kunnu skipa seg sum suverenar statir, er danska svarið, at tað ber sjálvandi ikki til, tí “det ligger udenfor grundlovens rammer”. Í altjóða fakligum bókmentum er hendan dupulta støðan lýst sum “double [...] mælti til. Her var staðfest ein rein eindarstatslig linja. Føgru orðini um “lige ret for store og smaa nationer” og prinsippið um sjálvsavgerðarrætt var ikki galdandi fyri Føroyar. Hendan kreddan er galdandi [...] í løtum orðað seg lagaligari og meira pragmatiskt, men tað er alt, sum bendir á, at tann pragmatiska støðan kann bara bera á mál, tá Danmark er undir trýsti. Tað kann vera trýst frá USA, og tað kann vera
tíðir er beinleiðis misvísandi, og tú ánar ikki, hvar tú ert. Er hetta eitt dømi um, at vit hava lønarvøkstur, tí lønirnar hækka? Ella arbeiða vit bara meir, tí tað er tørvur á arbeiðsmegi? Føroyski búskapurin [...] um – sum eisini er væl skiljandi – at vísa, at sitandi landsstýri er ábyrgdarleyst ella hinvegin, at landsstýrið hevur styrkt útboðið av arbeiðsmegi við at lækka persónssskattin. Hvar er kjakið hjá bús [...] neyðturviliga nakað um, hvussu gott tað gongur. Tað er eitt tekin um, at tað almenna krevur ov nógv í skatt – og tað er sjálvandi mikið skynsamt, um ynski er at minka um blokkin – men annars merkir avlopið
eftir valið, er langt eftir, til Føroyar kunnu reypa av at vera við í oddinum, tá tað ræður um parlamentariska kvinnuumboðan. Men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Kanska er júst tað, at [...] galdandi húsaprísunum, er tað ógjørligt hjá eini einligari mammu at búgva í Havn, uttan mun til, um hon er flakakvinna ella skúlatannlækni. Íbúðir eksistera stórt sæð ikki, íbúðarstuðul er eitt ókent fyribrigdi [...] Undir farna landsstýri er Heimastýrislógin frá 1948 umsíðir víðkað við eini nútímans lóg, Yvirtøkulógini, sum økir møguleikarnar at yvirtaka málsøki frá donskum mynduleikum. Síðani tá er flogvøllurin í Vágum
um tíggju. Og tað er nógv, sammett við keyparagrundarlagið. Og kortini ikki líka nógv sum villa metárið í fjør. Tá komu 17 (!) fløgur út frá oktober til desember. Slag í slag Longu nú er heiðursfløga til [...] talan er um øll sløg av tónleiki. Í popphøpi man tann mest ambitiøsa fløgan hesi jólini ivaleyst vera ?Jólafløgan?, sum Jákup Zachariassen, Regin Guttesen og Finnur Hansen hava produserað. Talan er um kendar [...] ávíkavist Jákup, Regin og Finnur hava produserað. Fløgan er innspæld í Nashville og partvíst í Føroyum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað í Danmark, og tað er 3?arin, sum gevur út. Útvarpið tekur aftur í ár táttin
síðani. Tá er talan um stuðul frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum, Minningargrunni fyri Dánjal Niclasen og COVID-19 átakinum, sum vinnufyritøkur stuðlaðu dyggiliga í vár. Talan er um ph.d.-v [...] tøkni og heilsuvísindi. 24 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr. Stuðul er játtaður til 4 ph.d.-verkætlanir og 6 aðrar verkætlanir. 2 kvinnur og 8 menn eru verkætlanarleiðarar [...] fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 200.000 Niclas Højgaard Eysturoy: Tann føroyski knæ-kanningarbólkurin. Ein kanning av etiologi og langtíðar avleiðingum av Trochlear Dysplasi og
Føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, skifti í gjárkvøldið til íslendsku meistararnar úr FH, har hann fer at spæla tað sum eftir er av kappingarárinum í Íslandi. Við in.fo greiðir Kaj Leo [...] og hugt eftir umstøðunum, og at talan er um spennandi avbjóðing. - Eg haldi at tað verður gott fyri meg at sleppa til Íslands, og vónandi eisini at spæla fast. FH er størsta felagið í íslendskum fótbólti [...] deildini, tá tað umræður fótbólt. - Eg fari fyrst og fremst yvir her fyri at útvikla meg so nógv sum gjørligt sum yrkisspælari. Men ein gularót er eisini, at eg veit at tað eru ótrúliga nógv eygu vend móti íslendsku
17 ára gamli føroyski hondbóltssnillingur, Elias Ellefsen á Skipagøtu, hevur verið eitt heitt navn í Evropa, síðani hann í summar við føroyska U17-landsliðnum, vann stóru European Open-kappingina í Göteborg [...] Göteborg. Brot úr ÍtróttarSosialinum frá í dag Nú er greitt, at tað verða svensku meistararnir úr IK Sävehof, sum fáa gleðina av føroyska spælskiparanum, og hann kann vænta sær fitt av tíð á vøllinum. - [...] fleiri støð, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu greiður á málinum. Les Sosialin á netinum við at trýsta HER
Eftir eitt kappingarár í norskum fótbólti hevur føroyski áleyparin, Patrik Johannesen, valt at skifta heimaftur til føroyskan fótbólt, her hann fyrr í dag undirskrivaði tvey ára sáttmála við KÍ. - Eg valdi [...] heimaftur til føroyskan fótbólt merkir tó ikki, at dreymurin um enn eitt ævintýr uttanlands er sleptur. - Sjálvandi er málið at spæla uttanlands, og tað ætli eg mær eisini aftur, sigur Patrik Johannesen. [...] valdi at koma heim, tí eg føli, eg skal koma í gongd við fótbóltin aftur. Eg haldi, at KÍ er tað rætta valið fyri meg, sigur Patrik. Les eisini: Patrik til KÍ Florø liggur í løtuni til at flyta niður í
hálvt ára sáttmála. Málið er at koma í Superliguna og vinna seg fastan á liðið. Les drúgva samrøðu við René Shaki Joensen í ÍtróttarSosialinum, sum kemur út komandi mánadag. Her greiðir René eisini frá einum [...] einum málið, sum hann setti sær fyri skjott fýra árum síðani, hvussu tað er at spæla við Vendsyssel, og hvussu tað er at verða føroyskur fótbóltsspælari í Danmark. [...] Í dag bleiv greitt, at 22 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, René Shaki Joensen, hevur gjørt nýggjan hálvt annað ára sáttmála við Vendsyssel í næst bestu deildini í Danmark. Les eisini: Rós til René
millum føroysku og íslendsku tónleikavinnuna. Íslendski marknaðurin er munandi størri enn tann føroyski, men tó ikki so stórur, at hann er vónleysur at sleppa inn á. Tí tyktist hetta sum eitt sera skilagott [...] vilja tí fegin vera við at hjálpa tónleikavinnuni, at útliva hetta potentialið. Her er talan um at selja upplivingar og har er íslendski marknaður rættiliga upplagdur, greiddi Kjartan Christiansen frá. Íslendski [...] føroyskan bólk, kann ein rímilig søla í Íslandi merkja upp til fýrfaldan av sølutølunum í Føroyum, og hetta er munurin á undirskoti og skilagóðum yvirskoti. Kjartan Christiansen umboðaði Menningarstovuna á ferðini