og nýggjar loysnir.

MFS metir tað sum ein stóran miss fyri føroyska samfelagið, at lesandi ættarliðið ikki er í Føroyum, tí tá fer nógv vitan fyri skeytið. Samstundis missa tey lesandi við tíðini sambandið við heimlandið, og vandin økist fyri, at tey ikki koma heim aftur eftir loknan lestur.

Við fleiri útbúgvingarmøguleikum og betri møguleikum at taka partar av útbúgving í Føroyum vilja lesandi uttanlands varðveita tættari tilknýti til Føroyar. Eitt umhvørvi við gransking og hægri útbúgving í Føroyum vil eisini hava somu ávirkan.

MFS fegnast tí um, at landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri at seta á stovn gransking og hægri útbúgvingar innan fleiri øki.

MFS tekur undir við at stovna gransking og útbúgving innan KT á universitetsstigi.

MFS tekur undir við uppskotinum um hvussu ein læknafrøðisligur granskingardepil og læknaútbúgving kann skipast í Føroyum (lýst í ÚBPN-álitinum, 2. bind, kap. 6.3.1.1). MFS fegnast um, at landsstýrismaðurin hevur tikið hetta uppskot til sín.

Men samstundis er tað til stórt gagn fyri føroyska samfelagið, at føroyingar hava so góðar lestrarmøguleikar uttanlands, og at føroyingar eisini taka útbúgvingar uttanlands. Møguligt verður ongantíð at taka allar útbúgvingar í Føroyum, og neyðugt er tí framvegis at styrkja sambandið við tey lesandi uttanlands.


Eftirmetingarskipanir

MFS metir eftirmetingarskipanir sum eitt stýrings- og leiðsluamboð, sum við skilagóðari nýtslu kann vera við at menna føroyska útbúgvingarverkið.

Álitið hjá ÚBPN mælir til, at leiðsla og starvsfólk eru saman um at skipa innaneftirlit. MFS hevur tí ilt við at skilja, at Føroya Lærarafelag brúkar orð sum "njósning" og "misálit" (Dimmalætting 19. november 1999) um slíkar skipanir.

Endamálið má vera at næmingar og studentar fáa best møguligu undirvísingina. Vit skulu tí hava so góðar undirvísarar og so góðar útbúgvingarstovnar sum gjørligt. Eftirmetingarskipanir kunnu vera við til at tryggja hetta.

Kvalifiseraðar og óheftar eftirmetingar kunnu um somu tíð styrkja álitið á undirvísarar og stovnar í útbúgvingarverkinum og forða tilvildarligum atfinningum og tiltøkum.

Eftirmetingarskipanir eru tí til gagns fyri okkara felags áhugamál.

MFS tekur undir við at seta á stovn eftirmetingarskipanir innan fyri útbúgvingarverkið.

MFS harmast um at Føroya Lærarafelag ger eftirmetingar til ein spurning um álit ella misálit. Slíkt afturhaldssinni hevur føroyska skúlaverkið ikki brúk fyri í næstu øld. MFS heitir tí á Føroya Lærarafelag um at lesa álitið av nýggjum og viðgera tilmælini meira konstruktivt.


Vinarliga vegna MFS

Flóvin Eidesgaard, formaður í granskingar- og útbúgvingarnevnd MFS, tlf. 8232 0107

og Kristina Danielsen, formaður í MFS, tlf. 3296 1082