hoyra vit um ringar tíðir frá summum, álvaratos, meina tit veruliga, at vit hava ringar tíðir? Vit hava kanska ikki ráð at ferðast eina og tvær ferðir um árið uttanlands, og hvat so? Tað doyggja vit ikki [...] so tað battar. Vit kunnu ikki senda matin sum annars fer í ruskspannina, men vit kunnu geva pening, og biðja til Gud um at hjálpin kemur á rætta pláss, kemur fram til hesi neyðars fólk. Vit hoyra frá nýggja [...] har í Somalia eru professionel fólk, sum arbeiða og gera, at gávan kemur fram Øll kunnu vit lata nakað. Vit føroyingar vera ofta róstir fyri at geva so nógv, men eg ivist ikki í, at vit kunnu geva nógv
samstundis sagt at vit ikki skulu blanda okkum uppí danskan politikk. Men eru alt hettar nú í trá við ætlanina við fólkatingssessunum. Greiða svarið er nei! Frá lobbysimu, til politiskt vald Siga vit ja til skipanina [...] hvørjir vera leikbrøður hennara, er føroyska ávirkanin á fólkatingi í eini lyklastøðu. Vit hava møguleikan at flyta okkum innar í politiska hitan á Christiansborg, innar í stjórnarstovurnar, um væl ber [...] sum søkja politisku ávirkanina á Fólkatingi, so nýtist tær ikki at ivast longur. Tí eg bjóði meg fram sum bygdadreingin, sum søkir beint inn í hjartað á politisku skipanini á flatlondum. Og har vera allir
Fert tú á ólavsøku? - Ja, eg fari á ólavsøku. Eg eri sum oftast á ólavsøku. Hóast vit eisini fara uttanlands at ferðast, royni eg altíð at raðfesta soleiðis, at eg eri heima á ólavsøku. Tað sigur Joan [...] Joan Oskarsdóttir. - Í ár verður ólavsøkan nakað heilt serligt, nú vit arbeiða miðvíst við at flyta inn í okkara nýggju hús á ólavsøku. Hon sigur, at ólavsøkan hjá teimum byrjar ofta við, at tey sita saman [...] gongur leiðin oman á Vaglið, tá skrúðgongan kemur úr dómkirkjuni. Hetta er ein heilt serlig løta, har kórsangurin er prikkurin yvir i’ið. - Ólavsøkukvøld fara vit, júst sum seinasta ár, á The Tarv at eta
mannaættini er, at vit ikki síggja skriftina á vegginum, fyrr enn vit standa við rygginum móti múrinum. Trúgvin upp á, at fríu marknaðarkreftirnar kunnu loysa alt, og at privatiseringar og pengar eru tað týdningarmesta [...] verður við, at stóru peningastovnarnir, sum eru í trupulleikum júst nú, hava spekulerað fyri einar 700 billiónir krónur. Upprunaligu íløgurnar og lánini eru latin fólki og fyritøkum, sum onki veruligt [...] Mín vón er, at vit koma styrkt út í hinum endanum - framvegis við einum fríum marknaði, men nógv meira skipaðum. Higartil hava vit spælt fótbólt uttan dómara, linjuverjar ella strikur á vøllinum, har tann
stovni. Millum annað tí eru botnfiskastovnarnir so illa fyri í løtuni. Neyðugt er at geva Húkaflotanum møguleika fyri, at gagnnýta kvotuna, uttan at vit skulu fiska hana sjálvir, og eru tað fleiri møguleikar [...] ásett, men enn er hon ikki býtt millum skipini. Hóast vit hava fingið greiðar ábendingar um, at onki verður í okkara part, vilja vit staðiliga heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann um virka [...] raktar av tykkara politikki. Eitt rættvísari býti hevur lítla og onga ávirkan á raksturin hjá eitt nú nótaskipunum, sum eru sera væl fyri fíggjarliga – júst orsakað av stórum og góðum kvotum – men hevur
sigur Súsanna. Hon leggur afturat, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki undirmeta virði á teimum drúgvu royndum, sum eldri sjúkarrøktarfrøðingar hava fram um onnur. - Vit kenna øll tann vælkvalifiseraða [...] og enn eru nógvar menningaruppgávur eftir at loysa. Súsanna Mortensen er tó stak væl nøgd við tey úrslit, sum eru rokkin og royndirnar við nýggju útbúgvingini higartil. Allir lærararnir hava nú neyðugu [...] fakið. Súsanna Mortensen er rektari á skúlanum og hevur millum annað námsfrøðiligu ábyrgdina av útbúgvingini um hendi. Størri tilvitan At lyfta ein yrkisútbúgving upp á akademiskt støði, er ikki nakað, sum
juli næsta ár. Nú hevur stovnurin brúkt meiri enn 60 mió.kr. til asfaltverkið sambært almennum tølum. Og tí verður neyðarrópið frá Landsveki: -Nú hava vit brúkt so og so nógvan pening, at vit mugu sleppa [...] almennum innliti: “ Viðvíkjandi umvæling av verandi asfaltverki á Sundi, so hevur munnligt samskifti verið millum kommununa og Landsverk . Vit hava ikki fingið nakra umsókn um hetta og tí er heldur onki loyvi [...] ið við Kaldbaksfjørð meldaði kommununa og Landsverk fyri brot á byggilógina og umhvørvisverndarlógina. Tað varð gjørt fyri at fáa greiði á hesum byggimáli. Men felagið kundi ikki meldað, boðaði danska
vanliga at fáa eyga á teir, tá koyrt verður hendanveg við ferðafólki. Vit eru á veg niðan á eitt fjall oman fyri bygdina. Haðani er gott útsýni bæði út gjøgnum fjørðin og langt inn á innlandsísin. ?Har [...] fremmandum ferðafólki. ?Vit vóru nú hendan dagin og royndu at skjóta okkurt reinsdjór, greiðir hann frá. Men har gjørdist einki. Teir hava veitt nú eina tíð, og reinsdjórini eru vorðin heilt sansaleys. [...] Eina breyt góðar hundrað kilometrar inni á ísinum. Vit venda okkum móti setandi sólini, langt, langt har úti einastaðni. Lágt stendur hon, nú út er liðið bæði á árið og kvøldið. Hon sker í eyguni, og ger
umborð hava vit eitt gott amboð at geva íverksetarum og vinnulívinum eina sera góða tænastu. Nú gleða vit okkum bara at fáa nógvu góðu hugskotini inn í húsið, sigur Jónhild Rasmussen, umsitari á Hugskotinum [...] at nýta Vakstrarhjólið, sum á ein einfaldan hátt hjálpir íverksetarum og fyritøkum at nágreina, hvørjir møguleikar og hvørjar avbjóðingar eru soleiðis, at hugskotið kemur á flog. Ein av fyrimununum við [...] Dyrnar verða nú latnar upp í Nýskapanarhúsinum Hugskotið, sum er nýggja húsið til íverksetarar í Tórshavnar kommunu. Og húsið verður frá fyrsta degi á tremur við forvitnum íverksetarum. Allir fara teir
tvøsti, arbeitt hevur verið við. Eitt nú framgongur tað ikki í tilmælinum, tá tey siga at ein persónur á 70 kg kann eta 250g av tvøsti um mánaðin, hvørt talan er um vektina á ráum tvøsti ella kókaðum. Rátt tvøst [...] kanningarnar hava víst eru fleiri, eitt nú Dioxin og PCB – mestsum ikki verða nevnd. Ikki mannaføði Niðurstøðan hjá Pál Weihe og Høgna Debes Joensen tykist verða greið. Úrslitini hjá HFS eru ivasom, og tað tykist [...] ikki einsamøll í sínum ákoyringum móti nýggjasta tilmælinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at vit nú aftur kunnu eta grind einaferð um mánaðin. Mennirnir handan upprunaliga frámælið frá 2008, Pál Weihe