Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Við hesari samgonguni havi eg ongar vónir.
Tað sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Tað fer uppá allar mátar at hava alstóran týdning at verða javntsettur við meginøkið. Tó er ein møguleiki, at vit missa onkrar tænastur, kanska á sjúkrahúsinum, posthúsinum og bankunum.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- Um fast samband ikki kemur, fer oyggin at minka í fólkatali og har, sum fólkatalið bara minkar, er sjón fyri søgn, at ikki er liviligt í longdini.
Jóanis Lisberg vísir á, at vinnan má hava gott samband við meginøkið fyri at verða kappingarfør.
- Er vinnan kappingarfør, skal Suðuroyggin nokk fara at blomstra aftur, sigur borgarstjórin.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Tað veldst um skilagóða fígging. Verður tunnilin fíggjaður við statsláni, giti eg, at koyrandi verður undir Suðuroyarfirði um 10 ár. Men, skal tunnilin fíggjast yvir fíggjarlógina – ja, so viti Guð, nær vit fáa fast samband við meginøkið, sigur Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjins kommunu.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur í blaðsølurnar í dag, er serblað um Suðuroynna. Her eru samrøður um vinnu og ymiskt annað í oynni.
Í blaðnum seta vit øllum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni somu spurningar, sum borgarstjórin í Fámjins kommunu, Jóanis Lisberg, her hevur fingið.
Allir borgarstjórarnir eru við í blaðnum, sum fæst til keyps í blaðsølunum.