Vónbrotið hjá HB spælarunum var eyðsýnt, tá B36 í evstu løtu sunnudagin hevði javnað til 2?2. Áskoðararnir sótu sum slignir á nevið, og sambært formanninum í HB, var talan um kollektivt vónbrot:
? Vit kendu tað, sum um møguleikin at vinna meistaraskapin hvarv. Nú er ein lítil vika farin. Vit kunnu framvegis gerast meistarar, men so verður tað, tí VB søplar sín møguleika burtur, samstundis sum vit vinna í Sumba. Hetta seinna kann HB gera nakað við. Hitt fyrra er treytað av, hvussu B36 stendur seg. Tað kemur ikki so ofta fyri, men í dag fara tey í HB húsinum at taka á við B36.
Tað er Gunnar Mohr, formaður í HB, sum sigur hetta. Hann fer ikki til Sumbiar, tí hann skal til Fuglafirðar at hjálpa til at tryggja næstbesta liðnum framhaldandi tilveru í 2. deild.
? Tey seinnu árini hevur tað verið vanligt, at HB húsið hevur verið opið tað kvøldið, tá fótbóltskappingin endar. Soleiðis verður tað eisini í leygarkvøldið. Sjálvandi verður tað serliga hugaligt, um okkara menn koma úr Sumba við meistaraskapinum, men tað plagar at vera hugnaligt, eisini tá okkara lið er endað á fjórða plássinum. Vit vita, at tað í hvussu so er verður silvur í ár, og so kunnu vit ikki annað enn vóna, at tað verður meiri enn tað, sigur Gunnar Mohr.
Hjá HB eru tveir av føstu monnunum leikbannaðir. Teir eru Jóhannis Joensen og Rúni Nolsøe.
Allir tøkir
Sumbingar stríðast fyri at fáa rættin til 1. deildarfótbólt fjórða árið á rað. Skal tað eydnast, er tað neyðugt at fáa stig ímóti HB. Um FS Vágar einki fær frá KÍ, verður javnleikur nóg mikið hjá sumbingum, sum harvið gerast javnir í stigum við FSV, men teir enda hægri á støðutalvuni, tí Sumba hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti FSV.
Allir sumbingarnir, sum hava spælt seinastu tíðina, eru tøkir. Dánial Johan Joensen kemur heim úr Danmark til dystin. Tað er ikki greitt enn, men tað kann væl hugsast, at dysturin verður tann síðsti í Sumba hjá onkrum av teimum fýra útlendingunum, sum í ár hava spælt har suðuri.
? Vit hava tað álit á okkara monnum, at teir fara at gera sítt ítarsta. Teir vita, og teir hava víst fleiri ferðir, at teir eru betri, enn stórtapið í Runavík síðsta sunnudag kundi bent á. Uttan mun til, hvat endastøðan verður, so skal kappingarárið rundast av á rættan hátt, sigur formaðurin hjá sumbingum, Jonhard Vestergaard.










