Viðmerkingar um Talgildu heilsuskipanina

Jóanis Erik Køtlum
Tórshavn 12. juni 2006


Talgild heilsuskipan eitt amboð at geva sjúklingum eina betri tænastu.

Undirritaði hevur, sum starvsfólk í Almanna- og heilsumálaráðnum arbeitt við verkætlanini Talgild heilsuskipan frá byrjan av í 2003. Eg vil hervið koma við nøkrum viðmerkingum til kjakið, sum í seinastuni, eftir mínum tykki, hevur verið nakað einsíðugt um trúnaðarspurningin og kommunulæknaskipan. Ikki tí hetta eru eisini týdningarmikil viðurskifti, men her skal eg nema við tað, sum eg meti hava stórst týdning tá tosað verður um talgildia heilsuskipan.

Almanna- og heilsumálaráðið hevur valt at keypa eina integreraða skipan til alt føroyska heilsuverkið. Hví er ein integrerað loysn betur enn at sjúkrahúsini hava hvør sína skipan og kommunulæknarnir hava hvør sína skipan?

Svarið er einfalt, tí at vit seta trygd og kvalitet í viðgerðini av sjúklinginum í sentrum. Vit sum hava arbeitt við verkætlanini (bæði kommunulæknar, sjúkrahúslæknar, onnur heilsustarvsfólk, umsiting og politikarar) eru komin til tað niðurstøðu at ein skipan, sum umfatar allar partar av heilsuverkinum er besta trygd fyri, at sjúklingurin fær eina optimala heilsutænastu.

Nøkur dømi:
Nakrir av fyrimununum við eini integreraðari loysn eru:
Tann integreraða loysnin kann geva einum lækna ávaringar, um hann roynir at ordinera heilivág, sum sjúklingurin ikki tolir. Orsøkin kann vera, at sjúklingurin fær annan heilivág frá øðrum lækna, sum ikki eigur at verða tikin saman við tí heilivági, sum læknin ætlar at ordinera.
Ein lækni kann fáa atgongd til upplýsing um sjúklingin, sum møguliga hava týdning fyri tað viðger læknin umhugsar, hóast hesir upplýsingar eru skrásettir av øðrum lækna ella kommunulækna.
Gjørligt veðrur at fáa atgongd til upplýsingar um eitt nú blóðroyndir, sum áður eru tiknar. Sjúklingurin verður tá spardur fyri óneyðug intriv.
Svar kunnu skjótt fáast uppá spurningar, tí ein sleppur frá fyrst at prenta út, senda við posti ella fax, og síðani tøppa upplýsingar inn av nýggjum í aðra skipan.
Omanfyristandandi eru bert nøkur einstøk dømi fyri at skapa lesarin kann skilja, at alternativa valið til Talgildu heilsuskipanina hevur stórar vansar við sær, serliga sæð frá sjúklinginum.

Tað, at Almanna- og heilsumálaráðið hevur valt eina integreraða loysn, ger sjálvsagt tað, at allir starvsbólkar ikki fáa skræddaraseymaðar loysnir, men loysnin vit hava valt verður í skrivandi stund brúkt av 30.000 heilsustarvsfólkum í Svøríki, harav hjá 1.000 -2.000 kommunulæknar. Skipanin hevur tí í verki víst, at hon kann brúkast.

Nú veit eg, at kommunulæknarnir í Svøríki ikki eru løntir á sama hátt sum teir føroysku og at faktureringsamboðið tí ikki er ment, í mun til føroyska tørvin. Men higartil er loysnin bert royndarkoyd, hon er ikki góðkend og arbeiði er eisini sett í gongd við at broyta og menna hana.

Spurningurin er: Skal faktureringsamboðið, sum ikki virkar nøktandi í løtuni, men verður ment og kemur at virka, gera tað, at føroyski sjúklingurin ikki kann fáa stóru fyrimunirnar, sum liggja í integreraðu skipanini, sum dømi er víst á omanfyri? Eg spyrji bara?

Sjálvandi skal alt gerast fyri, at skipanin verður so brúkaravinarlig sum gjørligt og at trygdin, eisini tá um trúnaðin ræður, er í lagi. Hetta er alt nakað ið kann gerast í skipanini, sum keypt er. So kann kjakast um, hvussu hetta skal gerast. Eftir mínum tykki er tað tó ikki ein spurningur um tvørorganisatoriska/integreraða skipan ella ei, eg meini at tað almenna skyldar sjúklinginum eina optimala loysn.

Ført hevur verið fram, at eitt nú kommunulæknarnir í Tórshavnar kommunu kunnu keypa sær eina skipan í felag og síðani integrera hesa við skipanina sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur keypt. Henda loysn varð eisini kannað frá byrjan, men komið varð fram til, at hetta á ongan hátt kann gerast ein nøktandi loysn. Hetta er eisini m.a. staðfest í Danmark, har teir hava nýtt hundraðtals milliónir uppá slíkar integratiónir, uttan nøktandi úrslit. Hví gera somu feilir sum onnur hava staðfest tá vit hava møguleikan, at sleppa undan tí?

Harafturat er hetta bæði ein dýrari loysn og ein størri avbjóðing, hvat viðvíkur trygd. Fyri at tala í myndum, so er lættari at hava eftirlit við hvat fer inn og út gjøgnum eina hurð, enn at hava eftirlit hvat fer út og inn gjøgnum fleiri hurðar.

Mín áheitan er, at mynduleikarnir á økinum - kommunur, landstýri og heilsustarvsfólk - í felag arbeiða fyri, at fáa tað besta burturúr tí skipan, sum longu er keypt og framhaldandi menna hesa, okkum øllum at frama.