Hvat kann gerast fyri 400 milliónir kr.

Kalt man merkjast eftir rygginum hjá ongum føroyingi hesar dagar. Nú hevur samgongan aftur dumma seg. Og hvør fær rokningina uppá 400 milliónir krónur?

 

Marjus Dam

løgtingsmaður



Mikudagin 3/10 lá ein frágreiðing til tingmenn. Umleið 50 síður - maskinskrivaðar. Ikki eiti á. Sanniliga verður fari álvarsliga til verka. Helst er tað hin føroyski leisturin- ella klokkugreiðar mannagongdir, ið eru farnar at virka - hugsar ein. Tí frágreiðingin lýsir niður í minsta smálut nøkur áhugaverd, fíggjarlig viðurskiftir. Hvørji viðurskiftir?:

? Eru tað fylgjurnar av at Fólkapensiónin ikki verður prístalsregulera?

? Er tað avleiðingarnar av at brekaði nú fáa viðurskiftir síni uppá pláss?

? Ella at fleiri stuðlar nú verða játtaðir til tey fólk, ið hava brúk fyri tí?

? Ella ein frágreiðing um hvussu flogvøllurin verður bygdur út?

? Ella frágreiðing um hvussu lendingin í Mikinesi skal bøtast?


Svarið er nei til allar omanfyrinevndu spurningar!


? Tú hugsar kanska, at tað sjálvandi er ein long frágreiðing um hvørji stutt og langtíðar árinini eru fyri føringin og Føroyar av at Ríkisveitingin verður skerd við nærum 400 milliónum krónum? Tí tað hava vit í løgtinginum ikki enn fingið nakað svar uppá, hóast vit hava spurt um tað. Svarið er aftur nei!


Svarið: frágreiðingin er um Eftirlønir hjá Landstýrismonnum. Álvaratos. Hevði ikki verið meira áhugavert og viðkomandi at fingi at vita, hvørja ávirkan tað fær fyri føroyska samfelagið at blokkurin verður skerdur við 400 milliónum krónum - um árið. Ella 1600 milliónir krónur eftir einum valskeiðið.

Tað hevur ikki serliga stóran áhuga at síggja, at landstýrismenn royna at sæta sær, ímeðan fólki skal svíða.

Men frágreiðingin vísir tó greitt hvørja prioritering Landstýrið setur hægst- Vælferðina hjá sær sjálvur. Vælferðin hjá føroyingum annars er slept!