Leggið eldraøkið út til kommunurnar

Viðv.: Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um heimahjálp, og uppskot til kunngerð um gjøld fyri heimahjálp

Føroya Kommunufelag

Asbjørn Djurhuus
Formaður

Eyðun Christiansen
Ráðgevi
----------


Hoyringsfreist
Í Telduposti dagfestur 4 januar 2010, verða omanfyrinevndu uppskot send felagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14 januar. Felagið vil gera vart við, at ein hoyringsfreist uppá 10 dagar, er alt ov stutt.

Føroya Kommunufelag mótmælir at Landsstýrið áhaldandi ger seg inn fólkaræðið við alt ov stuttum hoyringsfreistum.

Viðmerkingar til Uppskotið
Felagið vil gera vart við at sambýlini eru ogn kommunurnar, og at tey sum búgva á sambýlum eru at meta sum heimabúgvandi.

Kommunurnar hava hildið útreiðslurnar fyri íløgurnar í sambýlini, og kommunurnar halda útreiðslurnar fyri allan rakstur og viðlíkahald av bygningunum, umframt fyri dagliga húsarhaldi á sambýlinum. Harumframt hava Kommunurnar hildu útreiðslurnar fyri náttarvaktina.

Fyri hesa tænastu, hava búgvandi á sambýlum goldið leigu. Men síðani einaferð seinast í 80 inum hevur leigan á sambýlinum verði nærum óbroytt, góðar 3000 kr. fyri støk, og góðar 2000 kr. fyri hjún. Leigan er ásett av almannaráðnum

Seinastu nógvu árini hevur kommunufelagið ferð eftir ferð gjørt vart við at leigan á sambýlum er ov lág. At húsaleigan als ikki svarar til veruligu útreiðslurnar hjá kommununum. Men áheitanin um at hækka leiguna hevur ikki verið góðtikin av Almannaráðnum.

Í einum ætlar almannaráðið nú, at leggja eitt eykagjald á 2000 kr. fyri hvønn einstakan sum býr sambýli. Alt gjaldið er ætla at fella i Landskassan. Óbeinleiðis hevur hetta við sær, at tað neyvan verður rúm fyri at hækka leiguna á sambýlinum komandi nógvu árini.

Tað er eisini óhoyrt, at almannaráðið kemur við einum uppskotið sum hevur so víðfevndar avleiðingar fyri ein samfelagsbólk, uttan at nakrar grundgevingar ella viðmerkingar fylgja við uppskotinum.

Kommunurnar kunna ikki góðtaka at eldraøkið verður vanstýrt á henda hátt.



Føroya Kommunufelag mælir til at uppskotið verður tikið aftur, og at almannaráðið heldur ásetur eina rímiliga hækking av húsaleiguni á sambýlinum yvir nøkur ár.

At enda vil Føroya Kommunufelag enn einaferð mæla til, at farið verður undir at samskipa eldraøkið, og gera neyðugu fyrireikingar til at fáa økið lagt út til kommunurnar at umsita.