Eftir Andrass eru stórar ættir, sum hava sett síni spor í samfelagnum. Ein av hesum er Geilaættin í Havn, sum hevur verið nógv umrødd í hesum teigi. Mamma tann gamla Djóna í Geil var Anna, dóttir Andrass. Annað dømi er Mortensenfólkið av Argjum, sum eru ættað frá Mortan hjá Andrassi. Hendan ættin er eisini væl umboðað í kirkjugarðinum.
Síðan er tað Arge-ættin, sum er ættað frá Niels hjá Andrassi. Hann var tann fyrsti, sum fekk sær Arge til eftirnavn. Tað eru eisini nógv av hansara ætt í kirkjugarðinum. Vit vita eisini, hvar Niels eftir øllum at døma er grivin.
Gamli Smiður
Niels var føddur 1. november 1823 á Kjalnesi. Hann er tískil føddur, áðrenn foreldrini fluttu til Argir og hevur hann tá verið 4 ára gamal.
Niels hevði frá dreingjaárunum víst gott hegni og góðar gávur. Hann hevði góðan hug at fara burtur at læra, og hetta vildi pápi hansara gera møguligt. Í 1844 kemur hann til Danmarkar og fer í læru sum skipasmiður. Hann er liðugur í 1846 og fer heim aftur til Føroya. Tað verður sagt, at hann var við til at leggja fyrstu jarnbreytina millum Keypmannahavn og Roskilde í 1846.
Niels giftist 10. juni 1853, 30 ára gamal, við Mariu Jákupsdóttir úr Klokkarastovu í Havn.
Á yngri árum varð Niels kallaður Smiðurin og seinni Gamli Smiður. Hann kom at vera við í nógvum verkætlanum, og her kann bert ein partur nevnast.
Í 1863 ger hann yvirslagið yvir nýggja kirkju í Nólsoy, og Mortan beiggi hansara stendur fyri byggingini. Niels ger alt jarnarbeiðið.
Niels fekk teir fyrstu komfýrarnar til landið. Fimm vóru teir í tali, og sjálvur fekk hann ein av teimum.
Hospitalið í Havn fær einki gjørt við fólk sum eru sinnissjúk. Í 1876 fær Niels litið uppí hendur at gera eitt yvirslag yvir eitt “Galehus”, seinni kallað sellan. Kostnaðurin var mettur til 4.700 kr, og hann fekk eisini til uppgávu at gera arbeiðið.
Niels er fyrsti maður, sum byggir smiðju úti í Grind. Men tað ganga ikki nógv ár, so er smiðjan ov lítil, og hon verður flutt longur niðan í Konradsbrekku, har tað vóru so nógvar smiður.
Maria doyr 19. mai 1892, bert 63 ára gomul. Tað tók honum dygt. Hann sendir boð eftir soninum Sigmundi, sum býr niðri tá, um at koma heim at hjálpa sær í smiðjuni. Hann kom eisini, og hesa søgu hava vit havt.
Tá ið Niels í 1894 er á vitjan í Hvalba, frættir hann, at teir fáa ikki betongið á helluni á Fiskieiðinum at halda. Niels helt, at hetta mátti fingist í lag. Árið eftir fór hann suður aftur, og nú bar til. Fjøruti tunnur av sementi fóru til arbeiðið.
Vitin á Borðuni man vera seinasta stórarbeiðið Niels var við til.
Fjølbroyttur maður
Niels var í aðrar mátar ein fjølbroyttur maður. Hann tók upp tann sið at bjóða øllum argjafólkum, eisini teimum á Argjaboða, heim til sín nýggjársmorgin kl. 7 til bøn og lestur. Gestirnir vóru har fyri dagin og ótu morgunmat, døgverða og nátturða. Inn í millum var spælt kort. So var farið uppá gólv.
Fráhaldsarbeiðinum tók Niels eisini lut í. Hann var limur í Havnar Fráhaldsfelag frá byrjan. Synir hansara Jákup Andrias, Petur, Eliesar og Óli vóru eisini fráhaldslimir.
Maria og Niels áttu sjey synir og seinast fingu tey eina dóttir, sum beiggjarnir vóru so forliptir í. Men henni var ikki langt livið lagað. Hon hevði ikki fylt seks ár, tá ið hon doyði av barkahosta.
Synirnir vórðu eisini kendir sum framúr smiðir og handverkarar, sum nógv prógv eru um bæði í Føroyum og aðra staðni.
Niels tók sær eftirnavnið Arge, tá ið elsti sonurin Jákup Andrias var doyptur. Argeættin kemur tískil frá honum og Mariu.
Børn teirra vóru:
Jákup Andreas, Jampan,
f. 19.7. 1854
Johan Christopher Ehrenfried,
f. 16.11 1856
Petur Hans Claudius
f. 22.3. 1860
Eliesar
f. 30.6. 1862
Óli
f. 20.3. 1864
Anthon Sofus,
f. 2.5. 1866
Sigmund Zacharias,
f. 5.3. 1868
Thomasia Paulina,
f. 30.9. 1870
Sigmund hevur verið umrøddur í hesi røð. Óli og Eliesar eru eisini grivnir í gamla kirkjugarði. Tað sama er Anthon Sofus. Vit vita, hvar kona hansara liggur grivin. Helst liggur hann í sama stað. Tey verða umrødd seinni.
Niels doyði 17. november 1900, 77 ára gamal. Hann varð tríggjar dagar seinni fluttur inn í Lítluvík við 10 mannafari og borin niðan á Svínarygg. Hann varð grivin vestan fyri gøtuna stutt innanfyri portrið undir liðuni á konuna.
Tað sæst eingin gravsteinur, har hann liggur. Men hinvegin sæst enn ein vakur gravsteinur á grøvini hjá dótrini, sum doyði í 1876. Tað er neyvan ivi um, at Maria og Niels eru jarðað undir liðini á dótrini. Hetta samsvarar eisini við tað, sum Niels Juel skrivar. Beint við liggur eisini Andreas, sonur Margrethu og Sigmund hjá Niels. Andreas druknaði í 1918, bert 23 ára gamal. Seinni eru foreldur hansara eisini grivin her. Tí kann tað vera sannlíkt, at fleiri av ættini liggja beint her.
Minningarorð í Føringatíðindi
Føroyingatíðindi skrivað millum annað um Niels, at fáur føroyingur hevur verið arbeiðssamari enn hann. Hann hevur hjálpt til at seta smíðihandverkið so frammarlaga, at føroyingar við røttum kunnu kennast við tað. Hann ferðaðist nógv um landið og arbeiddi. Fyrr var tað mest altíð hann, sum skuldi gera tað, har meira enn vanligt hegni og kunnskapur skuldi til.
Hann kundi síggja aftur á eitt strevið og virkingarmikið lív. Hann var nógv umhildin og kendur um alt landið.
Kelda:
Niels Juel Arge: Argjamenn
Næsti partur
Komandi partur verður um Hans Jacob Egholm, sum doyði av vanlukku umborð á Slatrinum í 1930