Elisabeth Holm,
studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari
»Út við námsfrøði í studentaskúlanum, inn við sálarligum ágangi!«
Hetta er avgjørt ikki almenna slagorðið og partur av stóru visiónunum hjá føroyska Mentamálaráðnum, men hetta er tíverri tann virkandi, ósagdi boðskapurin og nakni veruleikin á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði. Langt er ímillum teori og praksis, ímillum visión og veruleika - tað hava vit so staðiliga ásannað við førda útbúgvingarpolitikkinum á miðnámsøkinum. Spurningur er, um yvirhøvur ber til at tosa um nakran útbúgvingarpolitikk. Hægstu myndugleikar á útbúgvingarøkinum virða ikki kunngerðir og samtyktir, men sleingja dúgliga um seg við føgrum orðum, ið ferð eftir ferð vísa seg at vera tóm, har hondin ikki ger sum muðurin sigur. Tí er eisini ringt at vita, hvar vit flóta á útbúgvingarøkinum.
Sálarligur ágangur
Síðstu 2-3 árini er syndring og avlíving av vælvirkandi flokkum komin fyri á so at siga hvørjum ári, men hvørki sálarligu ella praktisku avleiðingarnar av hesi framferð tykist áhugi vera fyri frá myndugleikans síðu. Nýggjasta slagi av sálarligum ágangi móti næmingum og lærarum er at fara upp um loyvda hægstamark, ið er 24 næmingar í hvørjum flokki, við at koyra 26 næmingar í tveir málsligar flokkar í Hoydølum. Skulu vit lærarar, tit myndugleikar og tit floksfelagar í umrøddu flokkum í Hoydølum klappa saman hendur, um onkur næmingur gevst? Hvussu hongur hetta saman við vøkru útbúgvingarvisión landsstýrisins 2015? Hvussu halda undirvísingarmyndugleikar okkara, at hetta ávirkar næmingar okkara? Ella eru viðurskifti og kenslur næmingana als ikki av áhuga? Eru næmingar einans køld tøl í Mentamálaráðnum? Er endamálið at trýsta vónríkar næmingar til at gevast? Hvussu skulu lærarar, næmingar og foreldur teirra uppfata hesa støðu? Hví spæla við kenslunum hjá øllum, ið varða av? Hvat er hetta fyri ein hugburður til
"Næmingar, ið hava sett sær fyri at fáa eina studentsútbúgving og sjálvsagt vænta at verða tiknir í álvara?
"Foreldur, ið senda børn síni í studentaskúla og sjálvsagt vænta virðiliga viðferð?
"Lærarar, ið dagliga undirvísa og eru um hesar næmingar?
"Lestrarvegleiðarar, ið javnan hoyra um stúran, ótta og ótryggleika hjá næmingum vegna íkomnu støðuna? Og
"Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara (YF), ið eftir beiskt og drúgt verkfall um næmingatalið í flokkunum, at enda í avtalu við Fíggjarmálaráðið fekk staðfest í 1998, at hægst loyvda tal í flokkunum er 24?
Næmingar kastibløkur
Tað kemur oftari og oftari fyri, at næmingar fara í gloymibókina sum hugsandi menniskju, og tí verða viðfarin sum kastibløkur og lívleys tøl á naknum pappíri í Mentamálaráðnum. Her verður hugsað um framferðina síðstu árini, har eitt undantak, ið gekk út upp á at syndra ein flokk vegna sparingar, tykist vera blivin siðvenja. Nógvur ágangur og nógv rok hevur verið síðstu árini vegna tílíkar avlívingar av flokkum, og sálarligi prísurin hjá fleiri av næmingunum hevur verið ov høgur at "gjalda". Síðsta dømi um hetta var flokkurin 2.a, sum ið hesum skúlaárinum skuldi eita 3.a, men sum í dag er syndraður sum flokkur. Einstakir fyrrverandi næmingar úr 2.a hava megnað at laga seg til sosialu eindirnar í øðrum flokkum, meðan aðrir næmingar hava havt nógv verri við at komið inn í ein nýggjan floksfelagsskap. Avleiðingar av hesum, og øðrum avlívingum av flokkum, eru m.a. mistrivnaður, vantandi motivatión og fráfall. Leggjast skal afturat, at Mentamálaráðið var so mikið umhugsið tá umrøddi 2.a fekk boð um avlívingina av flokki teirra, at hetta bleiv gjørt, fáar dagar áðrenn próvtøkan byrjaði. Avvarðandi myndugleikar væntaðu sjálvsagt, at umrøddu næmingar vóru robottar, ið kundu sløkkja eina kontakt í erva, sum hevði við kenslur hesum viðvíkjandi at gera. At fleiri næmingar mistu hugin at ganga í skúla, og trúnna á skúlaleiðslu og Mentamálaráð og enntá ikki fingu samlað seg um próvtøkurnar fyri framman, var tað eingin frá myndugleikana síðu, ið hugsaði um, men næmingarnir í fyrrverandi 2.a fingu veruliga sviðan at kenna. Hvar bleiv námsfrøðiliga atlitið av? Er tað ikki eisini Mentamálaráðið, ið umsitur tann partin av miðnámsútbúgvingunum? Er tað ikki upp á tíðina, at útbúgvingarmyndugleikar okkara byrja at hugsa um ungdómar okkara sum annað enn tøl, men ístaðin sum verulig menniskju, sum dýrabarasta tilfeingi, ið land okkara eigur? Er tað ikki eisini upp á tíðina, at føgru orðini um útbúgving, trivnað, best útbúna fólk í 2015, o.s.fr. verða útint í verki?
Í studentaskúlanum verður serliga nógv gjørt burtur úr samansjóðing og trivnaði í flokkunum fyrstu tíðina á skúlanum. Tað er flokkurin sum sosial eind, ið serliga eyðkennir studentaskúlaskipanina - ikki einans av praktiskum ávum, men serstakliga av námsfrøðiligum orsøkum. Nógv verður røtt um felags stev og felags virðir, og trivnaðurin hjá einstaka næminginum og flokkinum sum eind verður settur í hásætið. Í øllum námsfrøðiligum verkætlanum og lærubókum er ein aðaltáttur, ið er afturvendandi, og hann er, at trivnaður hjá einstaka næminginum er ein fyritreyt fyri læring. Henda trivnaðin ber til at skapa í einum vælvirkandi flokki, har næmingar kenna seg væl, føla seg vird og sædd, hava ávirkan og umstøður at læra í. Hetta mál røkka vit ikki við verandi útbúgvingarpolitikki (t.e. vantandi politikki), har bæði tað ið verður uppbygt innan flokseindir kann blíva syndrað vegna sparingar, ella har flokkar verða yvirfyltir, so ikki ber til at røkka einstaka næmingin í tann mun, ið er námsfrøðiliga ráðiligt.
Tilætlað fráfall?
Beint nú sita næmingar í tveimum málsligum fyrstuflokkum uttan at vita, hvør langna teirra verður restina av skúlaárinum. Hetta skapar ótta og ótryggleika millum næmingarnar. Her er milt sagt talan um sálar-ligan ágang mótvegis næmingum, foreldrum teirra, avvarðandi lærarum og Yrkisfelagi Studentaskúla- og HF-lærara.
Tað at Mentamálaráðið tilvitað velur at fylla næmingatalið í flokkunum upp um hægstamarkið 24 er ikki einans ein beinleiðis provokatión mótvegis studentaskúlalærarunum, men avdúkar samstundis, at myndugleikar okkara tilvitað "spekulera" í fráfalli. Jú, fráfall er ein trupulleiki í miðnámsskúlunum, og nógvar lívsumstøður og orsakir eru til tess, men hvør sigur at júst onkur í yvirfyltu flokkunum ætlar sær at gevast? Er tað ikki uppgáva Mentamálaráðsins at minka um fráfall í miðnámsskúlunum? Hava hesir myndugleikar ikki misskilt sína uppgávu, tá teir ístaðin leggja upp til møguligt fráfall við m.a. at
"skapa ótta og ótryggleika millum næmingar?
"yvirfylla flokkar og sostatt leggja óneyðugt trýst á nýggjar næmingar og lærarar?
"bróta niður tað, ið næmingar, lestrarvegleiðarar og lærarar hava bygt upp í tvey ár við at syndra og avlíva væletableraðir flokkar?
Í staðin fyri at fyribyrgja fráfalli við at skapa karmar um læring og trivnað, so at so nógv ung sum til ber fáa møguleika og umstøður til at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving, so ganga landsins útbúgvingarmyndugleikar á odda ímóti teirra egnu visiónum. Sambært visjón 2015 skulu "allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving" (Løgmansrøðan 2005).
Tað vit á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum hava verið vitni til síðstu árini, serstakliga við skúlaársbyrjan í 2005, minnir ikki sørt um ein absurdan sjónleik. Munurin millum absurdan sjónleik og tann leik, ið vit eru vitni til á útbúgvingarøkinum sum heild, í hesum føri í Hoydølum, er, at absurdur leikur er fiktión, meðan "leikurin" á Føroya Studentaskúla er veruleiki.