Theodor Joensen
Alt gott um at gera átøk fyri fólkaheilsu, og sum roykjari havi eg heldur einki ímóti at tiltøk vera sett í verk hesum viðvíkjandi.
Hjá flestu roykjarum er talan um eina plágu at kenna seg bundnan av kemiskum evnum fyri at koma heilskapaður ígjøgnum dagin.
Tosað verður um at gera upplýsingarátøk o. a. at fáa fólk at tálma nýtsluni av tubbakki.
Í dag finnast hópin av evnum at hjálpa roykjarum burturúr nikotin tørvinum, tað veri seg plástur, innhalatorar, tablettir ella tyggigummi. Eg havi sjálvur fyrr havt góðar royndir av nikotintyggigummi, men tíverri hevði eg gloymt at keypa inn til eitt vikuskifti, og so var ikki annað at gera, tá kaldasveittin av álvara gjørdi um seg, enn at fara í kioskina eftir einum pakka av sigarettum.
Sigarettir eru nevniliga ógvuliga lættar at fáa hendur á hvønn dag, summastaðni alt samdøgrið og aðrastaðni til kl. 23:00 á kvøldi.
Nikotintyggigummi o. l kunnu bert keypast á apotekunum. Hvussu langan veg hava summi fólk ikki til nærmasta apotek?
Eitt stórt átak til hjálp hjá roykjarum at leggja av hevði verið at flokkað nikotintyggigummi, plástur og inhalatorar sum vanliga vøru og loyvt handlum og kioskum at selt hesar.
Í dag er tað so, at um tú vilt hava nikotin í kroppin gjøgnum royk, so er bara at fara í handilin/kioskina eftir sigarettum, men vilt tú leggja av, kanst tú bert fáa nikotintyggigummi o. l. á apotekunum, tí hesi eru flokkað sum heilivágur. Hetta kann ikki vera rætt!
So landsins kosnu menn, syrgið fyri at frígeva nikotintyggigummi, plástur og inhalatorar, so allir handlar og kioskir kunnu selja hesar vørur, og helst hevði hetta eisini gjørt hesi evni nógv bíligari, enn tey eru í dag, og nógv lættari atkomulig, enn tey eru í dag.
Hetta, saman við lýsingarátøkum fyri hesum evnum, kundi av sonnum fingið nógv fólk at roynt at lagt tubbakkið á hyllina.
Tað er als ikki neyðugt at verja okkum borgarar fyri hesum vørum, soleiðis at vit noyðast til apoteksskivuna, so at ein yvirkvalifiseraður ekspedientur kann rætta okkum hesi evni, eftir at vit hava staðið í bíðirøð ein hálvan tíma ella so. Tú er so stressaður, tá tyggigummiið endiliga er komið um skivuna, at einasta loysn er at festa sær í beint uttan fyri hurðina, so javnvág kann koma aftur í kroppin ;-)
Brúksvegleiðing er innløgd í pakkan, og hon gevur alla neyðuga ráðgeving til, hvussu hesi evni verða nýtt, so har er neyvan nøkur grund til at lata apotekini hava monopol upp á hesar vørur.
Einasta alternativ er at flokka allar tubbaksvørur sum heilivág, og á tann hátt gera tað tvørligari at fáa fatur á. Hetta ljóðar helst fjákut, og eg nevni tað bara fyri at lýsa, hvussu fjákut tað er at krógva tey »sunnaru« nikotinproduktini á apotekunum.










