Í HB leguni vóru teir vónbrotnir

HB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir eftir dystarlok. Teir hildu seg vera burturdømdar, tá ið KÍ javnaði til 2-2.
- Linjuverjin markeraði fyri at Mortan úr Hørg lá í málteiginum. Tá ið dómarin bríkslaði, roknaðu vit ikki við, at tað var fyri, at KÍ skuldi taka fríspark. Harvið vóru eftiransingarnar ikki upp á pláss. Í okkara eygum var talan um stórt mistak, og sjálvandi skuldi linjuverjin ikki havt tikið flaggið niður aftur, sigur Jákup á Borg.
Hann heldur, at HB kann takka sær sjálvum fyri, at teir ikki høvdu avgjørt í 2. hálvleiki, og hóast vónbrotið kunnu teir liva við einum stigi í Klaksvík. Serliga fegnast Jákup um, at tað leikliga hekk so væl saman í 2. hálvleiki:
- Krzystof Popczynski vil hava okkum at spæla fótbólt, og hann gevur okkum víðar ræsur at brúka hugflogið. Tað elvir til stóra spæligleði. Fyri meg og allar hinar hevur tað ógvuliga stóran týdning. Vit eru eitt sindur frá toppinum, men eg haldi, at gongdin boðar frá góðum, sigur væl upplagdi landsliðsspælarin hjá HB.
Jákup legði upp til fyrsta málið, skoraði tað næsta, og fekk tiltuskað sær brotssparkið.
Hví skeyt tú ikki sjálvur?
- Tað eru Rókur og eg, sum plaga at skjóta. Eg var troyttur eftir langa túrin, og Rókur plagar at vera tryggur. Tíverri miseydnaðist tað hesa ferð.
Og málið hjá tær?
- Eg rakti hann ikki serliga væl. Eg rokni við, at Meinhardt metti, at bólturin fór at fara við síðuna av málinum.
Og hin stóri møguleikin?
Meinhardt hálvbjargar sera væl. Hóast hann ikki stendur uppi, so fyllir hann væl. Eg royndi at skjóta upp í nettakið, men tíverri fór bólturin uppum. Eg ivist í, at hann hevði farið tað, um eg hevði ætlað at fingið hann uppum!