Í Tórshavnar kommunu finnast tvær serstovur á dagstovnaøkinum.
Ein er tilætlað børnum við autismu og ein er ætlað børnum við lágari immunverju. Restin má klára seg sjálvan.
Á stovuni har børnini hava autismutrupulleikar eru tó ikki serútbúgvin fólk at taka sær av teimum. Har eru tó fleiri við áhuga at taka sær av teimum, men peningurin er ikki lagdur til viks. So tey muga klára seg við tað tey vita frammanundan. Tað gongur eisini ofta væl, men onkuntíð gongur verri. Røsk sum starvfólki er, klára tey ein trupulleika í senn. Vit eiga tó at spyrja um hetta er rætt fyri barni?
Á stovuni, sum børn við lágari immunverju eru í, eru starvsfólki eisini røsk. Tey brúka t.d. nógva orku at halda øll “frísk” børn frá teirra børnum. Tí enn er ikki komin ein serligur garður til tey veiku børnini. Starvsfólki eru tí eisini vaktarfólk og screena øll sum koma og fara.
Veiku børnini orka lítið. Tey eru jú ofta sjúk! So er gott at stovan hevur fingið ein barnavogn at ganga túrar við. Henda vognin fingu tey eftir at hava biðið um hann í 4 ár (Har vóru ikki pengar tøkir)
Restin eru børn:
– Við innlæringsórógv, so sum ADHD/ADD
– Sum eru fødd við Cerebral Parese (spastisk lammilsi) ella aðrar heilaskaðar
– Sum eru fødd við kromosomsjúku av ymsum slag
Á dagstovnaøkinum velja vit í løtuni at “inkudera” hesi børn. Tað merkir at tey skula innganga akkurát sum vanlig børn. Onkutíð er tað eisini ein ordiliga góð loysn, men ordiliga ofta er tað ein virkuliga keðilig og harmilig loysn. Av tí sama vera tey ofta eksludera í inklutiónini.
Eg arbeiði við hesi børn til dagligt og eg síggji aftur og aftur, hvussu Tórshavnar kommuna ikki hevur eitt passandi tilboð til tey. Her er eitt gabandi svart hol.
Í holinum eru familjur sum brúka alla orku uppá at finna útav hvat er ein kommunuuppgava og hvat er ein landsuppgáva. So er bara at stilla seg at rópa, har sum onkur lurtar. Tey sum rópa harðast og gera mest burturúr, fáa meir. Tey sum bukka undir í rópinum, fáa minni.
– Og eftir stendur barnið!
Tað er mítt ynski at Tórshavnar kommuna gongur fremst í hesum málinum. At vit í hesari kommununi standa errin fram og siga at vit vilja borgaranum við breki tað allarbesta.
– Dagstovar við veruligari inklutión
– Skúlar við sertilboðum
– Eftirskúlatilboð sum menna
– Og ikki minst!!!! Búðstaðir til vaksin børn ið bera brek.
Katrin Jacobæus,
valevni í Tórshavnar kommunu, Tjóðveldi