17 ára gamli føroyski hondbóltssnillingur, Elias Ellefsen á Skipagøtu, hevur verið eitt heitt navn í Evropa, síðani hann í summar við føroyska U17-landsliðnum, vann stóru European Open-kappingina í Göteborg.
Brot úr ÍtróttarSosialinum frá í dag
Nú er greitt, at tað verða svensku meistararnir úr IK Sävehof, sum fáa gleðina av føroyska spælskiparanum, og hann kann vænta sær fitt av tíð á vøllinum.
- Tað vóru teir, sum helst vildu hava meg, og vildu geva mær nógva spælitíð. Hini liðini vildu helst hava meg sum ein framtíðarleikara, sigur H71-leikarin við Ítrottarsosialin.
##med2##
- Eg havi verið í samband við IK Sävehof rættiliga leingi. Tað var tað fyrsta staðið eg vitjaði og mær dámdi sera væl – so eg noyddist ikki at vitja fleiri støð, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu greiður á málinum.