um, hvussu umfatandi friðingin skal vera. Møguleikin er at friðingin skal umfata allan bøin. Ein annar møguleiki er, at tað bara verður friðað rundanum húsini, so at seyðurin bara verður beindur burtur [...] fáa. Víst varð á, at summi hava seyð- og hoyggjhús við húsini og tey máttu ikki verða forðað í at brúka tey. Eisini varð víst á, at verður friðingin ov víttfevnt, merkir tað eisini, at fólk kunnu ikki brúka [...] møguleikan f yri at friða bygdina, heilt ella partvís, fyri seyði um veturin. Men ásannandi, at hetta er eitt sera eymt mál, sum nógv ganga høgt uppí, gjørdi bygdaráðið eisini av, at onki verður gjørt
samstundis loyvir Danmørkini at binda seg endaliga at ES-grundlógini, ja so er greitt, at føroyingar eiga at skunda sær enn meira við at tryggja sær egnu áhugamál síni undir egnari grundlóg. [...] men fáa at vita frá ES-landinum Danmark, at víðari føroyskt samstarv við hini norðanlondini rennur seg ímóti donsku grundlógini. Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógarverkið er nóg væl at sær komið [...] hesum ikki aftursvar, og lótu vera við at seta tað í gildi, sum løgtingið hevði samtykt. Í mai mánaða í ár royndi fólkavalda løgting okkara seg á øðrum sinni og samtykti at avtaka nakrar hernaðarligar revsi-
smalir tá, at oftast hekk annað hjólið uttan fyri vegkantin. Næstur at royna rundkoyringina var 86 ára gamli, Jákup Biskopstøð. Húsajakku, sum hann verður róptur kann á prutli sínum sigast at vera ein bygdmynd [...] koyrilærari, og helt fyri, at teir helst mundu halda seg hava fyrsta rætt, tí teir vóru jú her áðrenn bilarnir. Kør i højre side Jógvan minnist, at í koyrilæruni stóð, at ?Trafikken skal gå i højre side [...] degnum. Eisini við atliti til undirsjóartunnilin og øktu ferðsluna, sum tá fer at verða, var neyðugt hjá býráðnum at hugsa um, at bøta um ferðsluumstøðurnar í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt eina
Og í mun til Nixon so skal eg hervið staðfesta, at eg onga sum helst orsøk havi til at halda, tíansheldur at skuldseta, Bjarna og hansara menn fyri at vera veiðitjóvar. Tað segði eg honum eisini í telefonini [...] fingið tað fatan at undirritaði hevur lagt Arctic Viking undir at hava sleikt burturav hesi kvotuni, ið verður søgd at vera vorðin burtur, tá hevur hetta absolut einki við veruleikan at gera. Einasti blaðmaður [...] rætt í tí, at soleiðis sum tað varð skrivað og lisið í útvarpinum, so kundi tað meiri enn so skiljast soleiðis, at undirritaði hevði ákært kollfirðingarnar fyri at vera veiðutjóvar. Tað má so vera trupulleikin
onki ímóti, at fólk spyrja meg um alt møguligt. Sum tónleikari havi eg ofta brúk fyri at vera kend fyri at sleppa at spæla. So hatta er nakað man má taka við sum ein náttúrligan partur av tí at liva av sínum [...] steðgar ikki her." "So tað at eg nú gangi á einum klassiskum sangskúla merkir ikki at eg ætli mær at vera operasangarinna. Tað er bara fyri at fáa meira niður í lummarnar so at siga. Fáa eina góða barlast [...] blaðmaðurin er áhugaður í at fáa at vita, hvat Eivør ger, umframt at skriva og spæla tónleik sjálvandi. Hann hevur hug at fregnast um hvat tað er fyri ein sjeikur, sum hon sigst at ganga saman við. "Sjeikurin
nakað, sum hann heldur seg altíð fara at vera. - Eg uppfati ikki meg sjálvan sum ein ambitiøsan persón. Vildi heldur sagt, at eg eri smæðin av lyndi. Eg havi verri við at taka orðið í eini lítlari samkomu [...] fólki. - Journalistikkur er ein lívsstílur. Tá eg komi heim, so fái eg ikki latið vera við at tendra útvarpið ella við at hyggja eftir eini tíðindasending. Eg eri ein tíðindanarkomanur. Um eg segði annað [...] teir at falsa (boyggja) bløð á Sosialinum. Og summarið 1972, tá teir vóru lidnir við realskúlan, vórðu teir settir í starv á Sosialinum sum blaðmenn, men við teirri treyt, at teir hildu fram við at falsa
tú viðgongur, at bilarnir vera ikki lastaðir so nógv nú sum áður. Hava vit tí ikki ørsøk at vísa okkara ónøgd? Tú viðgongur at onkur steinur et dottin av bilunum. Ert tú greiður yvir, at ein steinur er [...] persónbili? Er tað í lagi at koma aftaná og siga at vit hava rættað upp á tað? Dugdu tit ikki at forútsíggja vandan? Hví skal ólukkan henda fyrst? Hvar er løgreglan? Eg spyrji bara. Eg las, at løgreglan á Tvøroyri [...] Ongin orsøk at stúra fyri okkum. Ja, soleiðis sigur tú, Mortan Sørensen í Sosialinum 8. november í ár. Jú, so sanniliga er orsøk at stúra. Tú viðgongur sjálvur, at bilarnir koyra ikki so skjótt nú sum
málunum, men við at standa tigandi, kann tað einans elva til, at ákærur um passivitet fara at hegla oman yvir sersambandið. Hvussu er og ikki, so er undir øllum umstøðum líkt til, at ein kavabóltur er [...] tí er fútin fyrst farin at grópa hjá einstøkum hondbóltsfeløgum, so er lítið at ivast í, at onnur feløg kunnu vænta sær vitjan. Hvørjir vinnararnir eru í hesum spælinum er ilt at síggja, men tapararnir [...] hevur eftir øllum at døma kannað málið, men enn hevur VÍF so ikki fingið nakað svar. Hinvegin hevur hevur VB í øllum førum fingið av at vita, og mikukvøldið kundi Útvarpið boða frá, at danska Udlænding
bygd Dan fýlist eisini at gøtuljósunum í Svínáum, sum hann heldur vera alt og fá. - Eg haldi, at Svínáir er myrkasta bygd í Føroyum. Eftir bygdarvegnum eru bert seks gøtuljós, og oman til kaiøkið eru eingi [...] bygdaráð at geva okkum somu sømdir, sum fólk í kommununi annars. Dan heldur, at ein gongd leið fram ímóti líkinda viðurskiftum hevði verið at fingið fleiri gøtuljós fram við bygdarvegnum og oman til kaiøkið [...] kann tykjast stuttligari at koyra eftir tí smala vegnum, sigur Dan: - Ja, tað er nokk ikki frítt, at ung fólk stundum hava hug at stuttleika sær á bygdarvegnum. Hann sigur, at tað var eini slíkari hending
Hvør segði, at tað skuldi vera lætt? Haldi, at eg fari at taka táttin uppaftur at gera blóðpylsu. Kanska fari eg at stovna eitt "Eg elski blóðpylsu" felag. Tað er bæði synd og skomm, at so nógv fer burtur [...] frætti, at hetta var mín yndisdøgurði, og at eg ikki hevði smakkað blóðpylsu enn, at hon á staðnum gjørdi av, at eg skuldi fáa eitt indur frá henni. Eisini helt hon, at tað var ein øðrvísi uppliving at taka [...] gingu okkum heilt niðan á ringvegin og so oman til Norðurlandahúsið. Ikki tí at eg helt, at indrið hevði nakra gleði av at vitja NLH, men eg hevði hug at vita, um Hjørdis var í køkinum, og mín sann um hon