Dan Kruse Thomsen heldur ikki, at allir borgarar í Eiðis kommunu, sum eisini fevnir um Ljósáir og Svínáir, fáa somu sømdir.
- Eg hugsi serliga um ferðsluviðurskiftini í Svínáum, sum eru út av lagi vánalig. Dagliga koyra bilar við alt ov nógvari ferð gjøgnum bygdina ? og sjálvur eri eg næstan vorðin yvirkoyrdur av skilaleysari koyring á bygdarvegnum.
Myrkasta bygd
Dan fýlist eisini at gøtuljósunum í Svínáum, sum hann heldur vera alt og fá.
- Eg haldi, at Svínáir er myrkasta bygd í Føroyum. Eftir bygdarvegnum eru bert seks gøtuljós, og oman til kaiøkið eru eingi ljós.
Hann sigur, at tað er bæði ótrygt og vandamikið at ganga úti um kvøldarnar, tí vegurin er so illa upplýstur.
- Her í Svínáum hevur rætt og slætt einki verið gjørt í nógv ár. Skulu fólk trívast og støðast í bygdini ? og skal nøkur menning verða, noyðist Eiðis bygdaráð at geva okkum somu sømdir, sum fólk í kommununi annars.
Dan heldur, at ein gongd leið fram ímóti líkinda viðurskiftum hevði verið at fingið fleiri gøtuljós fram við bygdarvegnum og oman til kaiøkið.
- Vit eiga eisini at fáa vegaforðingar á bygdarvegin og fleiri gøtuljós. Aftrat hesum eiga skelti, sum vísa loyvdu hámarksferðina, at verða sett upp.
Vandamikið
Eiðismaðurin, sum býr í Svínáum, sigur, at tað er væl meira tung ferðsla eftir bygdarvegnum, enn fólk hugsa sær, og her er talan um bæði trailarar og lastbilar.
Spurdur, um onkur koyrir eftir bygdarvegnum heldur enn landsvegnum omanfyri, tí tað kann tykjast stuttligari at koyra eftir tí smala vegnum, sigur Dan:
- Ja, tað er nokk ikki frítt, at ung fólk stundum hava hug at stuttleika sær á bygdarvegnum.
Hann sigur, at tað var eini slíkari hending, hann var úti fyri seint í summar.
- Eg stóð á vegkantinum við garðin hjá grannanum, tá Ið tveir bilar komu kappkoyrandi suður gjøgnum bygdina.
Dan sigur, at hann kendi ikki bilarnar, men tað restaði ikki nógv í, at hann kom rættiliga illa fyri, tá Ið ungu bilførararnir fuku fram við.
Hann sigur, at nýggi býlingurin norðast í bygdini hevur gøtulós, men á leiðini suður til gamla býlingin standa tvey hús.
- Eg haldi, at Eiðis bygdaráð eigur at taka seg um reiggj og gera nakað her suðuri, sigur Dan Kruse Thomsen.










