Erla Olsen, lívfrøðingur, er ikki einsamøll í sínum ákoyringum móti nýggjasta tilmælinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, um at vit nú aftur kunnu eta grind einaferð um mánaðin. Mennirnir handan upprunaliga frámælið frá 2008, Pál Weihe, landslækni, og Høgni Debes Joensen, landslækni, taka í høvuðsheitum undir við teimum ákoyringum, Erla Olsen kemur við.
Í einum innanhýsis riti frá Pál Weihe og Hægna Debes Joensen, til Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøæðiligu Starvsstovuni, hava teir gjørt sínar viðmerkingar til nýggja kosttilmælið.
Ákoyringarnar byggja nøkumlunda á somu punkt, sum Erla Olsen nevnir í sínari grein.
Hægsti felagsnevnari
Serliga leggja Pál Weihe og Høgni Debes Joensen seg eisini eftir, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur valt hægsta felagsnevnara, tá tey hava valt markvirðið fyri kyksilvur at arbeiða eftir. HFS hevur valt at arbeiða eftir tilmælinum frá einum stovni undir Heimsheilsustovninum sum grundarlag.
- Vit høvdu hildið, at rímiligari hevði verið at býtt tilráðinigina hjá umhvørvisstovuni í USA, sum er grundað á kanningarnar í Føroyum. Hevði hetta verið gjørt, so vildi tilráðingin hjá Starvsstovuni við somu fortreytum annars verið í mesta lagi ein máltíð annaðhvønn mánað. Og nýta vit ta seinastu hagfrøðiligu viðgerðina av sama tilfari, so minkar markvirðið aftur til helvtar, og tað hevði so havt við sær., at vit eftir hesum bert kundu etið grind í mesta lagi fjórða hvønn mánað.
Sostatt hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan arbeitt eftir hægsta felagsnevnara.
Vekt og onnur evni
Pál Weihe og Høgni Debes Joensen nema í sínum viðmerkingum eisini við tær vektir av tvøsti, arbeitt hevur verið við. Eitt nú framgongur tað ikki í tilmælinum, tá tey siga at ein persónur á 70 kg kann eta 250g av tvøsti um mánaðin, hvørt talan er um vektina á ráum tvøsti ella kókaðum. Rátt tvøst inniheldur í miðal 2 milligram av kyksilvuri fyri hvørt kilo, men um tú kókar tvøstið í 1½ tíma minkar tað við umleið 1/3 í vekt, vísa Pál Weihe og Høgni Debes Joensen á.
Eitt annað, teir eisini fýlast á, er at í tilmælinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni verður fyri tað mesta arbeitt við kyksilvuri, meðan hini skaðiligu evnini í grind – sum, føroysku kanningarnar hava víst eru fleiri, eitt nú Dioxin og PCB – mestsum ikki verða nevnd.
Ikki mannaføði
Niðurstøðan hjá Pál Weihe og Høgna Debes Joensen tykist verða greið. Úrslitini hjá HFS eru ivasom, og tað tykist ikki verða ráðiligt at eta grind eina ferð um mánaðin.
- Og ein vøra, sum ikki má etast meira enn seks til tíggju ferðir um árið, kann eftir okkara tykki ikki tilmælast sum matur, staðfesta Pál Weihe og Høgni Debes Joensen.