Nú vaska tey sínar hendur

Frank Davidsen

Meðan menn og kvinnur hava svøvnleysar nætur og stoltleiki sørvinga um nakrar dagar fer at sigla heim á sínum »síðsta« túri, vaska tey hendur.
Hesi fólk, sum siga seg hava sitið í nevnd felagsins í 20 ár, uttan at kunna havt nakra sum helst ávirkan á felagið, kunna hinvegin uppá nakrar dagar bjóða Kaupthing 60% av tí felagið, sum tey als onga ávirkan hava havt á í 20 ár.
Sjálvsagt eigur ein og hvør at hava loyvið til at selja síni partabrøv til hvønn hann vil, men bara at finna saman við eittans endamálið, at eingin bygdamaður skuldi fáa møguleikan tað er langt úti.
Hvat við teimum monnum sum hava mannað Vesturvón og minnilutan av partaeigarum. Eg ivist onga løtu í, at allir fíggingarstovnar høvu latið teimum monnum fígging, um tit bara høvdu selt tykkara partabrøv í bátinum, og so vóru vit ikki vitni til tann sorgarleik ið bygdin kemur at kenna sviðan av langt fram í tíðina.
Og so at siga, at ein av stovnarunum sum ikki er millum okkum longur, hevði tikið undir við at selja Vesturvón við kvotu inn á Skálafjørðin og til Ísland at fiska útfrá, tað sigur bara alt.
Sørvágs kommuna var við til at bjarga Vesturvón tá høvuðsmotorurin brotnaði í hálvfjersunum.
Við 27% nærum 1/3 av partapeninginum treytaði Sørvágs Kommuna sær við undirskirft av táverandi eigarum í gerðabók kommununar at Sørvágur heimstaður Vesturvóns ongantíð skuldi eiga minni enn 50% av partabrøvunum. Tíverri kom henda samtykt ongantíð í viðtøkur felagsins, helst av teirri orsøk, at eingin hevði fantasi at ímynda sær, at Vesturvón í óðum verki var seldur í tí dulda, og ikki í fríari sølu.
Alt týður uppá, at sjálvt um hesir partabrævaeigarar nú siga seg vera ónøgdir við tann mátan, reiðarin hevði rikið felagið, so høvdu teir ikki mansmót til at seta hann frá, tíansheldur teir høvdu so frægt av virðing fyri hinum partaeigarunum, at kalla til eykaaðalfund.
Orsøkin til, at eg loyvi mær at skriva hesa grein, er fyrst og fremst at mótmæla tí viðferð í nú fráfarandi reiðari fær frá teimum sum nú royna at vaska sínar hendur.
Hesin maður hevur seinastu 15-20 árini havt leiðsluna av eini fyritøku, sum hvat virðisøking viðvíkur er óhoyrt. Eitt partabræv uppá kr. 6.000,- gevur eigarunum 1.240.000,-.
Eg haldi hesin maður hevur annað uppiborið enn at vera brúktur sum alibi hjá tykkum, sum ikki bert vóru nøgd við virðisøkingina í partabrøvum tykkara, men eisini seldu til tað kvotu ið átti at vera heimahoyrandi í heimbygd tykkara.
Um bara tit høvdu átt eitt gram av medvitið og ábyrgdarkenslu fyri tykkara bygdafólki, hevði stoltleiki sørvinga Vesturvón ikki í dag siglt heim á sínum »síðsta« túri.
Eg meti meg eisini sum skattaborgara og sum partur av teimum 27% ið settar vóru í felagið, at hava rætt til at bera míni sjónarmið fram, sjónarmið sum flestu bygdafólk eisini taka udnir við.