Ætla at keypa alla mølina

Vágs Býráð ætlar at fáa avtalu í lag við hagarnar um at keypa alla mølina framvið Vágsfirði

Vágs Býráð ætlar at fáa avtalu í lag við hagarnar um at keypa alla mølina á norðara armi

Vágur

Vágs Býráð fer nú at taka upp samráðingar við hagarnar í býnum um at keypa mølina.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, sigur,at endamálið er at keypa alla mølina framvið øllum Vágs Firði, heilt frá Marknoyri, uttast í bygdini norðanfyri, líka suður í Ónavík í Lopra á syðra armirnum á fjørðinum.
Hetta er í veruleikanum eitt stórmál, tí talan er um nógvar hagar.
Annars er støðan tann, at hvørja ferð, kommunan skal byggja út niðri við sjóvarmálum, er tað neyðugt at taka upp samráðinar við hagarnar um gjald fyri tann partin av mølini, ið byggingin fevnir um. Hetta førir nógv roks við sær, bæði fyri hagarnar og fyri kommunurnar
Mølin, sum her er talan um, er tann mølin, sum er munurin ímillum flóð og fjørðu, og tað er tí ymiskt, hvussu nógv talan er um, alt eftir, hvar í mølini, tú ert staddur, summastaðni er at kanna ongin munur, men har sandstrond er, er munurin heldur størri.
Hagarnir hava fyrrvenst sær til kommuna fyri at fáa eina heildaravtalu um fjørðina.
Á býráðsfundi herfyri samtykti Vágs Býráð at taka upp samráðingar við hagarnar um at keypa mølina. Býráið hugsar sær at semjast við hagarnar um ein samlaðan prís, sum so verður avdrigin yvir eini 10 ár.
Hetta fer at bera í sær, at hvørja ferð, kommunan skal byggja út, verður tað óneyðugt at samráðast um tann partin av fjørðini, sum byggingin fevnir um.