tilburðir av bróstkrabba um árið enn fyri bara 10 árum síðan. Hóast henda dapra veruleika, kunnu vit gleðast um, at viðgerðirnar gerast alla tíðina betri, og at møguleikarnir at yvirliva eina slíka sjúku [...] sjúkan verður staðfest fyrr og tí er lættari at viðgera. Í Svøríki hava tey langa tradisjón við mammografi; allar kvinnur í aldrinum 50 til 60 ár hava í boði bróstkrabbascreening, og hetta er kanska orsøkin
Bóndin slakter umleið 10 neyt um árið. Sambært Bjørn Patursson, siga skotar, at Scottish Highland Cattle eigur lívið í teimum. Neytaslagið verður nú flutt úr aftur Skotlandi og inn á meginlandið, har [...] Cattle í 478 metra hædd. Leygardagin flutti tyrlan hjá Atlantic Airways 11 ungneyt upp í hæddirnar, og hetta eitt sindur øðrvísi arbeiði eydnaðist sera væl. Bjørn Patursson sigur, at tey høvdu fyrireika [...] smakkin av fjallalendi. Tey skulu tí ganga har uppi í summar. Oksakjøtið er at rokna sum forkunnugt og ein verulig delikatessa. Bóndahjúnini hava havt neyt av hesum slagi síðan 1999. Tey fyrstu árini er
einari fullsettari Parken, eins og mótstøðuliðið eisini var meira eyðmýkt enn fótbóltsmillióningarnir úr Lazio, sum FCK hitti herfyri. Esbjerg kom á odda tíðliga í dystinum, og hóast teir um miðjan fyrra hálvleik [...] var ov seint hjá FCK. Umframt Toda Jónsson máttu hvítu leyvurnar annars vera bæði Christian Poulsen og Sibusiso Zuma fyri uttan til dystin. Poulsen fekk ein lítlan løst í dystinum móti Lazio, meðan Zuma [...] til oddasessin. Úrslitini hetta vikuskiftið vóru annars: AB-Viborg 1-2 AGF-FCM 0-1 Lyngby-Brøndby 1-0 Vejle-Silkeborg 3-0 OB-AaB 0-2 Esbjerg-FCK 2-1
! ? Tú hugsar kanska, at tað sjálvandi er ein long frágreiðing um hvørji stutt og langtíðar árinini eru fyri føringin og Føroyar av at Ríkisveitingin verður skerd við nærum 400 milliónum krónum? Tí tað [...] Marjus Dam løgtingsmaður Mikudagin 3/10 lá ein frágreiðing til tingmenn. Umleið 50 síður - maskinskrivaðar. Ikki eiti á. Sanniliga verður fari álvarsliga til verka. Helst er tað hin føroyski leisturin- [...] Svarið: frágreiðingin er um Eftirlønir hjá Landstýrismonnum. Álvaratos. Hevði ikki verið meira áhugavert og viðkomandi at fingi at vita, hvørja ávirkan tað fær fyri føroyska samfelagið at blokkurin verður skerdur
5000 danir, tí teir fáa skeiva viðgerð á landsins sjúkrahúsum. Samstundis vísir tað seg, at næstan 10 prosent av øllum sjúklingum liggja longri á sjúkrahúsi enn neyðugt, tí læknar ella sjúkrasystrar geva [...] tí sjúklingarnir fáa skeiva skurðviðgerð. Danska læknafelagið ásannar, at hesi tøl eru alt ov stór, og felagið mælir myndugleikunum tilat gera eina serliga fráboðanarskipan um tílík mistøk. Tað skal so [...] revsing. Ein tílík skipan ber í sær, at tað eru bara ávísir persónar, sum verða kunnaðir um mistøkini, og teir hava sjálvandi tagnarskyldu. Í USA hevur tað víst seg, at talið á mistøkum á sjúkrahúsunum minkaði
deild Grundað á gongdina í fjør, so er tað kanska eitt sindur óvæntað, men veruleikin er, at bæði Sumba og LÍF veruliga hava gjørt um seg í aðru deild í ár, so talan var um oddadyst, tá liðini bæði hittust [...] liðini at trýsta. Sumbingar høvdu kanska teir vandameiru møguleikarnar, men tað kom bert eitt mál, og tað áttu leirvíkingar, tá Petur Sjúrðarberg átti seinasta fótin á. Avgerandi vikur Við sigrinum fóru [...] fyrst í Runavík, áðrenn leiðin gongur til Sands, har heimaliðið tykist vera í djúpari kreppu í løtuni, og tað er ikki óhugsandi, at hesir dystirnir fara at kasta nøkur stig av sær. Sumbingar skulu komandi
Hetta førir nógv roks við sær, bæði fyri hagarnar og fyri kommunurnar Mølin, sum her er talan um, er tann mølin, sum er munurin ímillum flóð og fjørðu, og tað er tí ymiskt, hvussu nógv talan er um, alt eftir [...] mølina. Býráið hugsar sær at semjast við hagarnar um ein samlaðan prís, sum so verður avdrigin yvir eini 10 ár. Hetta fer at bera í sær, at hvørja ferð, kommunan skal byggja út, verður tað óneyðugt at samráðast
upp at velja Bartal Nolsøe Poulsen á listan, og sostatt var lagt upp til stríðsval teirra millum. Tá avtornaði dróg Bartal Nolsøe Poulsen longra stráið, og er tað tí endaliga avgjørt, at Helena Dam á Neystabø [...] Neystabø segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, at hon ikki fór at stilla upp fyri annan flokk, og at hon ikki fer at stilla upp í øðrum valdømi. Út frá hesum kann so staðfestast, at Helena Dam á Neystabø [...] Petersen, Fugloyarvegur 8, Tórshavn Hendrik Thomsen, Velbastaðvegur 60 Tórshavn Joan Ziskason, Torkilsgøta 10, Hoyvík
minsta lagi 4 vikur og í mesta lagi 5 vikur. Tá fólkatingsval verður skrivað út er freistin ikki líka greið, men vanliga verður tað ikki skrivað út við styttri freist enn 20 dagar. Og verður val skrivað [...] kvøld. Tá hann spurdi hana, um val verður skrivað út í morgin, svaraði hon: – Tampen brænder Klokken 10.30? (danska tíð) – Det bliver varmere. Er det der? – Det er i hvert fald tæt på, svaraði hon. Tað hevur [...] var tað bara hon sum hevði orðið. Tí hevur verið roknað við, at tað verður í morgin ella hósdagin – og gjørdi hon ikki tað, so høvdi tey Radikalu lagt fram misálitisuppskot ímóti stjórnini hósdagin. Tað
sjúkrahúsinum, posthúsinum og bankunum. Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið? - Um fast samband ikki kemur, fer oyggin at minka í fólkatali og har, sum fólkatalið [...] fígging. Verður tunnilin fíggjaður við statsláni, giti eg, at koyrandi verður undir Suðuroyarfirði um 10 ár. Men, skal tunnilin fíggjast yvir fíggjarlógina – ja, so viti Guð, nær vit fáa fast samband við [...] VikuskiftisSosialinum, sum kemur í blaðsølurnar í dag, er serblað um Suðuroynna. Her eru samrøður um vinnu og ymiskt annað í oynni. Í blaðnum seta vit øllum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni somu spurningar, sum