mvg til landskassan. Men er talan um eitt vanligt lán, skal landskassin so rinda teimum einar 320.000 krónur aftur í rentustuðuli, alt eftir, hvussu rentan er, og yvir, hvussu langt áramál tað gongur. – Altso [...] Føroyum og tí er tað neyðugt at hugsa øðrvísi. Og hann heldur, at tí verður tað neyðugt at hugsa nýtt. Eitt nú heldur hann, at tað kundi verðið nógv bíligari at útvega sær ein bústað enn tað er nú. Hann heldur [...] heldur nevniliga, at skipanin, sum vit hava nú, er meiningsleys. Hann nevnir eitt dømi um eina unga familja, sum setir seg fyri eini hús fyri 2,6 milliónir, har grundstykkið kostar 600.000 krónur. Sostatt
tryggja, at reiðaríið, sum fær lán til skipið, ræður yvir kvotuni ella fiskiloyvinum yvir eitt rímiliga langt áramál. Hinvegin er tað líkamikið fyri bankan, um lánið, tú tekur, fer til at fíggja einum privatum [...] Sjálvandi er tað ikki blokkurin, men føroyska vinnulívið og tað váðafýsnið, sum har er, sum er krumtampurin í samfelagnum. Tað er hjá vinnulívinum, at samfelagshjólini byrja at mæla. Tí er tað undrunarsamt [...] undrunarsamt, at eitt samfelag, sum er so ríkt við rávørum letur virðini fyri onki m.a. til nakrar útlendingar at ráða yvir – um tað so er óbeinleiðis. Eisini er tað løgið, at man letur hesar leggja okursprís
og stutt kunnaði um, at børnini skulu heim.« Hesar yvirskriftir og endurgevingar er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, uppruni til. Málið, sum tað snýr seg um, er um 17 ára gamla Levi [...] Almannamálaráðið, ið tekur avgerðina. Og tað er í roynd og veru eisini tað, ið er farið fram í málinum um Levi. Almannastovan tekur ikki avgerðina Í lesarabrævi fríggjadagin kemur stjórin á Almannastovuni, Petra [...] Vit hava onga ávirkan á, nær fólk verða tikin heimaftur. Tað er upp til Almannastovuna at gera av nær tað er. Men sjálvandi skal eingin heim, um nøktandi tilboð ikki finst her, sigur landsstýriskvinnan við
fáa helvtina endurgoldið, er ein onnur søga. Um tey, sum hava eftirstøðu, hava havt ætlanir um at gjalda, um uppskotið bleiv samtykt, so kunnu tey eisini gjalda, nú uppskotið er tikið aftur. So hví ikki [...] kendu støðu mína í fleiri vikur. Langt frá 6-7 millónum Páll á Reynatúgvu sigur heldur ikki satt um upphæddina, hann fær minni at ráða yvir, nú hann tók uppskotið um uppihaldspening aftur. Hann hevur [...] ikki. Eg veit sum sagt ikki, um Páll á Reynatúgvu er øvindsjúkur, men okkurt álvarsligt er í hvussu er áfatt við landsstýrismanninum. Finnur Helmsdal, sum ikki eingang er varamaður longur.
Nú verður nøgdin av makreli á føroyska landgrunninum kannað 100 ár aftur í tíðina. Hetta verður gjørt fyri at meta um sannlíkindini fyri, um verandi stóru nøgdirnar av makreli við Føroyar koma at halda [...] verður lítið av makreli tvey ár seinni, og umvent. Orsøkin til hetta samband er helst, at tá kúpuskelin veksur seint, er tað tekin um nógv djóraæti við Føroyar - og øvut. Nógv djóraæti ger, at nógv av ársins [...] frá vøkstrinum á kúfiski, og byggir hetta á neyva sambandið, sum er funnið millum vøkstur á kúfiski og nøgd av makreli. Kanningin, sum er ein eitt árs verkætlan, skal eisini staðfesta sambandið millum vøksturin
áheitanin um at hækka leiguna hevur ikki verið góðtikin av Almannaráðnum. Í einum ætlar almannaráðið nú, at leggja eitt eykagjald á 2000 kr. fyri hvønn einstakan sum býr sambýli. Alt gjaldið er ætla at fella [...] omanfyrinevndu uppskot send felagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14 januar. Felagið vil gera vart við, at ein hoyringsfreist uppá 10 dagar, er alt ov stutt. Føroya Kommunufelag mótmælir at Landsstýrið áhaldandi [...] støk, og góðar 2000 kr. fyri hjún. Leigan er ásett av almannaráðnum Seinastu nógvu árini hevur kommunufelagið ferð eftir ferð gjørt vart við at leigan á sambýlum er ov lág. At húsaleigan als ikki svarar til
eru ættað frá Mortan hjá Andrassi. Hendan ættin er eisini væl umboðað í kirkjugarðinum. Síðan er tað Arge-ættin, sum er ættað frá Niels hjá Andrassi. Hann var tann fyrsti, sum fekk sær Arge til eftirnavn [...] kirkjugarðinum. Vit vita eisini, hvar Niels eftir øllum at døma er grivin. Gamli Smiður Niels var føddur 1. november 1823 á Kjalnesi. Hann er tískil føddur, áðrenn foreldrini fluttu til Argir og hevur hann [...] spor í samfelagnum. Ein av hesum er Geilaættin í Havn, sum hevur verið nógv umrødd í hesum teigi. Mamma tann gamla Djóna í Geil var Anna, dóttir Andrass. Annað dømi er Mortensenfólkið av Argjum, sum eru
fegnast um, at Pál Joensen og aðrir føroyskir svimjarar hava tikið sonn skarvslop í altjóða høpi, og formaðurin heldur, at tað framvegis er vón fyri, at úrslitini skulu verða uppaftur betri. Jon er giftur [...] Jon er ættaður av Tvøroyri. Mamman er Brigit fødd Thomsen, og pápin var Jóannes, føddur Petersen og ættaður av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var abbasonur Hest Jóannes og keypti sær Hestoy sum eftirnavn. [...] ðjan hjá Dimmalætting og Hestprent í Føroyaprent. Jon og Dimma eiga hvør sín helming, og Jon er stjóri yvir stívliga 30 starvsfólkum. Í síni tíð var tað Jon Hestoy, sum framdi størstu føroysku ítróttarligu
hjá honum. Tað eru bara tvey ár síðani hesa hending. Síðst í áttatiárunum, tá umhvørvisráðharrar úr ymsum evropiskum londum vóru á fundi í Hollandi fyri at tosa um dálking í Norðsjónum, læt hann [...] Um vit veruliga vilja minnast Knud Andersen, so er ikki at keypa blómur, tí so skulu vit heldur lata eina eina peningagávu til Anton. Anton er ein deksbátur við bláum segli og brúnum stýrhúsi, [...] tað nógva av sínum sosiala arbeiði, millum annað við ungum, sum vóru úti í trupulleikum, og sum eingin vildi kennast við, men sum Knud Andersen fekk við til at rokast á sjónum, at fiska og annars
víðfevndu ætlanini um ein stóran, altjóða flogvøll úti á Glyvursnesi. Men farið verður fram í smáum. Seinasta stigið hjá Býráðnum fram ímóti hesi ætlan, er, at nú er kanning sett í verk um at byggja ein tyrlupall [...] áhugi Hvussu langt býráðið kemur við hesum ætlanunum, veit býráðsformaðurin onki um enn. ? Onki er samtykt í býráðnum, hvørki um flogvøll ella tryrlupall. ? Tað einasta, sum er samtykt, er, at 500.000 krónur [...] linju, har funnið er fram til, at tað er best at leggja tann nógv umrødda, stóra, altjóða flogvøllin úti á Glyvursnesi. Og ein fortreyt fyri teimum nýggju kanningunum hjá Rambøll, er júst tann, at nýggi