Kapitalisman spælt fallitt

Í vikuni segði enski forsætisráðharrin, Gordon Brown, at hann tordi at siga s-orðið – sosialisma.

- Sosialisma merkir ikki tað sama sum, at staturin skal eiga alt. Men, tey sum eiga, skulu hava greiðar karmar at virka undir, so ongin verður snýttur og ongin spekulatur verður løntur, sigur Svend Auken, í práti við Sosialin um búskaparkreppuna, sum herjar í heiminum í dag

Í hesum døgum er danski fólkatingslimurin Svend Auken á vitjan í Føroyum, saman við konuni, Anne Wivel, sum hevur leikstjórnað einum filmi um Grønland til norðurlendska filmsfestivalin í Norðulandahúsinum.

Svend Auken, fyrrverandi næstformaður í danska sosialdemokratínum og næstformaður í fólkatinginum, hevur undir vitjanini í Føroyum prátað við løgmann, formansskapin í løgtinginum, Jóannes Eidesgaard, og føroysku fólkatingslimirnar Høgna Hoydal og Edmund Joensen. Eisini vitjaði hann inn á gólvið her í Vágsbotni til prát við Rás 2 og Sosialin.


Heimsbankin taka um endan

Í prátinum við Svend Auken, leggur hann fyri við at staðfesta, at vit í løtuni rinda prísin fyri blindu trúnna upp á fríu marknaðarkreftirnar, og ógjøgnumskygni í fíggjarheiminum.

– Altjóða peningarenslið er vorðið ein nærum pervers spekulatiónsskipan, har peningur verður settur í virðisleysar ognir og verkætlanir. Roknað verður við, at stóru peningastovnarnir, sum eru í trupulleikum júst nú, hava spekulerað fyri einar 700 billiónir krónur. Upprunaligu íløgurnar og lánini eru latin fólki og fyritøkum, sum onki veruligt virði hava í rygginum. Hendan spekulatiónin er gjøgnumsúrgað ósunn fyri heimsbúskapin, sigur Svend Auken, sum tekur Ísland fram sum dømi.

- Nú noyðast vit at fáa altjóða reglur at ganga eftir í framtíðini. Her má vera 100 prosent gjøgnumskygni og ein verulig trygd aftanfyri allar íløgur, so tað ikki skal bera til at læna 30 dollarar, um man bara eigur ein.

- Hetta er ein av størstu avbjóðingunum hjá heimsbankanum - at fáa skipanir, sum gera óheftar kreditmetingar og at seta á stovn eitt sterkt fíggjareftirlit. Her kundi eg sjálvandi ynskt, at vit fingu nakrar felags altjóða leiðreglur, sigur Svend Auken, sum er errin av, at ES hevur megnað at byrgja upp fyri einum fullkomnum skrædli í fyrstu atløgu. Eisini fegnast hann um, at Føroyar er partur av hesum avtalum og støðufestinum, sum tær vónandi hava við sær.


Fótbóltur við ongum dómara

- Mín vón er, at vit koma styrkt út í hinum endanum - framvegis við einum fríum marknaði, men nógv meira skipaðum. Higartil hava vit spælt fótbólt uttan dómara, linjuverjar ella strikur á vøllinum, har tann mest harðrendi fór avstað við sigrinum. Framyvir skulu vit hava ein vøll, sum er greitt uppmerktur, við dómara og linjuverjum, sum kunnu døma og geva gul og reyð kort, sigur Svend Auken. Og hann spyr seg sjálvan, hvussu hetta kundi henda.

- Vit spyrja okkum sjálvi, hvussu, til dømis, íslendingar kundu byggja sær eina skuld upp, sum er 12 ferðir BNP, meðan teir keyptu upp ognir og fyritøkur í øllum heiminum. Onkur hevur viljað verið við, at russiskir mafiapengar hava verið uppií. Men veruleikin hevur jú verið, at Ísland hevur verið eitt satt paradís fyri spekulantar, stuðla av politisku skipanini, sum átti at tikið ábyrgd og steðgað tí, meðan tíð var. Hetta rindar tann vanligi íslendingurin ein óhoyrdan prís fyri í dag. Og soleiðis verður um allan heimin, at tað eru tey veiku, sum rinda prísin, sigur Svend Auken.


S-orðið

Í vikuni segði enski forsætisráðharrin, Gordon Brown, at hann tordi at siga s-orðið – sosialisma. Hvat sigur Svend Auken til tað?

- Tað hevði sjálvandi verið betri um fólk vendi sær til sosialismuna í góðum tíðum,

í staðin fyri, tá kapitalisman hevði spælt fallit. Sorgarleikurin hjá mannaættini er, at vit ikki síggja skriftina á vegginum, fyrr enn vit standa við rygginum móti múrinum. Trúgvin upp á, at fríu marknaðarkreftirnar kunnu loysa alt, og at privatiseringar og pengar eru tað týdningarmesta í heiminum er kollsigld. Einasta alternativið til hesa blindu trúnna uppá marknaðarkreftirnar, er tann sosialdemokratiska tankin, um eitt sterkt samfelag við greiðum reglum og stovnum, sum kunnu seta nakrar skilagóðar rammur fyri marknaðin og fría initiativið. Sosialisma merkir ikki tað sama sum, at staturin skal eiga alt. Privatur ognarrættur skal vera, eins og privatar fyritøkur og bankar. Men tey skulu hava greiðar karmar, so ongin verður snýttur og ongin spekulatur verður løntur, endar Svend Auken.