Eftir eitt kappingarár í norskum fótbólti hevur føroyski áleyparin, Patrik Johannesen, valt at skifta heimaftur til føroyskan fótbólt, her hann fyrr í dag undirskrivaði tvey ára sáttmála við KÍ.
- Eg valdi at koma heim, tí eg føli, eg skal koma í gongd við fótbóltin aftur. Eg haldi, at KÍ er tað rætta valið fyri meg, sigur Patrik.
Florø liggur í løtuni til at flyta niður í triðbestu norsku deildina, og tað hevur heldur ikki gingið eftir vild hjá 23 ára gamla føroyska áleyparanum. Hann fekk ein skaða, og eftir tað gekk tað upp og niður.
- Eg kom aftur frá skaðanum í summar. Tað gekk væl, men eg slapp tó ikki at spæla. Síðani skeyt eg tvey mál upp í slag, har eg byrjaði inni, men so sat eg aftur uttanfyri, sigur Patrik, sum síðani fór at práta við leiðsluna.
- Eg fekk eitt gott prát við formannin, og vit blivu samdir um at uppsiga sáttmálan, greiðir Patrik frá.
At Patrik Johannesen nú kemur heimaftur til føroyskan fótbólt merkir tó ikki, at dreymurin um enn eitt ævintýr uttanlands er sleptur.
- Sjálvandi er málið at spæla uttanlands, og tað ætli eg mær eisini aftur, sigur Patrik Johannesen.