Helena kom ikki á javnaðarlistan

UPPSTILLING: Á eykauppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í mikukvøldið varð endaliga avgjørt, at Helena Dam á Neystabø ikki stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið komandi

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði eykauppstillingarfund mikukvøldið, har eitt nýtt umboð skuldi veljast á í staðin fyri Katrina Gaard, sum hevði trekt seg av listanum.
Á uppstillingarfundinum fyri tveimum vikum síðani varð Helena Dam á Neystabø eitt av fýra uppskotum, sum ikki komu á listan. Tí var ein ávísur spenningur, um hon fór at verða vald á listan hesaferð, nú hon aftur var í uppskoti.
Katrin Gaard var vald á listan sum umboð fyri Sosialistiskt Ungmannafelag, sum sambært siðvenju hevur eitt umboð á listanum. Felagið hevði tí skotið upp at velja Bartal Nolsøe Poulsen á listan, og sostatt var lagt upp til stríðsval teirra millum.
Tá avtornaði dróg Bartal Nolsøe Poulsen longra stráið, og er tað tí endaliga avgjørt, at Helena Dam á Neystabø ikki verður valevni Javnaðarfloksins til hetta valið.
Helena Dam á Neystabø segði við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, at hon ikki fór at stilla upp fyri annan flokk, og at hon ikki fer at stilla upp í øðrum valdømi.
Út frá hesum kann so staðfestast, at Helena Dam á Neystabø fer úr politikki ? í øllum førum fyribils ? á komandi løgtingsvali, sum verður í seinasta lagi 30. apríl
Listin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag sær soleiðis út:

Tummas Arabo, Signabøur
Bergur Dam, Varðagøta 53 Tórshavn
Eyðolv Dimon, Marinargøta 3, Hoyvík
Katrin D. Jakobsen, Villingardalsvegur 61, Tórshavn
Elin Lindenskov, Frúutrøð 14, Tórshavn
Kristian Magnussen, Dungagøta 13, Tórshavn
Jan Midjord, Garðsgøta 25B, Argir
Bartal Nolsøe Poulsen Áarvegur 14 Tórshavn
Kári Petersen, Fugloyarvegur 8, Tórshavn
Hendrik Thomsen, Velbastaðvegur 60 Tórshavn
Joan Ziskason, Torkilsgøta 10, Hoyvík