Viðmerkingar til viðtalu við umboð fyri MBD/DAMPfelagið

Dimma týskvøldið 23. august

Heri Kragesteen
leiðandi sálarfrøðingur á psykiatriska deplinum

Í Dimmu verður, í viðtaluni við umboðini fyri MBD/ DAMP felagið m.a. sagt, at alt ov lítið verður gjørt við og fyri tey børn, ið hava trupulleikar av tí slagnum, ið verða nevndir MBD/ DAMP (sipar til m.a. ólag í evnunum at samla seg, og ovurvirkni/hyperaktivitet), og sum í diagnosulistunum, ið flestu psykiatrisku deildir í norðanlondum arbeiða eftir, ICD-10, verður nevnt hyperkinetiskt ólag og sum í USA verður kalla ADHD (attention deficit, hyperactivity dysfunction).
Í hesi grein verða við-merkingar gjørdar til sumt av tí, ið nevnt er í greinini, meðan annað, serliga tað, ið hevur við viðgerðartilboð at gera innihaldsliga kemur í aðrari grein seinni í vikuni. Harumframt verður tá eisini nomið við, hvat tað merkir, at tosa um atferðartrupulleikar.
Sagt verður í viðtaluni í Dimmu t. 23.8. beinleiðis: "Førleikin at sjúkugreina og viðgera børn við MBD/ DAMP finst snøgt sagt ikki í Føroyum, og tað er neyðugt at hava." Tað og ymiskt annað verður nevnt í greinini, ið, sum heild, ber prógv um væntandi vitan um tað arbeiðið, ið serútbúgvin fólk: sálarlæknar, sálarfrøðingar, pedagogar, lærarar og onnur dagliga gera av diagnostiskum (sjúkugreinandi) slagi umframt viðgerð. Eg eri ikki ósamdir í, at umstøðurnar langt frá eru nøktandi í øllum førum, tá talan er um at greina og viðgera trupulleikar hjá børnum og ungum. Men at siga at einki er, og einki verður gjørt, er at taka munnin ov fullan. Og loyvi eg mær tí at taka fram nakað av tí, ið verður gjørt her í landinum, eisini tá talan er um teir trupulleikar, ið áhugafelagið hjá Báru Johansen og Mariu Jacobsen umboðar.
Vit, á Psykiatriska depl-inum á Landsjúkrahúsinum, arbeiða dagliga við trupulleikum, ið børn og ung stríðast við, sum partur av tí tænastu, ið Psykiatriski depilin veitur. Talan er ikki um eina deild burturav til børn og ung. Vit hava tí, til dømis, bert í avmarkaðan mun møguleika at leggja inn børn og ung, og er tað tá á vaksnamannadeildunum. Og tað gera vit bert, tá einki annað er til at taka. Men vit hava eina barna- og ungdómspsykiatriska tænastu, ið, eftir umstøðum og játtanum, virkar væl, og samstarva vit við sálarlækna og serfrøðing í sálarfrøði á Bispebjerg børne- og ungdómspsyki-atrisk afdeling, ið vitja hendan vegin tvær vikur um árið, og við barna- og ungdómspsykiatara, ið er her 5 vikur um árið. Harumframt hava vit tætt og gott samstarv við Sernámsdepilin, Almanna-stovuna, barnaverndirnar runt um í landinum og sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu.
Talan er um eina tænastu, ið er í landinum og virkar hvønn dag, og sum kann brúka serfrøðingarnar uttanlanda til mál, ið vit halda, vit hava fyri neyðuni at samstarva um. Og eisini ber til, í ávísan mun, at skipa fyri kanningum og innlegging í DK, um heilt illa stendur til, og um loysnin ikki er møgulig í Føroyum. Skipanin við barna- og ungdómspsykiatrisku tænastuni er nógv útbygd seinastu tvey árini, m.a. tí at normeringarnar á Psykiatriska deplinum í dag gera tað møguligt, at fjølbroyta psykiatrisku tænastuna. Áðrenn hetta, var tað bert sernámsdepilin, við sínari (út um alt mark) avmarkaðu sálarfrøðiligu tænastu, ið tók sær av at kanna, diagnostisera og viðgera børn og ung við trupulleikum av psykiatriskum slagi, í samstarvi við konsulentar, ið vitjaðu hendan vegin 3 vikur um árið. So at siga, at kvalifiserað diagnostisering ikke finst í Føroyum, er ikki rætt, heldur ikki tá við tosa um MBD/DAMP.
Børn við umfatandi atferðartrupulleikum, m.a. orsakað av viðfødda hyperkinetiska ólagnum ella brekinum, har dagstovnur ella skúli ikki fáa veitt neyðugu hjálpina, hava, frá 8/9 ára aldri, havt møguleika at fingið viðgerð á døgnstovninum Rókini. Og frá 13 til 18 ára aldur á tilsvarandi døgn-stovni, ið eitur Slóðin. Nýggi (dag)stovnurin, ið nevndur er í greinini, hevur m.a. børn undir 7 ár við umfatandi atferðartrupulleikum sum málbólk, og hesin stovnur ger, at tað samanumtikið er møguligt at geva viðgerðartilboð til børn í øllum aldri, við umfatandi atferðartrupulleikum, í Føroyum.
Men harumframt eigur at verða nevnt, at nógvir stuðulsfólkatímar verða veittir, bæði í og uttanfyri dagstovn og skúla, til børn og ung, eisini, og kanska serliga, til tey við MBD/ DAMP trupulleikum. Og hesi hava harumframt møguleika fyri at fáa medisinska viðgerð á Psyki-atriska deplinum (t.d. ritalin) eftir sjúkuútgreinan av starvsfólki á deplinum við ordinatión frá serlækna í psykiatri. So nakað verður gjørt frá almennari síðu saman við kønum og dugnaligum starvsfólkum. Men sjálvandi skulu vit megna meira enn vit gera nú, og ætlanir, m.a. um eina veruliga barna- og ung-dómspsykiatriska deild, eru lagdar fyri almanna- og heilsumálaráðið, so til ber í størri mun at sleppa undan innlegging og viðgerð uttanlanda av børnum og ungum, ið bæði er kostnaðar-mikil og strongjandi fyri tey børn og ungu, ið send verða av landinum.
Serfrøðingavitanina hava vit í rímuligan mun longu nú í Føroyum, og tann parturin kann bara gerast betri og størri við einari barna- og ungdómspsykiatriskari deild, ið eisini er ætlað at veita tænastur til m.a. nýggja dagsstovnin fyri børn við umfatandi atferðartrupulleikum.
Eg haldi tað vera í lagi og umráðandi at koma við atfinningum, og uppgávan hjá áhugabólkum er at verji síni. Men eg haldi, at tað átti at verið sjálvsagt, heldur at spælt saman við okkum, ið arbeiða við at skapa góðar umstøður fyri øll børn og ung við trupulleikum, enn at gera tað, ið virkar, til einkis.