klára seg við tað tey vita frammanundan. Tað gongur eisini ofta væl, men onkuntíð gongur verri. Røsk sum starvfólki er, klára tey ein trupulleika í senn. Vit eiga tó at spyrja um hetta er rætt fyri barni [...] Ein er tilætlað børnum við autismu og ein er ætlað børnum við lágari immunverju. Restin má klára seg sjálvan. Á stovuni har børnini hava autismutrupulleikar eru tó ikki serútbúgvin fólk at taka sær av [...] orku uppá at finna útav hvat er ein kommunuuppgava og hvat er ein landsuppgáva. So er bara at stilla seg at rópa, har sum onkur lurtar. Tey sum rópa harðast og gera mest burturúr, fáa meir. Tey sum bukka
dag. Teir hava umleið 100 pláss, men skuldu havt 200. Í løtuni er tað so, at Landskassin skal gjalda fyri raksturin av røktarheimum. Tá nýtt skal byggjast letur Landið ein studning, sum hevur verið 500.000 [...] kar ella socialdemokratiskar hugsjónir, havi eg enn ikki hoyrt. Er tað kanska tí, at hann skjýtur seg sjálvan í fótin politiskt nú, og hetta er jú ikki fyrsta ferðin? Men Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum [...] i modernað vælferðarsamfelag. Men eg ivist ikki í, at fólk flest gjarna vilja gjalda, um vissa er fyri at pengarnir vera brúktir við skili. Royndir úr Danmark vísa, at sjálvt um skattatrýstið er høgt,
Teir hildu seg vera burturdømdar, tá ið KÍ javnaði til 2-2. - Linjuverjin markeraði fyri at Mortan úr Hørg lá í málteiginum. Tá ið dómarin bríkslaði, roknaðu vit ikki við, at tað var fyri, at KÍ skuldi [...] ikki havt tikið flaggið niður aftur, sigur Jákup á Borg. Hann heldur, at HB kann takka sær sjálvum fyri, at teir ikki høvdu avgjørt í 2. hálvleiki, og hóast vónbrotið kunnu teir liva við einum stigi í Klaksvík [...] spæla fótbólt, og hann gevur okkum víðar ræsur at brúka hugflogið. Tað elvir til stóra spæligleði. Fyri meg og allar hinar hevur tað ógvuliga stóran týdning. Vit eru eitt sindur frá toppinum, men eg haldi
Sumba. Hetta seinna kann HB gera nakað við. Hitt fyrra er treytað av, hvussu B36 stendur seg. Tað kemur ikki so ofta fyri, men í dag fara tey í HB húsinum at taka á við B36. Tað er Gunnar Mohr, formaður í HB [...] føstu monnunum leikbannaðir. Teir eru Jóhannis Joensen og Rúni Nolsøe. Allir tøkir Sumbingar stríðast fyri at fáa rættin til 1. deildarfótbólt fjórða árið á rað. Skal tað eydnast, er tað neyðugt at fáa stig
og tað skal vera rúm fyri báðum hesum gørpum í søgu okkara. Vit hava nógv at takka tykkum fyri, sum hava virkað fyri at reisa minnisvarða yvir Trónd í Gøtu og síðani hava skipað fyri tróndardøgum, har ymiskir [...] Mini, at bera fyrireikarunum og gøtufólki eina hjartans tøkk fyri hesi avbera spennandi og viðkomandi tiltøk. Gøta er nakað heilt fyri seg. Eg veit ikki, um tað nakra aðrastaðni í heiminum finst ein k [...] Framfýsna vinnulívið Onkur hevur fyrr sagt, at ongin blettur í Føroyum stendur fyri so nógvari framleiðslu og innløgu fyri hvønn íbúgva sum Gøta. Veit ikki, um tað ber til at gera hetta upp matematiskt
ikki fyri, at teir skulu liggja undir fyri kropsligu GÍ styrkini. Tað ræður um at spæla skjótt og at sleppa undan nærdystum, og um talan verður um tættar støður, so er NSÍ væl fyri. Eyðkent fyri oddaliðið [...] Sevmýri at handa TB steypið. Tað var stórt vónbrot fyri GÍ. Nógvir av teimum, sum nú manna liðini hjá NSÍ og GÍ, minnast ikki, hvussu tað gekk fyri seg fyri tjúgu árum síðani. Men millum áskoðararnar komast [...] teir í GÍ fara at leggja eins nógv fyri í dag, sum NSÍ gjørdi, tá ið GÍ var so tætt FM heitinum. Spurningurin er, um NSÍ í dag fer at vísa gummibeinini, sum GÍ vísti fyri tjúgu árum síðani. Nógvu tær seinastu
undirhalda á spæliplássinum. Hetta er ein fantastiskur festivalur fyri familjur, Guð havi lov fyri teimum eldsálum sum hava skipað fyri. [...] børn og eina konu í okkara vanliga so lítla gula bil. Eg eri nokkso glaður fyri at vit ikki skulu tjalda, havi ikki pláss fyri einum tjaldi í bilinum. Tað er eisini hopleyst at skula tjalda við tveimum [...] tokið inn til Roskilde fyri at leiga mær ein turkitrumlu til soviposan og øll klæðini. Einki myntvask er í Gøtu, og teir standa har og ristast av kulda. Men so forbarmar onkur seg og gevur teimum turt at
hetta seg til kennar í einum jólasálmi. Tann síðsti neistin frá eini høgtíð legði seg til hvíldar í eini troyttari jólasál, sum nú mett av halguni leitaði upp hús og kreyp undir rekkjuvágina fyri at sova [...] Tey vóru tey næstu hjúnini, ið settu seg niður á Hellunum. Elin var langabbasystir mín, sostatt vóru vit skyldmenn, vit báðir Arnold og eg. TAÐ, SUM RANN FRAM fyri meg nú, var triði jólamorgun í 1983. [...] dalurin fyri føturnar. Rustakambur var sum ein bulmikil hvalur, sum floytti sær í tí stillu hvirruni. Dalurin var eins og nýkaraður lagdur. Lá á gólvinum og seig purpurlittta morgunljósið í seg. Tað dimbláa
fingið luft undir veingirnar. Síðsta sunnudag varð tað hvøkkur, tá ið tað vísti seg, at Árni Frederiksberg ikki var førur fyri at spæla. Petur Knudsen varð settur í hansara stað, og tað megnaði hann væl. [...] millum málskjúttarnar. -Tað er hugaligt, at fleiri bjóða seg fram at skjóta mál. Í dag verður talan um nýggja og sera torføra avbjóðing. HB er væl fyri, men vit rokna við møguleikanum. Tað ræður um hjá okkum [...] bæði HB og NSÍ í spæli og við úrslitum víst, at hesi bæði liðini teljast millum tey, sum eru best fyri. NSÍ hevur ruddað borðið. Tríggir sigrar við málmuninum 14-0! siga, at málmaskinan framvegis snurrar
Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur ár, áðrenn føroysk feløg skipaðu fyri. Men í 1948 vóru føroyingar fyrstu ferð í Tovqussaq og róðu út fyri danskaran Claus Sørensen. Okkurt árið vóru 50 føroyingar, bæði kvinnur [...] Godtfred í Vági legði til brots við sínum »Norðfari« og fór til Grønlands at fiska. Hann ætlaði at fylla seg við kalva og selja á bretska marknaðinum, men kom aftur við fullum skipi av toski. »Norðfarið« var [...] smiðju aftur fyrrenn í 1949. Tann lítla smiðjan í Føroyingahavnini hevði verið lívlínan hjá flotanum fyri kríggið, og nú var onkuntíð neyðugt at sleipa skip, sum ikki kundi umvælast í Grønlandi, alla leiðina