klaksvíkingar og norðoyingar sum heild. Tøkk fyri tykkara hugflog, dirvið, áræði... og samanhald. Føroyar og føroyingar høvdu verið fátækari uttan tykkum. Vónandi missa tit ikki hesar góðu dygdir og "sereyðkennir" [...] Tøkk fyri tykkara hugflog, árræði, samarbeiði, ósjálvsøkni og samanhald. Tøkk skal eisini ljóða til tykkum, ið á ymiskan hátt virkaðu við, tykkum sum endaðu upp á vinnarpallin, og tykkum ið ikki komu [...] samfelagnum, men sum samstundis hava teir "rundastu álbogarnar og tær lágmæltastu røddirnar" - gjørdust sjónlig og hoyrdust á ein góðan, hugnaligan og stuttligan hátt. Frálíkt! At klaksvíkingar eru undangongufólk
skínur oman og niðan, og í Miðlahúsinum í Vágsbotni vitjar ein mest kendu og virðismettu evropeisku politikarunum . Eingin ivi er um, at talan er um ein politiskan kapasitet av teimum heilt stóru, og samstundis [...] pátikin, fryntligur og dugir væl at lurta og svara. - Umhvørvi, globalt demokrati og eitt væl útbygt vælferðarsamfelag eiga at vera hjartamál hjá øllum javnaðarflokkum, sigur hann, og hugsanir mínar fara [...] at vinstri vongurin og serliga Javnaðarflokkarnir hava sitið hendur í favn, og latið fríu marknaðarkreftirnar ótálmaðar fáa frítt rásarúm, meðan grundleggjandi menniskjalig, sosial og mentanarlig atlit ikki
heimin í egnar hendur. Í dag eru mong í ferð við at gloyma Guð, og hetta er høvuðsorsøkin til menniskjunnar misnøgd og iva, segði Benadikt pávi XVI. Men hann tók eisini í egnan barm og ásannaði, at tann [...] síni lýti. -Harrin hevur sagt okkum, at kirkjan er sum ein nót við bæði góðum og ringum fiski og sum ein akur við hveiti og illhgrasi, segði pávin. Undir vitrjanini í sínum gamla heimlandi legði pávin stóran [...] Umleið 700.000 fólk vóru og lurtaðu eftir Benadikt XVI páva á altjóða katólska ungdómsfundinum á Marienfeld uttan fyri Köln um vikuskiftið. Fleiri teirra vóru komin at vita, um tann nýggi pávin mundi hava
egnar hendur við uttanríkislógini, so sigur Høgni Hoydal, at tað hava vit altíð kunna gjørt undir veingjabreiðinum og við fulltrú frá uttanríkisráðnum og við Heimastýrislógini sum grundarlagi, og tað er [...] politikki áður. Frá 1948 og fram til 1974 sat flokkurin júst á sama hátt, sum Høgni nú vil. Einki hendi, men orðini og proklamasjónirnar trutu ikki. Bløðini á tremur, fundir og rakstrarróp. Tá ið so flokkurin [...] brúkti vit og skil, og rættiliga nógv kom á skaftið. Gaman í langt frá alt, men munandi framstig á sjálvstýrisleið. Men sum áður sagt, hatta er so leikluturin, Høgni Hoydal nú hevur valt og alt uttan nakað
støðga á og koma yvir til bókaborðið og fáa eina samrøðu við OM-fólkini. Samrøðurnar við muslimar eru ofta harðmæltar og verða ógvuliga drúgvar, har báðir partar leggja síni sjónarmið fram og prógva tey [...] til Mekka, og at geva olmussu. Trúarjáttanin "Eg vitni at eingin gud er uttan Gud (Allah), og Mohammed er tænari hansara og boðberi" Bønin "Áðrenn muslimar biðja, skulu teir vaska sær um hendur, føtur, andlit [...] var hent í London, bumbur vóru brostnar, og fleiri fólk høvdu latið lív. Vit skuldu flúgva til London umvegis Aberdeen og síðan koyra í bussi til Birmingham, og vistu vit tí ikki, um atsóknin fór at ávirka
ísraelskir hermenn hús úr húsi og bóðu húsfólkini fara um markið til Ísraels sum skjótast. Í bygdunum Moarg og Kerem Atzmona settu ill niðursetufólk bingjur við burturkasti og viðabular á vegirnar fyri at [...] frið, tí hermenninir fóru inn í synagogurnar eftir teimum. Summastaðni fóru niðursetufólk og hermenn til hendurs, og tað endaði við, at nógv niðursetufólk vórðu tikin. Harumframt eru umleið 800 mótmælisfólk [...] Gaza -Vit fara ikki hiðani. Guð hevur givið okkum hetta landið, og vit vita, at hann fer at fremja eitt undur, so vit verða verandi her. Tey mest víðgongdu niðursetufólkini hildu til tað seinasta, at Guð
løgtingslóg, so skal fiskivinnuráðið ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, eins og øll týðandi uppskot til lógir og kunngerðir skulu ummælast av ráðnum. Í viðmerkingunum sigur Torbjørn Jacobsen, at hann [...] hevði havt dubbað seg meira, í hvussu er við omanfyrinevndu amboðum, sum liggja við hendur hansara búgvin at brúka. Og í triðja lagið til Torbjørn Jacobsen hava at vita, hvør tað er, sum í løtuni mannar
pengar og ognarrætt, og at ognirnar koma undir vanligar marknaðartreytir. Í mun til útlendskar og kanska serliga íslendskar íløgur, er vandin at einstøk fólk og feløg koma at sita á ov nógvum, og at møguligur [...] heima. Sum vit síggja dømini viðvíkjandi støðuni millum Føroyar og Ísland og Peru og USA, so eru londini óttafull, tá latast skal upp. Og um eitt land sum Føroyar óttast eitt land sum Ísland, hvussu stórur [...] Casablanca og Ryadh, og vit hava fyrr sæð tað í Japan. Tann víðgongdi islamiski yvirgangurin, sum skakar mest nú, er eisini ørkymlandi, tí talan eisini er um fólk sum búgva í fyrstaheimslondum og at talan
við ljósperum í al-skyns litum øðrumegin og tónleikarunum hinumegin. Sjúrður Skaale og Jákup Weyhe koma til sjóndar ovast í torninum í hvítum klædningum og skóm og stórum, prýðiligum, pinklittum tvørsloyfum [...] í skemtinum. Tað tykist eitt sindur bakvent, tí Jákup Weyhe og Sjúrður Skaale eru teir fremstu skemtarnir vit eiga og hava evnir og hugflog at fornýggja seg. Bílagt arbeiði Tað er Listastevnan, sum hevur [...] meðan salurin kókar í látri. Setist við sítt ljóðføri, og so er skemtið byrjað. Spælið á pallinum gongur skjótt, og tónleikurin fylgir væl við. Av og á verður skemtið á pallinum avbrotið av videosýning á
158 bor i Signabøur og 46 bor i Oyrareingir." Nei, vælsignaður, hatta er ikki beint. Bæði formliga og í roynd og veru er bara talan um eina bygd. Soleiðis er og hevur altíð verið; og tað ber ikki til at [...] Dam og m.a. eldra bróðurin, politikaran og løgmannin, P.M. Dam. Greinskrivarin tykist ikki hava nóg gott innlit í evnið, og tí verður tað so tilvildarligt: Nógv nøvn verða nevnd, men ikki Menning og Helena [...] var sjálvandi húsið frammi við Gjónna. Tað snúði seg fyrst og fremst um postflutning og ikki um kommunu- og bygdamørk! Tað hevði verið áhugavert og ynskiligt, um greitt hevði verið frá, hví tað við tíðini